X-Men Origins: Wolverine - ummæli
Skrivað hevur Gaffer tann 07/05/2009 klokkan 23:07 1

X-Men Origins Wolverine

Tað eru nú trý ár síðani vit síðst sóðu ein X-Men film í biografinum, og spenningurin var høgur, tá nýggi filmurin X-Men Origins: Wolverine kom út. Maðurin aftan fyri nýggja filmin er suðurafrikanski Oscar-vinnarin Gavin Hood, so vónirnar til ein eins og góðan film sum X2 vóru har.
Filmurin umhandlar upprunasøguna hjá Wolverine aka James Logan (Hugh Jackman), men greiðir eisini eitt sindur frá upprunanum hjá fleiri øðrum Marvel-hetjum og skurkum.
Filmurin byrjar í 1700'talinum í Kanada, har lítli Jimmy liggur í songini tí hann er sjúkur, men brádliga kemur gamli maðurin hjá mammuni brestandi inn og skjýtir pápain. Jimmy ger ikki mætari av enn at drepa mannin við sínum beinklærnum. Hetta viðførir so at hann og beiggin Victor (Liev Schrieber) mugu rýma. Eftir at brøðrunir hava verið við í øllum teimum stóru amerikansku kríggjunum upp til 'Nam, er Victor vorðin eitt sindur rastleysur og tað endar við at hann drepur ein yvirmann. Nú skulu brøðrunir avrættast, men tann, sum veit eitt sindur um Wolverine og Sabretooth, veit at teir kunnu ikki doyggja. Tí enda teir í einum Special-Ops liðið hjá William Stryker (Danny Huston).
Her byrja teir stórvegis trupulleikarnir. Í teimum fyrru X-Men filmunum, varð Stryker leiktur av skotska Brian Cox, sum megnaði frálíkt at spæla upp ímóti Jackman. Huston megnar hetta ikki nær líka væl, og tí er tað sera løgið, at framleiðararnir handan filmin ikki valdu at nýta Cox við hjálp av digitalum snildum, sum eisini vórðu nýttar í X-Men 3.
Valið av bi-persónum, sum dentur verður lagdur á, er eisini sera keðiligt. Leikararir, sum mannað liðið hjá Stryker eru Ryan Reynolds, Dominic Monaghan, Kevin Durand, Daniel Henney og will.i.am.

Eru tit sum eg, kenna tit helst bara Monaghan og Reynolds, og teir spæla eisini sera sannførandi, tað tíðina teir sleppa, tí teir fáa ræðuliga lítla tíð at skína, meðan Durand, Henney og will.i.am fáa nóg nógva tíð, sum teir faktisk ikki megna at brúka nóg væl.
Jackman spælir heilt hampuligt, men tað er Schrieber sum stjelur showið sum Sabretooth. Hann er uttan at gera ov nógv av, ein av teimum heilt góðu skurkunum, og vit mugu bara vóna, at hann sleppur at leika rolluna enn eina ferð, tá Wolverine 2 kemur.
Men filmurin er um Logan, og tíverri má sigast, at søgan er rættiliga keðilig, og brúkar alt ov nógvar konventiónir. Vit síggja Logan royna at sláa seg niður sum familjumaður, men tað ydnast ikki, og tí fer hann út at berjast, so tann miðalvánaligi aktionfilmurin veruliga kann byrja. Mrn vit hava ikki bara sett reyvina í biografsetrini fyri at síggja ein aktionfilm. Vit vilja síggja Logan blíva til Wolverina, ella í øðrum orðum. Vit vilja síggja hann fáa hasar metalklærnar. Trupulleikin er bara tann, at vit hava sæð hetta sum eitt flash-back í teimum gomlu filmunum, og tí riggar henda senan í rættiliga. Hon kann ikki samanberast við senuna, tá Anakin bleiv til Vader í Revenge of the Sith, sum faktiskt eisini var ein vánalig upprunasøga. Kanska skuldu filmsframleiðarar líka hugt eftir Batman Begins, áðrenn teir bara at gera eina myrka upprunasøgu um ein annan teknuseriu-figur.
Men sjálvt um søgan ikki er góð, eru aktionsenurnar tað. Eksplosiónirnar eru frálíkar, og serliga er síðsta kampsenan frálík. Tað er tó eitt, sum órógvaði undirritaða. Flestu special-effektirnar vóru frálíkar, men adamantiumklærnar hjá Logan sóðu sera falskar út, tá vit sóðu tær nær við, og hetta er sera skuffandi. Tí um mann ger ein film um Wolverine, so mugu klærnar vera í lagi, eingin umbering.

Í stuttum:
Filmurin megnar akkurát at fáa 3/5, so hann kann bara viðmælast um tú veruliga dámar X-Men, ella einki annað hevur at gera okkurt kvøldið og gjarna vil síggja ein aktionfilm. Tónleikurin er tó í topp, og allar vittigheitirnar sita, so filmurin er ikki heilt fortaptur.



Síður: -

Viðmerkingar: 7
Síða [1]
Funkasy

30/01/2010

Stað: -
Innlegg: 604
# 1 - 08/05/2009 klokkan 00:31

Hon kann ikki samanberast við senuna, tá Anakin bleiv til Vader í Revenge of the Sith, sum faktiskt eisini var ein vánalig upprunasøga.

FAAAAAAAAIIIIIIIIIILLLLLLLLLLLLLLLLL
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 2 - 08/05/2009 klokkan 00:46

Nei, onki fail har. Star Wars er heilt øgiliga uppreklamera. Men handan myndin luktar eitt sindur av fail. Ov stór til síðuna.
Bara eitt sindur fail...

Men annars, fínt skriva. Eg var byrjaður at halda, at tú ikki longur skrivaði ummælir her.
Gott at síggja at eg fór skeivur. Eg saknaði tey.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 3 - 08/05/2009 klokkan 01:05

O M G. IKKI FLAMA STAR WARS! EG DREPI TYKKUM >=(
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 4 - 08/05/2009 klokkan 02:12

Ja, myndin er kanska ov stór...
Skal vita um eg ikki kann rætta tað

EDIT: Sodan, nú skuldi síðan verið fín


Siðst broytt av Gaffer tann 08/05/2009 klokkan 02:16 (broytt 1x)
Vagnur

12/12/2014

Stað: -
Innlegg: 259
# 5 - 08/05/2009 klokkan 06:17

Eg eri ikki tann stóri X-Men fjepparin og kendir heldur ikki ov nógv til tað. Men eg fann hendan filmin SERA undirhaldandi! og eg vil ráða hann til øll ið dáma Actionfilmar, og filmar við góðum scripti
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 6 - 08/05/2009 klokkan 22:09

Ehmm.... Hesin filmurin hevði ikki eitt gott leikrit


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 7 - 12/07/2014 klokkan 08:50

kept polo ralph his louboutin tongue oakley sunglasses in soccer jerseys control tory burch outlet from reebok shoes the insanity workout past converse shoes few days birkin bag is again gone louis vuitton outlet online into prada handbags making yet another controversial chanel handbags statement today. nfl jerseys TRS bottega veneta chief longchamp KCR north face outlet who herve leger attended the asics running wedding lululemon outlet occasion ray ban of karen millen the Son and daughter of mont blanc the true religion outlet Ex-MLA louis vuitton handbags and valentino shoes TRS coach outlet store leader ray ban outlet Solipeta toms shoes Ramalinga burberry Reddy true religion jeans and blessed the coach factory outlet newlywed oakley sunglasses couples. soccer shoes Later mulberry taking chi hair straighteners the coach purses mike and ghd hair speaking he said louboutin that tradition of hollister wearing the ralph lauren mangala suitra longchamp outlet is coach outlet nowhere in louboutin the michael kors outlet Hindu new balance shoes epics true religion and mcm handbags that it longchamp a coach outlet part of the juicy couture outlet Hindu tradition marc jacobs is not salvatore ferragamo at all. supra shoes

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.