Brúkaranavn Loyniorð Minst til Skráset | Gloymt loyniorð
Brúkarar Online: 4    Vitjanir í Dag: 90   142855
Tíðindir - Seinasta
Kategori < [1] 2 3 4 5 6 ... 96 97 98 >

CS 1.6 á fartelefonum

Counter-Strike 1.6 fæst nú til fartelefon!
Hvør stendur aftanfyri hesum moddinum? Russarar, sjálvandi. Tað eru nakrir hart-arbeiðandi fýrar á 4pda.ru sum hava megnað hetta. Moddin inniheldur seinastu útgávu av 1.6, við bottum. Hon kann heintast til ávísar útgávur av Android, ARM og GL.

Moddið og vegleiðing til installatión finst her: http://forum.xda-developers.com/showthread.php?t=1447157

Eitt gameplay video sæst niðanfyri.

Skrivað av H-Force - 2012-01-27 at 10:29 PM - Viðmerkingar (0)

Einki BlizzCon í 2012.



Blizzard hava kunngjørt at eingin BlizzCon verður í 2012. Opinbart hava Blizzard so mikið nógv um oyruni, at avgerð varð tikin um at ikki halda tað annars árligu BlizzCon í ár.
BlizzCon er altíð ein stór hending innan kompetetivt StarCraft II, men spælið verður ikki heilt gloymt. Blizzard hava nemliga kunngjørt eitt sokallað "2012 Battle.net World Championship Event".

Blizzard skrivar:

Blizzard Entertainment is proud to announce the 2012 Battle.net World Championship, a major global eSports event featuring some of the best pro-gaming competition in the world. Slated to take place in Asia toward the end of 2012, the Battle.net World Championship will host this year’s StarCraft II and World of Warcraft Arena World Championship tournaments. Blizzard gamers and eSports fans from around the world will be invited to attend and witness some of the most skilled pro players on the planet battle it out for cash and glory.

We’re excited to be showcasing Blizzard eSports on a truly global stage this year. We're also heavily focused on getting Diablo III, Mists of Pandaria, and Heart of the Swarm into players’ hands as soon as possible. In light of our jam-packed schedule, we’ve decided to hold the next BlizzCon in 2013.

More details about the 2012 Battle.net World Championship and BlizzCon 2013, including specific dates and locations, will be coming in the months ahead.

Skrivað av H-Force - 2012-01-26 at 6:54 PM - Viðmerkingar (5)

Megaupload niðurlagt

Tó hetta, út frá strangum standardum, ikki er beinleiðis gaming-relaterað, so er tað ivaleyst onkursvegna relevant fyri okkum allar.

Amerikanski staturin hevur niðurlagt Megaupload.com, ein av heimsins best dámdu hættum at deila filmar, tónleik, spøl og aðrar fílar. Síðan hevur leingi verið ein stórur irritatiónsfaktur hjá miðla-vinnuni, sum hevur eina alvaksandi stóra lobby í Washington.

Undir pseudonyminum Anonymous hava túsundtals aktivistar svara aftur við at DDoS'a ymsar síður hjá vinnuni og statinum.

Megaupload er kent fyri at hýsa nógvum ólógligt piratkopieraðum tilfari. Tílíkt tilfar verður fjernað beinanvegin, um vart verður gjørt við tað. Tænastan verður eisini brúkt av nógvum til heilt lóglig endamál.

Hetta setir presedens fyri hosting síður av øllum slagi kunnu lukkast niður, eitt nú Dropbox, Facebook og Youtube.

Skrivað av H-Force - 2012-01-20 at 2:19 PM - Viðmerkingar (16)

Mass Effect 3 demo 14/02



Vit elska øll Mass Effect 3, og tí er tað sera hóskandi at demo'in til hetta spælið kemur út tann 14. februar, Valentine's Dag.

Í hesari demo sleppa vit at royna bæði single-player og multi-player. Í single-player partinum uppliva vit eitt "mind-blowing opening attack on Earth". Multi-player vísur okkum tvær ymsar maps og letur okkum spæla eitt sindur við "customization" møguleikunum.

Men um tú vilt bjóða unnustuni ein hugnaligan Valentine's Dag við Mass Effect 3 co-op, so mást tú eisini gera ein innsats. Tú sleppur nemliga bara inn á co-op um tú hevur fingið fatur á einum sokallaðum "Battlefield 3 online pass", ella gjøgnum aðrar møguleikar sum BioWare enn ikki hava avdúkað.
Um tú ikki hevur skund, so verður co-op opnað fyri øllum tann 17. februar.

Mass Effect 3 kemur út 3. mars. PC útgávan kemur hesuferð ikki út á Steam, men krevur hinvegin at tú nýtir Origin.

Skrivað av H-Force - 2012-01-18 at 7:32 PM - Viðmerkingar (6)

A year in the life of a gamer

Gamespot hevur gjørt eitt sjónband, sum vísir árið 2011 hjá einum gamara. Farið verður ígjøgnum mánaðarnar, ein fyri og annan eftir. Sjónbandið er sostatt ein góður samandráttur av árinum, ið fór.
Enjoy the ride!

Skrivað av dekanfari - 2011-12-29 at 7:17 PM - Viðmerkingar (5)

Gleðilig jól

Gaming.fo ynskir øllum limum eini gleðilig jól.

Og so kunnu vit eisini líka endurminnast successina, sum vit høvdu síðstu jól, tá Gaming.fo vann í Adventskalendarinum við sjónbandinum hjá Tablett.

Skrivað av dekanfari - 2011-12-24 at 2:47 PM - Viðmerkingar (7)

Tribes Ascend beta key

Eg havi ein Tribes Ascend beta key at geva vekk, og tað skal sjálvandi vera til tykkum á Gaming.fo.

Eg havi sjálvur fingið spælt Tribes Ascend í eina tíð nú, og kann vissa tykkum um at tað er ordiliga gott. :>

Fyri at fáa fatur á beta key skalt tú bara skriva "gief" í eini viðmerking niðanfyri. Mánadagin trekki eg lut millum tey sum hava ynskt sær hann.
Vinarliga bara skriva "gief" um tú faktiskt vilt hava lykilin, ikki bara fyri lols.

EDIT:
Nevermind! Sum Figit sigur í viðmerking, beta keys til øll við at like'a Facebook síðuna hjá Tribes Ascend!

Skrivað av H-Force - 2011-12-10 at 8:20 AM - Viðmerkingar (6)

Indie Game Dev Bundle fyri $20



Envato er ein marknaður har alt møguligt fæst fyri ein bíligan pening, sum hevur við digitalar vørur at gera. Heimasíðu templates, tónleikur og ljóð effektir, grafikkar, 3D modellir, osfr.

Eisini ymiskt tilfar at gera spæl við fæst, og akkurát nú hava tey gjørt tað sum eitur "Indie Game Dev Bundle". Pakkin inniheldur tilfar sum annars kostar yvir $500, og verður seldur fyri einans $20.

Eg veit at hetta er ikki relevant fyri øll, men her eru eisini fleiri sum dáma at fáast við spæl menning. Hetta skuldi gjarna verið eitt gott tilboð hjá teimum.

Pakkin fæst her.

Skrivað av H-Force - 2011-12-05 at 2:29 PM - Viðmerkingar (3)