State of Play - ummæli
Skrivað hevur Gaffer tann 19/06/2009 klokkan 07:16 1

State of Play

Russell Crowe kann nú aftur síggjast í myrku kykmyndahølunum, og stóri spurningurin er, um State of Play er nakað betri enn senasti Crowe-filmurin Body of Lies, sum ikki var nakað at reypa av.
Nýggi filmurin er leikstjórnaður av bretska Kevin Macdonald, og sjálvt um hetta navnið ikki sigur nakað, so skal nevnast at hesin stóð aftanfyri frálíka filmin um Ugandiska einaræðisharran Idi Amin. Eg tosið sjálvandi um Oscar-tilnevnda The Last King of Scotland, so vit burdu vænta okkum nakað gott frá State of Play.
Filmurin byrjar við, at ein maður verður skotin í náttarmyrkinum í Washington DC. Eitt pizzaboð, sum kom koyrandi framvið, varð eisini skotið men yvirlivdi. Næsta morgun er tíðindamaðurin Cal McAffrey (Russell Crowe) á staðnum, og vit síggja beinanvegin, at McAffrey er ein nasadjarvur journalistur, sum løgreglan ikki dámar.
Um somu tíð skal politikarin Stephen Collins (Ben Affleck) byrja eina kanning av virkinum PointCorp, hvørs leigusoldatar stjórnin nýtir í krígnum í Irak. Nakað tað sama sum Blackwater. Tíðindafundurin, sum tekur pláss henda morgun, verður tó steðgaður, tá Collins fær at vita at eina av hansara hjálparfólkum, Sonia, hevur gjørt sjálvmorð. Collins byrjar at gráta framman fyri øllum myndatólunum, og miðlarnir fanga beinanvegin, at kongresslimurin hevur havt eina afferu.
Collins fer so seinni at vitja McAffrey, sum er ein gamal skúlafelagi, tí miðlarnir hava umringað húsi hjá honum. Teir koma so til tað niðurstøðu, at Sonia (sjálvandi) ikki drap seg sjálva, og konspiratiónsteoriirnar byrja.

Burturfrá Crowe og Affleck eru eisini Rachel McAdams, sum unga hjálparinnan hjá McAffrey, og Helen Mirren sum irritabla og bannandi blaðstjórin á The Washington Globe.
Leikaraframførslurnar eru góðar, men tær gerast tíverri ongantíð betri enn tað, og hetta er eitt sindur keðiligt, tí vit vita jú at Macdonald hevur eginleikan til at fáa genialar framførslur burtur úr sínum leikarum. Vit minnast øll Forest Whitaker sum psykopatiski Idi Amin. Leikstjórin hevur eisini heilt góðar leikarar at arbeiða við, so nakað skuffandi er tað, at eingin loypur úr løritinum so at siga. Men millum leikararnar er tó ein positiv og óvæntað framførsla. Ben Affleck, sum ongantíð hevur verið kendir fyri sínar eginleikar sum sjónleikari, megnar sera væl at fáa persónin Stephen Collins og hansara kenslur fram, og hetta er sera gleðiligt.
Tað er tó søgan, sum er í hásæti. At byrja við kenst filmurin sum ein púra vanligur konspiratiónsthrillari, men søgan megnar fleiri ferðir at venda og snara sær sjálvandi, og summar tíðir hendi tað tíverri at eg misti tráðin. Men filmurin megnaði elegant at hjálpa mær at finna endan aftur. Tú fert ikki at kunna gita nógvar av snaringunum, tí tær eru ofta óvæntaðar, men tað virkar ongantíð sum um at tú sum hyggjari verður snýttur, og tað er tekn uppá ein góðan spenningsfilm.
Leikritið er eisini væl skrivað og dialogurin virkar veruligur, og serliga er tað Helen Mirren sum fær nógvar góðar replikkir, og hennara konfliktir við Crowe er sera gott comic relief. Tað er ikki ofta at mann kann flenna at tí sum hon sigur á skíggjanum.

Í stuttum:
Tað er ikki so nógv at siga um State of Play, uttan at tað er ein góður spennings-krimi-konspiratiónsfilmur, so um tú dámar sovorðið nakað, er hetta ein filmur fyri teg. Góðar leikaraframførslur og ein góð og ofta-snarandi søga.



Síður: -

Viðmerkingar: 6
Síða [1]
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 1 - 19/06/2009 klokkan 07:29

Eg eri heilt samdur, hugdi eftir honum í kvøld.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 2 - 19/06/2009 klokkan 09:19

Fínur spenningsfilmur indeed, men at tú gevur hann meir enn '7 Pounds' skilji eg ikki.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 3 - 19/06/2009 klokkan 17:29

Gloym Seven Pounds for christ sake.
Hann sokkaði
Morgan

20/11/2009

Stað: -
Innlegg: 1156
# 4 - 19/06/2009 klokkan 17:43

Eg klári ikki fyri at síggja Russel Crowe sum ein worn out junkie.... Tá hann spældi við Gladiator tá var tað nakað av tí góða! Kann hann ikki í øllum førum klippa hattar fkn hippie hári... wtf :<
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 5 - 19/06/2009 klokkan 19:03

Nei, Crowe var fínur. Gleði meg annars nógv til at síggja hann sum Robin Hood


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 6 - 12/07/2014 klokkan 08:52

kept polo ralph his louboutin tongue oakley sunglasses in soccer jerseys control tory burch outlet from reebok shoes the insanity workout past converse shoes few days birkin bag is again gone louis vuitton outlet online into prada handbags making yet another controversial chanel handbags statement today. nfl jerseys TRS bottega veneta chief longchamp KCR north face outlet who herve leger attended the asics running wedding lululemon outlet occasion ray ban of karen millen the Son and daughter of mont blanc the true religion outlet Ex-MLA louis vuitton handbags and valentino shoes TRS coach outlet store leader ray ban outlet Solipeta toms shoes Ramalinga burberry Reddy true religion jeans and blessed the coach factory outlet newlywed oakley sunglasses couples. soccer shoes Later mulberry taking chi hair straighteners the coach purses mike and ghd hair speaking he said louboutin that tradition of hollister wearing the ralph lauren mangala suitra longchamp outlet is coach outlet nowhere in louboutin the michael kors outlet Hindu new balance shoes epics true religion and mcm handbags that it longchamp a coach outlet part of the juicy couture outlet Hindu tradition marc jacobs is not salvatore ferragamo at all. supra shoes

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.