Brúkarar online: 17    Vitjanir í Dag: 808  
Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> Console Gaming -> Funnið mína gomlu PSP

Innlegg: 26
Síða [1] 2 >
HForce







Innlegg: 3319
# Tráður - 02/08/2015 klokkan 02:16
Eg havi funnið mína gomlu PSP í einari skuffu! Hon liggur og løðar nú, men eg fari at hyggja eftir at brúka hana í morgin.

Eg eigi onkur fá spøl til hana, men hvussu er marknaðurin nú? Tað er tann originala, fyrsta PSP. Rigga øll spøl á diski til hana? Kann mann keypa spøl á PlayStation Store, ella er tað bara við Vita?

Og hvussu við piratkopiering? Eg finni ikki ordiliga nakað brúkbart á Google.
(eg spyrji sjálvandi bara av akademiskum forvitni)
Offline
Tanerion


L33T





Innlegg: 1696
# Innlegg: 1 - 02/08/2015 klokkan 06:10
Veit ikki hvat tú meinar við "øll spøl á diski". Um tú meinar PSP spøl á UMD diski so rokni eg við at tey flestu rigga eftirsum PSP er regiónfrí (tó kunnu einkult spøl vera læst men eg veit ikki nakað dømi um tað).

Seinast eg royndi at keypa av PSN riggaði tað sjálvt um ferðin einki var at reypa av. Haldi at tey einastu downloadable spølini ið rigga eru PSP og PS1 spøl og møguliga minis (havi ikki roynt tey). Hetta krevur tó nokk av plássi á tínum memory stick. Sjálvur brúki eg ein memory stick adapter og eitt micro SD kort.

Annars er marknaðurin fínur um tú ætlar at keypa fysisk eintøk av spølum eftirsum tey fyri tað mesta eru rættiliga bílig. Sjálvt tey allardýrastu spølini eru ikki heilt órímilig í mun til aðrar konsollir.

Um tú ætlar at samla UMD filmar so eru teir eisini bíligir men har má man tó ansa eftir hvat fyri región man keypir.

Og um tú ikki hevur tí allar elstu modellina so kanst tú við einum serligum kaðali fáa myndina úr tínum PSP á ein skerm.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3319
# Innlegg: 2 - 02/08/2015 klokkan 11:32
Ja, eg meinti spøl á UMD diski.
At samla mær filmar á UMD eri eg ikki áhugaður í. Eg eri í ferð við at sleppa mær av við einari rúgvu av DVD filmum. Fysisk eintøk av nøkrum sigur mær ikki so nógv longur.

Eg havi bara tað memory kortið sum fylgdi við, altso 32MB. Eg hevði brúk fyri einari software uppdatering fyri at logga inn á PSN, men eg hevði ikki pláss á nýformateraða kortinum...
Eg hyggi eftir at keypa mær eitt kort, men tað sær út til at Memory Stick Duo fer bara upp til 32GB. Er tað nokk til nøkur spøl?
Tú sigur, at tú brúkar eitt microsd og ein adapter? Altso, tú koyrir eitt microsd í ein adapter, sum ger at tú kanst koyra tað í ein PSP? Kanst tú so hava meira enn 32GB, ella er tað maskinan sum avmarkar tað?


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1696
# Innlegg: 3 - 02/08/2015 klokkan 12:18
02/08/2015 klokkan 11:32 - HForce:
Kanst tú so hava meira enn 32GB, ella er tað maskinan sum avmarkar tað?

Veit ikki um maskinan avmarkar tað ella ikki men 32GB er ríkiliga nógv til PSP og PS1 spøl. Brúki faktiskt bara eitt 16GB kort sjálvur.
32GB ljóðar tó sum eitt løgið mark at hava so eg rokni næstan við at man kan brúka størri kort.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1696
# Innlegg: 4 - 05/08/2015 klokkan 17:44
Um nakar her annars hevur hug at eiga eitt Limited Edition PSP spæl ið verður útgivið í sera avmarkaðari nøgd so er bara at fara til http://www.gaijinworks.com/SN5_presale_live.htm hendan mánaðin.
Tað er vert prísin bara fyri alt eyka tilhoyrið ið fylgir við


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3319
# Innlegg: 5 - 05/08/2015 klokkan 18:08
For nógv fysisk ting til mín.

Eg skaffaði annars eitt nýtt memory kort, sum gjørdi at eg kundi uppdatera og sleppa inn í PlayStation Store. Og so fann eg útav, av tað eksisterar ikki longur fyri PSP...

Hvat ger mann so, fyri at fáa digital spøl?


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1696
# Innlegg: 6 - 05/08/2015 klokkan 18:34
Eg keypti eitt PSP spæl á mínum PS3 fyri nøkrum mánaðum síðan. So er væl bara at seta USB leidningin til og kopiera.
Havi ikki gjørt tað enn sjálvur so veit ikki um tað er heilt so einfalt.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3319
# Innlegg: 7 - 05/08/2015 klokkan 20:14
Ok, tað royni eg. Løgi at deaktivera handilin á maskinuni, men enn loyva einum løgnum workaround.


Offline
|
Oblimix


Going for pro





Innlegg: 495
# Innlegg: 8 - 06/08/2015 klokkan 01:27
Ah, tann tíðin tá mann moddaði sína PSP. Var so mega lætt at gera við einum datel tool battaríi, so skilji nøkurlunda væl at tey hava proppa Vita við DRM. Hevði vilja at Crisis Core kom til Vita tó.


------------------

http://myanimelist.net/profile/Oblimix
http://www.twitch.tv/oblimix

Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1696
# Innlegg: 9 - 06/08/2015 klokkan 03:42
Ætlaði at nevna møguleikan at modda men eri ein puristur tá tað kemur til hatta slagið av modding.
Eri fyri at modda hardware men ikki software.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3319
# Innlegg: 10 - 06/08/2015 klokkan 11:50
Tað burdi eg so kanska sett meg inn í.

Oblimix, tú gjørdi einaferð eina vegleiðing. Er hon enn galdandi?


Offline
|
Oblimix


Going for pro





Innlegg: 495
# Innlegg: 11 - 06/08/2015 klokkan 14:06
06/08/2015 klokkan 11:50 - HForce:
Tað burdi eg so kanska sett meg inn í.

Oblimix, tú gjørdi einaferð eina vegleiðing. Er hon enn galdandi?


wow, hevði totalt gloymt at eg gjørdi eina vegleiðing.
Minnist hvussu lætt tað var at gera, men trúgvi annars nógv er broytt síðani tá. Tey brúka enn mátan við Pandora battaríi, sum eg skilji, so tú mást bara líka vita hvat firmware tú hevur og so finna eina guide til at modda hana, tí hoyri man ikki kann um man hevur firmware 6.61 ella nýggjari.


------------------

http://myanimelist.net/profile/Oblimix
http://www.twitch.tv/oblimix

Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3319
# Innlegg: 12 - 06/08/2015 klokkan 15:25
Meh. Eg havi akkurát gjørt software update fyri at sleppa í PlayStation Store. -.-


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1696
# Innlegg: 13 - 06/08/2015 klokkan 16:48


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 14 - 18/08/2015 klokkan 20:24
Hey, tíverri so hevur tú akkurát uppdatera til 6.61, og tað er rættiliga nýtt.. Men eitt CFW kemur nokk asap til tað, um tað ikki longu er komið.. Læs onkustaðni, at tað var lætt hjá teimum at gera, tí 6.60->6.61 hevði lítið uppá seg.. Havi sjálvur 6.60 CFW, tað er heilt suverent Einki við nøkrum eyka battaríi ella nakað..
Brúka http://coolrom.com/roms/psp/ til at downloada spøl..

Relevant:
http://wololo.net/2015/01/19/psp-first-hacks-for-the-new-firmware-6-61-pro-cfw-downgrader-updated/?PageSpeed=noscript

http://www.wololo.net/talk/viewtopic.php?f=17&t=7169

Edit: Sær út sum tað eru downgraders til eisini.. Tú skal hava tað sum eitur CFW Pro.. Um eg minnist rætt, so koyrur tú 2 folders inná PSP/GAME folder, eitt sum installerar CFW, og sum tú kann sletta aftaná at hava koyrt tað einaferð, og eitt sum eitur "Fast Recovery", sum tú koyrur, um tú sløkkjur PSP'in (heldur á sløkkji knøttinum), sum bootar frá 6.60 til CFW 6.60..

Men fyrst og fremst, sær tað út sum tú má downgrade'a áðrenn, sær ikki út sum CFW 6.61 er komið enn.

On a sidenote, akkurát verið í Grikkalandi, valdi at taka PSP'in við.. Deilig maskina, tá man hevur lagt CFW á hana


Síðsta broyting av Ishkur klokkan 18/08/2015 klokkan 20:40 (1x Broytt)
Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3319
# Innlegg: 15 - 18/08/2015 klokkan 22:15
Cool, eg fari at hyggja eftir hasum! Takk fyri.


Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3319
# Innlegg: 16 - 28/08/2015 klokkan 14:03
Riggar!

So mangli eg bara at finna eitt størri kort, havi bara fingið skaffað eitt 1GB.


Offline
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 17 - 28/08/2015 klokkan 17:51
Hygga síggj.. Havi sjálvur eitt 8gb, kundi saktans verið størri


Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3319
# Innlegg: 18 - 29/08/2015 klokkan 15:50
Sær út til at vera smartast at keypa eitt microSD og so ein adapter.


Offline
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 19 - 29/08/2015 klokkan 19:00
How come?


Offline
|
HForce
Stovnaði tráðin







Innlegg: 3319
# Innlegg: 20 - 29/08/2015 klokkan 19:16
Tey vanligu Pro Duo kortini kosta so nógv. Tað kostar minni enn helvtina at keypa eitt microSD og ein adapter.

Havi keypt mær eitt 32GB á amazon.


Offline
|
Innlegg: 26
Síða [1] 2 >


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.