Spæl ummæli: Psychonauts
Skrivað hevur PSnake tann 14/05/2009 klokkan 08:31 1


Har er ein hárfínt mark millum at verða flogvit og svakur, men onkursvegna megnaði virkið Double Fine bæði tvey í spælinum Psychonauts. Børn verða boðin vælkomin til eina legu fyri serlingar, børn við serligum sálarligum førleikum, tá ungi Razputin kemur upp í part. Hann hevur sníkt seg inn so hann kann blíva ein Psychonaut, og her byrjar søga hansara.
Tú ert ungi Razputin, ið hevur einastandandi psykiskar førleikar sum kunnu næstan mátast við teimum bestu. Men tíðanverri er ikki nógv tíð hjá unga Rasputin at verða á leguni alla tíðina út, tí foreldur hansara skulu koma eftir honum; hann var ikki skrivaður upp til leguna. Hann hevur bert 2 dagar at blíva ein Psychonaut; so er bara at skunda sær!
Orðið Psychonaut er sett saman av orðunum psycho og naut. Psycho er av grikska orðinum fyri vit og sál, ímeðan Naut er sjómaður: í øðrum orðum ert tú ein sálarsjómaður, og spælið roynir ikki at goyma hetta so mikið sum eitt sekund. Tín uppgáva er at læra at ferðast í hugaheiminum hjá fólki fyri at klára uppgávur tínar. Hvørjar tær eru vil eg tó ikki siga, síðan tær avspegla ov nógv at søguni.




Síður: 1 2 3 4 >

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
HForce

08/11/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 1 - 14/05/2009 klokkan 21:12

Nice, havi ofta hugsað um at royna hetta spælið. Havi hoyrt nógv gott um tað.
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 2 - 14/05/2009 klokkan 22:10

Fínasta slag. Væl skriva, men kanska eitt sindur stutt. Nógv meira kann sigast um so gott eitt spæl sum hetta. Mær dámar tó ordiliga væl uppsetingina.

Ummæli minnir meg á hvussu nógv eg gleði meg til Brutal Legend.
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 3 - 15/05/2009 klokkan 03:11

hmmm, hugsaði eisini um akkurát tað sama. Eg daggføri tað einaferð seinni

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.