Brüno - ummæli
Skrivað hevur Gaffer tann 16/07/2009 klokkan 08:33 1

Brüno

Longd: 1t 21min. Alursmark: 15 ár

So var Sacha Baron Cohen aftur við einum mockumentary. Sjálvur vildi eg heldur kallað henda filmin ein shockumentary, tí ein verður sanniliga sjokkeraður av hesum filmi.
Hava tit sæð Borat, so vita tit hvat Bruno er fyri filmur. Tann vanligi amerikanski borgarin verður útsettur fyri tí Eysturríska über bøssanum Brüno (Cohen), og ímeðan at Cohen ger alt fyri at sjokkera, vamla og forskrekkja tann stakkals amerikanaran við øllum bøssa-stereotypum, sum hann kann finna uppá verður tað filma so at vit kunnu sita og flenna og flenna og flenna...
Filmurin hevur sjálvandi eina søgu alíkavæl. Brüno er verturin av einari mótasending í Eysturríki, sum verður nevnd Funkyzeit. Men tá hann kemur til at klebra seg uppí alskins klæðir í einum móta-showið í Milan, verður hann koyrdur frá Funkyzeit. Hann og hjálparin Lutz gera tí av at fara til Amerika, so Brüno kann gerast størsta Eysturíkska stjørnan síðan Hitler.

Sum sagt minnir filmurin stívíst sera nógv um Borat. Vit hava ein útlending, sum fer til Amerika at royna eydnuna, og ímeðan verða alskins fólk eyðmýkt. Tað kundi enda við, at formulin fór at vera ov gamal, men so er ikki. Filmurin er líka um ikki meira stuttligur enn Borat, og hetta kemur mest av, at humorin í Brüno er nógv, og eg meini nógv grovari enn í tí fyrra filminum, so um tú ikki dámar at síggja ein heilan minutt av svingandi murti, er hesin filmurin ikki fyri teg.
Men tað stuttligasta er sjálvandi hvussu fólk reagera uppá super-bøssan. Mann kundi sagt, at tey flestu fólkini í filminum eru homofobar, og summi er tað uttan iva. Men faktum er tó, at Cohen faktiskt spælir Brüno akkurát sum homofobisk fólk rokna við at ein bøssi uppførir seg. Flamboyantur og roynir at skora allar menn. Tí tykist tað sum at summi av fólkunum í filminum verða bóndafangaði.
Filmurin riggar eisini heilt væl sum ein samfelagskritikkur. Hetta síggja vit best, tá Brüno heldur audition fyri foreldrum av ymiskum smábørnum, ið skulu vera við í eini myndarøð við myrka barninum hjá Brüno. Foreldrini vera spurd um børnini hjá teimum kunnu gera ymisk ting, sum eitt vanligt foreldur hevði sagt korta nei til, men hesi foreldrini, sum desperat vilja at børnini hjá sær skulu vera kend, siga bara ja til alt. Tá flenti eg ikki. Tá var eg sjokkeraður av, hvat summi foreldur kunnu finna uppá.
Filmurin er ein sokallaður mockumentary, men summar hendingar eru heilt sikkurt planlagdar, og hendingin omanfyri kann væl vera tað, men tað virkaði ikki so, tí tú sum hyggjari leggur beinanvegin merki til nær okkurt er planlagt ella ikki, og tí oyðileggur hetta ikki filmin.

Í stuttum:
Hetta er í botn og grund Borat við einum bøssa í høvuðsleiklutinum, men av tí at humorin er grovari og stuttligari, kann hann tilráðast øllum teimum, sum hava sans fyri sovorðnan humor.
Filmurin kann tó ikki síggjast meira enn einaferð, og tað tykist tíverri sum um nøkur vera bóndafangaði.



Síður: -

Viðmerkingar: 7
Síða [1]
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 1 - 16/07/2009 klokkan 18:41

"Filmurin kann tó ikki síggjast meira enn einaferð, og tað tykist tíverri sum um nøkur vera bóndafangaði."
Hattar eri eg ósamdur í. Eg havi sæð Bruno og eg vil gjarna síggja hann umaftur, tí har vóru nógv extremt flenni scenur sum eg vil síggja aftur. (E.g.) hja Psychic.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 2 - 16/07/2009 klokkan 20:44

Hatta er sjálvandi ein smak-sak, men eg minnist seinnu fer eg sá Borat, og tað var yvir høvur ikki líka skeg, so...
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 3 - 16/07/2009 klokkan 20:51

Bruno kann síggjast fleiri ferðir og hann er væl betri enn Borat. Eg haldi eisini, at hetta ikki bert er Borat við einum bøssa í høvuðsleiklutinum. Bruno er betri planlagdur enn Borat og filmurin megnar eisini betri at 'mocka' offrini. Paula Abdul verður t.d. sett í eina støðu har hon kann velja at fara burtur frá interview'inum beinanvegin og har við verða lýst sum homofobisk, ella gera interview'ið liðugt og har við verða lýst sum rasistisk.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 4 - 16/07/2009 klokkan 20:54

Ah, helt tú hann var betri planlagdur enn Borat? Tað helt eg ikki rættiliga. Eg helt tað var eitt mish-mash av ymsum senum eins og í Borat, men tað riggar.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 5 - 16/07/2009 klokkan 21:40

Eg haldi at Borat hevur fleiri set-up scenes enn Bruno, og tær eru sum oftast ikki líka stuttligar sum tær, har 'victims' eru við.
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 6 - 16/07/2009 klokkan 23:19

Eg haldi í hvussu so er, at filmurin var øgiliga, øgiliga góður. Hann hevði ein "wtf" factor, sum riggaði simpulthen so væl, betri enn í Borat.


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 7 - 12/07/2014 klokkan 08:53

kept polo ralph his louboutin tongue oakley sunglasses in soccer jerseys control tory burch outlet from reebok shoes the insanity workout past converse shoes few days birkin bag is again gone louis vuitton outlet online into prada handbags making yet another controversial chanel handbags statement today. nfl jerseys TRS bottega veneta chief longchamp KCR north face outlet who herve leger attended the asics running wedding lululemon outlet occasion ray ban of karen millen the Son and daughter of mont blanc the true religion outlet Ex-MLA louis vuitton handbags and valentino shoes TRS coach outlet store leader ray ban outlet Solipeta toms shoes Ramalinga burberry Reddy true religion jeans and blessed the coach factory outlet newlywed oakley sunglasses couples. soccer shoes Later mulberry taking chi hair straighteners the coach purses mike and ghd hair speaking he said louboutin that tradition of hollister wearing the ralph lauren mangala suitra longchamp outlet is coach outlet nowhere in louboutin the michael kors outlet Hindu new balance shoes epics true religion and mcm handbags that it longchamp a coach outlet part of the juicy couture outlet Hindu tradition marc jacobs is not salvatore ferragamo at all. supra shoes

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.