Ummæli: Mouse-House
Skrivað hevur HForce tann 20/03/2009 klokkan 22:21 1



Menninir aftanfyri Mouse-House produktinum hava givið okkum á Gaming.fo eitt eintak at ummæla. Mouse-House er eitt sera innovativt hugskot, sum nakrir næmingar úr Tekniska Skúla í Klaksvík hava ment. Projektið er ein partur av Ungt Virki verkætlanini, og í løtuni hava teir ein bás á torginum í SMS, har tað ber til at síggja, royna og keypa eitt eintak av Mouse-House.

Mouse-House er ein músamátta, sum kann foldast saman til at vera ein eskja, har músin eisini kann liggja trygg og snøgg. Hetta er serliga ætlað telduspælarum, sum kanska ofta linka, og tískil hava brúk fyri einum máta at transportera útgerð til og frá staðnum, uttan nakað oyðilegst.

Prísur
Vøran kostar 295,- DKK, sum ikki er serliga nógv. Við í hesum prísinum fært tú bæði sjálvt Mouse-House, umframt eina mús. Prísurin er nøkulunda tann sami sum fyri aðrar músamáttur sum eru ætlaðar telduspælarum, so har er heilt í lagi.

Músin
Músin er ein heilt bílig ein úr Kina, men virkar tó heilt okay. Hon hevur ein 800 DPI optiskan sensor, sum er tað vanliga innanfyri mýs. Tær nýggjastu gaming mýsnar hava ofta 2000 DPI, men persónliga haldi eg ikki, at DPI hevur nakað sum helst at siga fyri hvussu góð músin er.
Eitt sum eg haldi er irriterandi, er scroll hjólið. Tað blívur við at seta seg fast og vera øgiliga trekt. Tað er konsekvent tá mann hevur rullað eitt ávist petti, so tað er okkurt galið við konstruktiónini.
Eisini hevur músin tann klassiska trupulleikan sum nógvar aðrar optiskar mýs. Tá ið tú flytir hana for skjótt, so missir tú skrásetingina, og markørurin fylgir slett ikki við. Hetta er mest trupult við FPS spølum, har músin verður flutt sera skjótt yvir yvirflatuna.
Annað enn tann lítla trupulleikan, er músin heilt fín. Hon er nakað lítil. Nógv dáma best lítlar mýs, sum mann so bert heldur í við endunum á fingrunum, meðan onnur dáma størri mýs, sum passa í alla hondina. Tað er tó eitt persónligt mál, og hevur einki við góðskuna á hesari músini at gera.
Tað skal minnast til, at tað er als ikki neyðugt at brúka hesa músina. Tað ber líka væl til at bert brúka músamáttina, og so tína egnu mús við henni.

Músamáttan
Músamáttan er høvuðsproduktið í hesum pakkanum, og hon byggir á eitt sera áhugavert konsept. Máttan er simpulthen ein lítil eskja, sum foldast út soleiðis at hon verður ein músamátta. Ein illustratión er at síggja longri niðri.
Hugskotið er nýtt og spennandi, og hevur sera gott potentiali. Í fyrstu syftu er tað tó ikki gjørt perfekt.
Kantarnar, har máttan verður foldað, eru sera markantir tá ið máttan er foldað út. Tað er eitt sindur irriterandi tá ið mann situr við músini, at føla kantarnar. Tær royndir sum eg havi gjørt, vísa at hesir kantarnir gera ongan mun yvirhøvur á hvussu markørurin riggar. Músin verður als ikki órógvað av kantinum, og tað er bara gott. Tað er tó eitt sindur irriterandi fyri sjálvan brúkaran, í hvussu so er fyri meg. Tað ber tó kanska til at venja seg við.
Máttan hevur ein tendens til at flyta seg eitt sindur við kantarnar, sum eisini irriterar eitt sindur.
Yvirflatan á máttini er tó fínasta slag, og skrásetur heilt væl.

Tá ið máttin er latin aftur, riggar hon væl. Hon sær flott og stylish út, og riggar væl á borðinum við síðini av fartelduni ella skerminum. Hon letur til at halda nøkulunda væl, so músin burdi havt tað fínt.
Samansetingin virkar tó eitt sindur “flimsy”. Við kantarnar sæst tape, og ymiskt rusk klistrar eitt sindur til tað.
Eitt sum ger at eg ikki fari at brúka máttina, er at mín Logitech G5 ikki passar í eskjuna. Tað er øgiliga keðiligt, og er ein deal-breaker.

Sum heild er hetta eitt sera gott hugskot. Tað er vert at royna seg við tí, og onkur fer helst at dáma tað heilt væl, og fer at brúka tað vanligt. Tað manglar tó eitt sindur av menning í. Produktið virkar sum ein prototypa, og manglar eitt gott petti av menning áðrenn tað verður heilt gott.

Sum heild eitt miðal produkt, sum tó hevur heilt gott potentiali, um arbeitt verður víðari við tí.

Illustratión, sum vísir hvussu Mouse-House riggar.

Heimasíðan hjá Mouse-House.

Síður: -

Viðmerkingar: 2
Síða [1]
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 1 - 21/03/2009 klokkan 01:56

Hmm. Hugskotið letur til at vera har. Kvalitetin sjálv er kanska eitt sindur meira ivasom, at døma eftir myndunum.
Haldi tó sjálvur at hatta kundi blivið til nakað, um tann rætta fíggjingin var til staðar.
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 2 - 22/03/2009 klokkan 07:13

Nú havi eg mína teldu við í skúla hvønn dag, og trupuleikin við máttuni er transport. Máttan er í so stór, og tó kann tað verða ein trupuleiki, tá tú ikki hevur nóg nógv pláss til stødduna á máttuni.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.