Brúkaranavn Loyniorð Minst til Skráset | Gloymt loyniorð
Brúkarar Online: 5    Vitjanir í Dag: 98  Vitjanir í Gjár : 107   Vitjanir Tilsamans: 82001
Tíðindir - Seinasta
Kategori < [1] 2 3 4 5 6 ... 77 78 79 >

XBox 360 joystick í kríggj



Joystickið hjá XBox 360 er enn einaferð í tíðindum okkara. Hesuferð er evnið eitt sindur minni óskyldugt, tí tað snýr seg um veruligt, ikki simulerað, kríggv.

Ein nýggjur robottur sum verður brúktur í front-linjunum hevur nógvar førleikar. Hann kann skjóta eina maskinbyrsu, granatir og táragass. Hann kann órógva bumbu-signal, og hann sær við vanligum ljósi, night-vision og infrareyðum.

Tað mest áhugaverda fyri okkum er mátin hann verður stýrdur. Hann kann nemliga stýrast við einum vanligum XBox 360 joystickið. Hetta ger tað helst lætt at venja seg við hann, eftirsum flestu soldatarnir longu eru vanir við at skjóta við hesum joysticki.

Nú varð jólagávan tryggjað.

Kelda: Reuters

Skrivað av H-Force - 2010-09-08 at 12:46 AM - Viðmerkingar (1)

Duke Nukem Forever í 2011!



Nei, í dag er ikki 1. apríl. Tað er váttað at Duke Nukem Forever kemur út í 2011.

3D Realms hava havt ábyrgd av at gera spælið síðani 1997. Í gjár gjørdi stjórin á 3D Realms, George Broussard, ein løgnan Twitter post, sum vísti flúgvandi grísar.
Í dag fingu vit at vita hví. Tað vísir seg, at Gearbox hava yvirtikið Duke Nukem Forever, og at tað kemur út í 2011. Á PAX Prime í Seattle segði Randy Pitchford, stjóri á Gearbox:

"We can't let the Duke die, right? The guys at 3D Realms who put their hearts and souls into this, so we wanted to make sure it hits all the platforms. It's coming to PlayStation 3, Xbox 360, and PC in 2011."


Nú fáa vit at síggja, um spælið veruliga verður útgivið sum ætlað. Hvat halda tit; verður tað seinkað enn eina ferð?

Skrivað av H-Force - 2010-09-03 at 9:16 PM - Viðmerkingar (3)

XBox 360 fær nýtt joystick

XBox 360 hevur fingið nógvan kritikk síðani lansering, serliga viðvíkjandi kritiskum hardware feilum. Eitt annað punkt sum fólk hava brokkað seg um, er sniðið á D-pad á joystickinum. Tað hevur verið for flatt, og ofta for ringt at brúka.
Microsoft hava nú eina einastandandi loysn: ger D-pad til eina ordiliga D-pad. Nýggja joystickið fer at kunna heva pluss-teknið upp frá, soleiðis at knapparnir eru lættari at trýsta á.
Søgan sigur einki um hví tað tók fimm ár at finna útav hesum.

Video avdúking

Skrivað av H-Force - 2010-09-01 at 12:57 AM - Viðmerkingar (2)

Gaming.fo fær gamla heimasíðu

Gaming.fo hevur fingið nýggja gamla heimasíðu.

Gaming.fo fekk í januar eina nýggja heimasíðu, sum var flottari, og sum hevði nógv fleiri møguleikar. Hesir nýggir møguleikar vórðu tó ikki væl brúktir, og síðan endaði við at ikki verða líka góð sum upprunaliga síðan.

Eg viðgangi at nýggja síðan var eitt úrslit av at eg sjálvur bleiv "carried away", har eg helt at Gaming.fo mátti vera flott og cutting-edge. Eg gloymdi at Gaming.fo bara er eitt hugnaligt stað, har líka-sinnaði fólk hittast fyri at lesa og tosa um telduspøl.

Eg vóni at tit verða øll nøgd við skiftinum (aftur).

Skrivað av H-Force - 2010-08-30 at 12:37 AM - Viðmerkingar (7)

GTA4: Episodes til PC og PS3



Grand Theft Auto: Episodes From Liberty City kemur til teldu og PS3 í mars. Lat sum um tú ert bilsin.

DLC eykatilfarið til GTA4, sum Xbox 360 eigarar hava kunna njóta longi, kemur til bæði teldu og PS3 í mars, sigur framleiðarin Rockstar á heimasíðu síni. Báðir “partarnir”, The Lost and the Damned og The Ballad of Gay Tony, koma 30 mars, og fara at verða tøkir bæði í handlum og sum download.
Microsoft gav nógvar pengar fyri at halda tilfarið ekslusivt til Xbox 360 so longi sum møguligt, og, fyri at verða púra erligur, so var tað ein snild avgerð. Upprunaliga spælið og hetta eykatilfari seldi sera væl, men eru fólk ikki líkaglað nú? GTA4 er næstan tvey ár gamalt, og fólk eru farin víðari.
Fyri tey sum eru áhugaði eru hetta tó góð tíðindi. Fert tú at fáa fatur í hesum her, ella er tað ov lítið ov seint?

Kelda.

Skrivað av Anayna - 2010-01-30 at 2:37 AM - Viðmerkingar (3)

Nýggja síðan seinkað

Vegna tekniskar trupulleikar, er nýggja Gaming.fo heimasíðan seinkað til í morgin.

Skrivað av H-Force - 2010-01-29 at 6:54 PM - Viðmerkingar (15)

Gaming.fo tiltak leygardagin

Nú leygardagin skipa Gaming.fo og Norðoya Sparikassi fyri einari móttøku, í samband við nýggju heimasíðuna hjá Gaming.fo.

Tiltakið verður í Spar Café hjá Norðoya Sparikassa, sum er í Miðlon í Havn. Tað byrjar klokkan 13:37.

Til tiltakið verður ein lítil frágreiðing um nýggju heimasíðuna, og annars verður høvi at hitta hvønn annan og seta andlit á øll tey sum vit eru von at práta við her inni. Eisini verða ymisk spøl at spæla á PlayStation og Wii (kanska enntá Nintendo 64). Norðoya Sparikassi bjóða drekkivørur og snacks.

Aftaná tiltakið verður skipað fyri einum fundi millum áhugaðar limir. Á hesum fundi verður ymiskt viðgjørt, so sum reglugerðir og framtíðarútlit.

Vit vóna at síggja tykkum øll til eitt hugnaligt tiltak!

Hvar: Spar Café í Miðlon
Nær: Leygardagin 30/01, klokkan 13:37

Skrivað av H-Force - 2010-01-29 at 1:49 AM - Viðmerkingar (39)

Activision á GOG.com



Niðurteljingin á GOG.com er liðug, og avdúkingin var at størsti spæl-útgevarin í verðini, Activision, fer at deila klassikarar sínar.
Tað er ikki hvønn dag, at man kann skriva góð tíðindi við navninum Activision í.

Ert tú ein fastur vitjandi her á síðuni, og kennir ikki GoodOldGames.com, so verður tú vinarliga biðin um at koyra høvd títt í nærmastu skuffuna, og síðani smekka hana aftur. Lesarar við eymum høvdi skulu bara vita, at GOG er ein heimasíða sum bjóðar DRM-fríar telduspæl klassikarar fyri sera rímiligan prís.
Tað er ein øgiliga feit síða, sum loyvir nýggjum spælarum at royna eldri spøl uttan at hugsa um spølini rigga við nýggjum teldum, og loyvir eldri spælarum at njóta nostalgia rúsin. Nú er GOG tó blivið enn betri, tí Activison er nýggjasti útgevarin á síðuni.
Activision fer at endurútgeva fleiri spøl í komandi mánaðum, men beint nú bjóða tey Arcanum: Of Steamworks and Magic Obscura, eitt RPG úr 2001, og Gabriel Knight: Sins of the Father, eitt point-and-click adventure spæl úr 1993, sum eg faktiskt sjálvur kann viðmæla.

Tað verður spennandi at síggja hvørji onnur spøl Activison fer at bjóða á GOG. Tey eiga rættindini til sera nógv góð gomul adventure spøl, fyri ikki at tala um Quake spølini, og ein vinmaður hjá mær klárar ikki at halda gák um hvussu gott Vampire: The Masquerade er.
Hevur tú áður keypt frá GOG.com, og um so er, hvat dámdi tær?

Kelda.

Skrivað av Anayna - 2010-01-28 at 11:56 PM - Viðmerkingar (4)