Transformers: Revenge of the Fallen - ummæli
Skrivað hevur Gaffer tann 16/07/2009 klokkan 09:11 1

Transformers: Revenge of the Fallen

Longd: 2t 30min. Aldursmark: 11 ár

Skapskiftandi robottarnir úr rúmdini eru aftur, og tað er enn blockbuster-leikstjórin Michael Bay, ið stendur handan myndatólið.
Nú er Sam (Shia LeBouf) vorðin gamal nokk til at fara á universitet, og eftirsum at hann er tann fyrsti í familjuni sum fer, eru foreldrini sera spent. Daman Mikaela (Megan Fox) kemur ikki við, so tey fara at royna at long-distance forhold. Men Sam er ikki so frætt sum farin heimanifrá áðrenn løgin ting henda. Hann finnur eitt pettið av the All Spark, sum skjóttliga setur eld í húsini. Seinni frætta vit, at All Sparkurin hevur brent ymiska vitan inn í heilan á Sam, og hetta elvir til sera stuttligar fyrilestrar í stjørnufrøðitímanum, har Sam roynir at mótprógva sjálvan Einstein.
Teknini sum Sam sær í høvdinum, eru tó eitt kort til ”The Matrix of Leadership” (come on, høvdu tey ikki kunna funnið uppá okkurt meira originalt), sum kann taka alla orku frá sólini. Hetta er ein maskina sum the Decepticons gjarna vilja hava fatur í, og filmurin er sparkaður í gongd við 120 km/t.

Sigast má beinanvegin, at tað ikki er søgan, sum berir henda filmin. Hon er sera gemen, og gerst als ikki spennandi og tað hjálpir ikki, at filmurin er alt ov langur. Tað verður tó roynt av øllum alvi, at halda okkum áhugaði við nøkrum av teimum bestu special-effects senunum nakrantíð. Tíverri halda sovorðnar senur ikki í longdini, um tær ikki hava okkurt innihald at binda tær saman.
Filmurin er tó ikki bara vánaligur, tí okkurt av dialoginum er sera stuttligt. Her meinast serliga við foreldrini hjá Sam. Serliga kann bítast merki í senuna, tá mamman hevur etið for nógvar hasj-kakur.
Seinni í filminum fáa Sam og Mikaela, sum sjálvandi skal við á ferðina, sjálvt um hon einki ger til nýttu uttan at renna í slow-motion, (sum sjálvandi eisini kann vera gott) hjálp frá teldunørdinum Simmons, sum verður leiktur av Jesús úr the Big Lebowski. Hesin figurur syrgir eisini fyri nøkrum av humorinum.
Vegna humorin er fyrri parturin av filminum heilt okay, men seinna helt gerst ein long aktion-sena, og tá tann obligatoriska kensluliga løtan eftir bardagin kemur, riggar hon ikki, tí bardagin hevur hildið á í einar 30 minuttir. Tað er also ov leingi, um vit skulu haldast fast í stólunum gjøgnum ein film, sum varar heilar tveir og ein hálvan tíma.
Men vit mugu líka til síðst venda aftur til humorin - t.v.s. tann fysiska humorin. Er tað veruliga neyðugt at ein lítil robottir skal pula beinið hjá Megan Fox, sum ein hundur? Og er tað veruliga neyðugt at robottarnir skulu hava testiklar? Fáa vit so ein robot-penis á la Watchmen at síggja í 3'aranum?

Í stuttum:
Ein sera flottur filmur, sum stórliga manglar innihald. Fyrra helvtin er okay, men seinna helvtin er rein tortur. Ansa eftir tú ikki sovnar um tú fert at hyggja eftir Transformers.



Síður: -

Viðmerkingar: 13
Síða [1]
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 1 - 16/07/2009 klokkan 14:31

Eri stórliga óeinigur. Helt hann vera heilt góðan.

Grundin til at eg dámdi fyrsta filmin var tí at tað var so nýtt við hesum robottunum. Tá hesin ikki er nýggjur á tann hátt, so hevur hann ikki tað, men av tí hann var so góður, so helt eg hann vera enn betri enn tann fyrra.
Eg hevði givið honum 4 stjørnur, um ikki 5.

Havi hugt runt á netinum eftir hvat fólk halda um hann, og tað er 50-50.
Antin hatar tú filmin, ella elskar tú hann.
FKay

17/03/2017

Stað: -
Innlegg: 55
# 2 - 16/07/2009 klokkan 16:34

Transformers: RotF er mega góður. Allur filmurin. Yvirraskandi stuttligur, og nógv betri enn tann fyrsti filmurin. Eg eri samdur við Bankai at hann skuldi fingið 4 ella 5 stjørnur.
Har aftur ímóti gavst tú eisini Bruno 4 stjørnur. Sjálvt um tann filmurin er ein tann ólekkrasti filmurin eg havi sæð. Stuttligur viðhvørt, men meira enn helvtin av filminum bara ólekkur og man vil spýggja. So smag og behag
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 3 - 16/07/2009 klokkan 18:31

Gaffer dugur ikki at geva ratings, Transformers 2, er einans verdur 1 stjørnu.
Sum ein segði á Imdb message Boards "It felt like i left an epic battle, with my brain left behind to die". Tað er so true, fail qoutes og langar *Boring* fight scenes, gott í byrjani, men aftaná ein tíma út í eitt...
DerMeister

26/05/2015

Stað: -
Innlegg: 983
# 4 - 16/07/2009 klokkan 18:50

eg eri totalt samdur við Pavlo.. eg hevði givið filmin í hægsta lagið eina stjørnu, og tað er bara pga. special effects at eg hevði givið filmin so nógv. Michael Bay átti at veri ein sum ger pornofilmar, og ikki huge filmar sum transformers, tí:
- har eru hundar sum vera vístir 2 times sum mogga, har pápi Sam líka má commentera at hann fer at sýggja nógv slíkt í high scool.
- sum Gaffer segði, so er tað eisini ein robot sum pular beini á einum (meðan hann sigur "say my name")
- har eru huge robot testicles..
- so foreldrini hjá Sam, ið eru entá meira dirty enn í 1'arin (quote frá transformers 1: "Son are you masturbating"). har er eisini nógv annað sum sikkurt ikki er vert at minnast.

eg má siga at eg roknaði við at tað fór at blíva tann fantastiska vánaligi dialogurin sum var í transformers 1, men tá eg hugsaði at hetta ikki kundi blíva verri, so hendi tað anyway... eisini í endanum tá mann sær at filmurin finally er við at blíva liðugur, so koyra tey fanimi 10 min. av filminum í slow motion.. my God eg vil hava pengarnar aftur.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 5 - 16/07/2009 klokkan 20:43

For once eri eg einigur við Gaffer
Bankai og FKay... ?????
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 6 - 16/07/2009 klokkan 20:43

Tað er torført at siga hvør "dugir" at geva ratings.
Eg haldi 2/5 er rættiliga fair, tí eg var faktiskt rættiliga undirhildin áðrenn pausuna, men seinna helvt oyðilegði filmin heilt.
Haldi meg ikki hava givið 1/5 fyrr, so tað gpyma vit til ein truly horriblan film.
DerMeister

26/05/2015

Stað: -
Innlegg: 983
# 7 - 17/07/2009 klokkan 01:35

0/5 eigur eisini at vera ein møguleiki...
FKay

17/03/2017

Stað: -
Innlegg: 55
# 8 - 17/07/2009 klokkan 07:05

</wall.of.text> Wow... Hvat #%*"! gera tit á hesi síðuni. Hatta er ein Sci-Fi filmur. Far og hygg at Twilight ella Star Trek um alt skal vera so seriøst........................ Veit ikki hvat eg skal siga við hini. Tá tit fara í biograf (ella sum onkur sikkurt hevur oyðilagt filmin við, tikið hann niður í CAM kvaliteti) havi so gott lag við tykkum. Ikki tað eg havi ALTÍÐ lágar forvantningar við mær tá eg fara at hyggja at øðrum slagið av filmi enn skemtifilmi Tað einasta í filminum eg kann kritisera var tá robottarnir høvdu sovorigar mega kiksaðar punchlines til ein bardaga ella tílíkt. Mega stuttligur, flottur, spennandi og stuttligur filmur. <wall.of.text> PS Orki ikki at gera reglubrot atm, og heldur ikki at rættlesa fyi
Blizzmaster

07/04/2018

Stað: -
Innlegg: 1471
# 9 - 17/07/2009 klokkan 08:28

Filmurin var feitur :p 5/5!
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 10 - 19/07/2009 klokkan 04:05

Til FKay.
Sci-Fi filmar kunnu gott vera seriøsir. Faktiskt skulu sci-fi filmar seriøsir.
Hetta er ikki sci-fi.
Sci-Fi er 2001, Blade Runner, Serenity - Filmar sum fáa teg at hugsa

Transformers er ein heilaleysur action filmur
Vagnur

12/12/2014

Stað: -
Innlegg: 259
# 11 - 19/07/2009 klokkan 19:12

haha stuttligt at lesa hetta.... hetta er tað ið eg hati við ummælilsum.
Hetta vísur bara at gaffer ikki er ein transformers fan. Tó her eru nógv ið dáma hetta.
Fólk eru annaðleiðis tí kann man ongantíð verða einigur =P
Runi_j

22/07/2009

Stað: -
Innlegg: 53
# 12 - 20/07/2009 klokkan 22:38

Fyri at verða heilt erligur, so haldi eg at Bruno skuldi fingi 2/5 og hesin filmurin 4/5 , eg dugi ikki at síggja at Bruno er betri enn hesin filmurin...


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 13 - 12/07/2014 klokkan 08:55

kept polo ralph his louboutin tongue oakley sunglasses in soccer jerseys control tory burch outlet from reebok shoes the insanity workout past converse shoes few days birkin bag is again gone louis vuitton outlet online into prada handbags making yet another controversial chanel handbags statement today. nfl jerseys TRS bottega veneta chief longchamp KCR north face outlet who herve leger attended the asics running wedding lululemon outlet occasion ray ban of karen millen the Son and daughter of mont blanc the true religion outlet Ex-MLA louis vuitton handbags and valentino shoes TRS coach outlet store leader ray ban outlet Solipeta toms shoes Ramalinga burberry Reddy true religion jeans and blessed the coach factory outlet newlywed oakley sunglasses couples. soccer shoes Later mulberry taking chi hair straighteners the coach purses mike and ghd hair speaking he said louboutin that tradition of hollister wearing the ralph lauren mangala suitra longchamp outlet is coach outlet nowhere in louboutin the michael kors outlet Hindu new balance shoes epics true religion and mcm handbags that it longchamp a coach outlet part of the juicy couture outlet Hindu tradition marc jacobs is not salvatore ferragamo at all. supra shoes

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.