Terminator Salvation - ummæli
Skrivað hevur Gaffer tann 07/06/2009 klokkan 05:38 1

Terminator Salvation

Ja, so var aftur eitt ”reboot” at síggja í bio-hølunum, og hesaferð skuldi Terminator ”rebootast”. Maðurin handan filmin er McG, sum mangt annað hevur staðið aftanfyri Charlie’s Angels-filmarnar. Tíverri boðar hetta ikki fyri góðsku.
Filmurin er settur í 2018, har menniskju og maskinur eru í kríggj, og hetta er eisini fyrstu ferð, at Terminator-fjepparar sleppa at uppliva hetta kríggj, sum bara er blivið tosað um fyrr. De facto leiðarin hjá mannaættini er sjálvur Bruce Wayne…. Nei, eg meini John Connor, men tað er tó ikki lætt at kenna mun á hesum báðum persónum, tí Christian Bale leikar báðar akkurát á sama hátt. Grumma, teskirøddin, sum nógv gjørdu gjøldur úr, tá Bale nýtti hana í TDK, verður aftur nýtt. Men lat tað vera sagt: Hon riggar yvirhøvur ikki! Tað tekur meir enn helvtina av filminum áðrenn Bale finnur útav at tosað sum eitt vanligt fólk, og tá riggar tað faktiskt øgiliga væl.
Í hinum leiklutunum eru m.a. Sam Worthington sum Terminatorin Marcus, og hann leikar ikki serliga illa, men hvussu ber tað til, at allir Terminatorarnir eru bygdir í Amerika, men teir skulu opinbart tosa sum Eysturríkarar og Australiumenn? Løgið.
Kyle Reese, sum er yngri enn Connor. men sum tó er pápi hansara, verður leiktur av Anton Yelchin, og hann er tann einasti, ið megnar at fáa eina ordiliga framførslu fram. Bryce Dallas Howard spælir Kate, sum er konan hjá John Connor, og tað, sum hon megnar í øllum filminum, er at síggja skítforrvirrað út 100% av tíðini.

So nei, leikaraframførslurnar eru einki at reypa av. Men er søgan nakað betri?
Filmurin byrjar í 2003, har deyðsfangin Marcus skal avrættast. Hann ger tó av, at donera kropp sín til læknafrøðiligar royndir. Filmurin loypir síðani fram til 2018, har menniskju og maskinur eru í kríggj, og har er ikki gott at vera. John Connor er av mongum hildin at vera ein profetur, tí hann kann siga framtíðina. (Hetta kann hann, tí hann hevur jú fingið vitjan av fleiri Ahnuldum í fyrndini.) Men herovastarnir leggja lítið í Connor, og eru nógv úti eftir honum. Men filmurin er løgið nokk ikki um Connor, men um Marcus.
Marcus vaknar og rýmir úr einari fabrikk beint áðrenn Connor spreingir hana í luftina, og fer síðani til gongu til LA. Her møtir hann Kyle Reese og lítlu deyvu gentuni Star, sum eru limir í Mótstøðurørsluni. Reese og Star verða tó tikin til fanga av maskinunum, og Marcus má tí fara at leita eftir Connor.
Ímeðan leitar Connor eftir Reese, tí Reese, sum jú er pápi Connor, má ikki doyggja, tí hann skal seinni sendast aftur í tíðina at gera mammu Connor upp á vegin, so Connor kann føðast. Í øðrum orðum: Um Reese doyr í 2018, vil eitt tíðar-paradoks uppstanda og Connor vil ikki vera til longur. (og helst vil rúm-tíð kontinumið upplosyast… Soleiðis hevði Doc Brown sikkurt greitt frá tí)
Alt hetta var eg noyddur at finna út av á netinum, aftaná eg hevði sæð filmin, so Kate Connor var ikki tann einasta, sum var skítforrvirrað.
Søgan er ikki bara ørkymlandi, men hon er faktiskt botnkeðilig. Har eru fleiri langar og flottar actionsenur, men eingin handling er millum senurnar. Ikki at gloyma at ein av teimum mest týdningarmiklu senunum í filminum, longu bleiv avslørað í trailaranum.
Persónarnir í filminum eru heldur ikki áhugaverdir, tí teir verða slett ikki útformaðir ordiligt. Ikki fyrr enn eitt gott pettið aftaná steðgin, bleiv filmurin eitt sindur spennandi, men tá kundi tað næstan gera tað sama. Tá vildi eg bara hava at filmurin skuldi enda.

Í stuttum:
Ein flottur, men illa skrivaður, illa spældur og illa samansettur filmur. Fjepparar av Terminator-røðina vilja helst skilja alt tað, sum eg ikki skiltið, men tá mann reklamerar filmin sum eitt reboot, má mann eisini loyva óvitum at njóta líka nógv sum tey, sum kenna søguna frammanundan.
Filmurin er flott pakkaður inn, men manglar innihald.



Síður: -

Viðmerkingar: 17
Síða [1]
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 1 - 07/06/2009 klokkan 06:19

Tú heldur kanska at Nick Stahl virkaði meir sum ein hardcore resistance leader enn Christian Bale?


Eg haldi tú kundi givið filmin 1 stjørnu meir tbh, ikki tí hann var nakað serliga góður. Men ja, eg helt eisini at filmurin var ov nógv um Marcus. Mær dámar ikki tá stórir episkir war-movies fara so langt niður á tað persónliga planið sum at fylgja ein persón og hansara leiklut í krígnum allatíðina, óansæð hvussu stórur tann leikluturin er.
Annars gloymdi tú at siga, at McG eisini produseraði "The Pussycat Dolls Present: Girlicious"
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 2 - 07/06/2009 klokkan 06:21

Nei, men var tað neyðugt hjá Bale at tosað sum Batman?
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 3 - 07/06/2009 klokkan 06:24

Kanska hann bara tosar so tá hann teskar álvarsliga
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 4 - 07/06/2009 klokkan 06:33

ja, men hví skal hann altíð vera so álvarsligur
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 5 - 07/06/2009 klokkan 06:44

Tí at hann og øll fólk eru á the brink of extermination?
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 6 - 07/06/2009 klokkan 06:49

Tað sum eg meini við, er at tað er óneyðugt hjá Bale altíð at vera so serious... Ikki hví Connor er serious
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 7 - 07/06/2009 klokkan 06:53

Fyri at geva eina trúverduga performance. Connor er serious, so er Bale serious. Røddin hjá tær er ikki nakað tú bara kanst broyta So um tað er so, hann teskar seriøst, so er tað so.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 8 - 07/06/2009 klokkan 07:04

Jamen Bale snakkar ikki soleiðis vanligt!
Hann spælir nógvar aðrar filmar, har hann ikki brúkar hasa røddina, men er seriøsur alíkavæl
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 9 - 07/06/2009 klokkan 07:13

OK! Tað var kanska eitt sindur ópassandi at brúka the Batman voice :/ Men eg haldi hann portray'aði John Connor øguliga væl og nógv betur enn Nick Stahl.
Slinkey

10/02/2016

Stað: -
Innlegg: 1815
# 10 - 07/06/2009 klokkan 10:28

Tað er meiningin at hann skal vera hardcore, sum ein leader ffs. Vit vilja ikki hava ein pussy, sum leader.

Acting var góður haldi, uttan tað hjá Christian Bale.

Tað fór ikki djúpt í søguna, sum eg helt var ikki gott, men hon var fín. Eg hevði givið filmin 3 stjørnur.
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 11 - 07/06/2009 klokkan 16:55

True, sá hann ígjár og haldi at har manglaði okkurt.
Eg væntaði meir kríggj í filminum, tað sá út sum har manglaði maskinur ella okkurt.

Btw, Tað var ikki Connor sum brast fabrikkina í luftina. tað vóru maskinurnar meðan teir flýddu undan honum.
Tey sloppu eina atombumbu har niður meðan hansara menn vóru har.
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 12 - 07/06/2009 klokkan 20:37

So for helv...
BRÚKTI HANN HASA LORTA RØDDINA AFTUR NÚ?!

Var tað ikki nóg mikið at hon oyðilegði tveir Batman filmar? Hví fatar maðurin ikki, at handan røddin hvørki ljóðar álvarslig ella hóttandi?
Hann ljóðar sum ein ketu-roykjari við krabbameinið í hálsinum. Hann ljóðar sum um hann hevur koyrt líkið hjá Louis Armstrong í ein blendara, og drukkið úrslitið! Røddin ljóðar púra láturlig!

What happened, Bale? You used to be cool. ;(
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 13 - 07/06/2009 klokkan 21:35

Bale spældi rolluna gott.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 14 - 07/06/2009 klokkan 22:18

Nei. Eg haldi Bale skal fara at hyggja at American Psycho, og finna seg sjálvan aftur
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 15 - 07/06/2009 klokkan 23:39

røddin kom ikki í nærnámind av batman!

Connor: http://www.youtube.com/watch?v=pcg5t0mT8V4 (0:30)

Batman: http://www.youtube.com/watch?v=FP9GCvfyT64 (1:28)

Eg helt Bale riggaði væl, men filmurin manglaði okkurt.. Hann manglaði í øllum førum ikki action, tí tað var action frá scenu 2 av..
Slinkey

10/02/2016

Stað: -
Innlegg: 1815
# 16 - 23/06/2009 klokkan 06:12

True... tað er ikki Batman voice.


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 17 - 12/07/2014 klokkan 08:51

kept polo ralph his louboutin tongue oakley sunglasses in soccer jerseys control tory burch outlet from reebok shoes the insanity workout past converse shoes few days birkin bag is again gone louis vuitton outlet online into prada handbags making yet another controversial chanel handbags statement today. nfl jerseys TRS bottega veneta chief longchamp KCR north face outlet who herve leger attended the asics running wedding lululemon outlet occasion ray ban of karen millen the Son and daughter of mont blanc the true religion outlet Ex-MLA louis vuitton handbags and valentino shoes TRS coach outlet store leader ray ban outlet Solipeta toms shoes Ramalinga burberry Reddy true religion jeans and blessed the coach factory outlet newlywed oakley sunglasses couples. soccer shoes Later mulberry taking chi hair straighteners the coach purses mike and ghd hair speaking he said louboutin that tradition of hollister wearing the ralph lauren mangala suitra longchamp outlet is coach outlet nowhere in louboutin the michael kors outlet Hindu new balance shoes epics true religion and mcm handbags that it longchamp a coach outlet part of the juicy couture outlet Hindu tradition marc jacobs is not salvatore ferragamo at all. supra shoes

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.