District 9 -ummæli
Skrivað hevur Gaffer tann 26/08/2009 klokkan 05:04 1

District 9



Longd: 112 min. Aldursmark 15 ár

Síðani Metropolis hjá Fritz Lang kom út í 1927, hava sci-fi filmar oftast verið teir filmar, sum veruliga hava torað at sett teir heilt djúpu spurningarnar viðvíkjandi menniskjaligum eksistensi. Hetta sæst eisini aftur í filmur sum 2001, Blade Runner og Serenity.
Tíverri hava sci-fi skrivarar mist teir hvøssu pennarnar burtur, og eru byrjaðir at blanda sci-fi og action, sum endar við at filmarnir gerast generiskir ”popcorn-flicks”. Hetta hava vit sæð nakað til í summar, tí bæði Terminator og Transformers høvdu ein nýggjan film úti í summar, men úrslitið var einki at reypa av.
Nú roynir suðurafrikanski leikstjórin Neill Blomkamp (við eitt sindur av hjálp frá Peter Jackson) at bjarga summarið fyri sci-fi sjangruna við filminum District 9.
Í 1982 steðgar eitt rúmdarskip í loftrúminum yvir Johannesburg í Suðurafrika, men menniskjuni tora ikki at gera nakað við tað at byrja við. Tá tríggir mánaðir eru farnir gera tey av at bróta seg inn í skipið, har tey finna fleiri sjúkar rúmdarverur. Økið beint undir skipinum verður síðani umskipa til eitt bústaðarøkið fyri verunum, men eftir stutta tíð gerst økið til eina ghetto ella slumm.
20 ár seinni, ger stjórnin av, at flyta allar ”rækjurnar”, sum verurnar vera róptar, til eitt nýtt økið 200 km uttanfyri býin (tað er ikki av pngum at filmurin gongur fyri seg í Suðurafrika). Hetta verður gjørt við hjálp av MNU, einum felagskapi, sum tykist at hava ein stóran áhuga fyri vápnunum hjá rækjunum.
Wikus van de Merwe (Sharlto Copley) verður útvaldur sum leiðari av operatiónini, men hetta yvirraskar fleiri, tí Wikus er ein sera gemen og nervøs typa. Seinni fáa vit so at vita at stjórin hjá MNU er pápi konu Wikus, hm.....

Wikus fer so út at tvangsflyta rækjurnar, men alt gongur ikki sum tað skal. Hann finnur ein dims (fyri lack of better term) sum sprænir eina vesku uppí andlitið hjá honum. Hetta viðfylgir so, at DNA-massin hjá Wikus verður muterað til eitt sum rækjurnar hava, og av tí at tað einans eru rækjurnar sum kunnu nýta vápnini hjá teimum vegna biologiskari koding, verður Wikus jagstraður av MNU, tí teir nú síggja ein møguleika at nýta vápnini.
Copley leikar rolluna sum Wikus á ein helt serligan hátt. Í byrjanini hava vit samkenslu við honum, tí hann tykist at vera ein sera gemenur og sympatiskur maður, men tá teir fara inn í District 9 at tvangsflyta rækjurnar, skiftir hann, og vit fara at síggja hann sum eitt ordans reyvarhol. Hetta skiftist í heilum í filminum, og tað skulu leikritshøvundarnir prísast fyri, og hetta viðførir eisini at vit kunnu identifisera okkum við Wikus.
Søgan er eisini sera spennandi, tí mátin hon verður fortald upp á skiftir í heilum. Summar tíðir eru tað interviwes, síðani tíðindasendingar, dokumantarfilmur men eisini vanlig kameraførsla verður nýtt. Hesin løgni cocktailurin riggar heilt ótrúliga væl, og hjálpir til at halda søguna spennandi.
Tó skal sigast at søgan eisini manglar okkurt. Vit fáa t.d. ongantíð at vita hví rækjurnar komu til jarðar, men tað er eisini annað sum vantar forkláringar, sum eg haldi ikki eg skal nevna, tí tað hendir nakað seint í filminum. Triðja aktin av filmurin gerst eisini til ein nakað generiskan aktion-film, og tað telur tíverri eisini nakað niður..
Á tí visuellu síðuni er filmurin frálíkur, og her er møguligt at síggja fingramerkini hjá Peter Jackson. Rækjurnar eru sera, sera ljótar, men síggja ongantíð falskar út. Tær síggja trúverdigar og livandi út gjøgnum allan filmin, og hetta hjálpir okkum sertakliga at fáa samkenslu við hesum minnilutabólki. Rúmdarskipið yvir Johannesburg er kanska eitt tað flottasta rúmdarskipið í filmssøguni, og er virkuliga detaljera. Vápnini, sum kundi verið tikin úr einum Ratchet & Clank spælið eru eisini sera ótrúlig og oyðileggjandi. Og tá mann sær at hesin filmurin einans kostaði $30 mió. kann hugsast at menn sum Michael Bay og McG kunnu lært eitt sindur av Jackson og Blomkamp.

Í stuttum:
Ein sera góður sci-fi filmur sum setir djúpar spurningar, men eisini megnar at varðveita spenningin til tað síðsta. Filmurin er góður men megnar tíverri ikki at gerast frálíkur. Tó besti action filmur um ikki tann besti filmurin í summar.

Síður: -

Viðmerkingar: 5
Síða [1]
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 1 - 26/08/2009 klokkan 05:22

Mega phat filmur
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 2 - 26/08/2009 klokkan 06:14

gott ummalið, men eg eri ósamdur við "Tó skal sigast at søgan eisini manglar okkurt. Vit fáa t.d. ongantíð at vita hví rækjurnar komu til jarðar" tað trekkur ikki filmin niður, tí vit sleppa sjálvi at hugsa okkum til hvussu 'rækjurnar' kunna vera komnar. "Stating the Obvious" ger ofta at filmar ikki eru líka spennandi
Grein

31/10/2014

Stað: -
Innlegg: 181
# 3 - 27/08/2009 klokkan 16:09

Tað gevur eisini møguleikan fyri einum 2'ara.. har var nógv ið var ikki svara tá ið filmurin var liðugur, men um tað skuldi veri svara, so hevið filmurin skulla veri eini 2 tímar afturat.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 4 - 28/08/2009 klokkan 00:26

Nei, haldi gott mann kundi svara uppá ein so simplan spurning sum: Hví komu rækjurnar her?
Vildi tey fáa vitan, kannað okkurt, ella ætlaðu tey at invadera jørðina?


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 5 - 12/07/2014 klokkan 08:48

kept polo ralph his louboutin tongue oakley sunglasses in soccer jerseys control tory burch outlet from reebok shoes the insanity workout past converse shoes few days birkin bag is again gone louis vuitton outlet online into prada handbags making yet another controversial chanel handbags statement today. nfl jerseys TRS bottega veneta chief longchamp KCR north face outlet who herve leger attended the asics running wedding lululemon outlet occasion ray ban of karen millen the Son and daughter of mont blanc the true religion outlet Ex-MLA louis vuitton handbags and valentino shoes TRS coach outlet store leader ray ban outlet Solipeta toms shoes Ramalinga burberry Reddy true religion jeans and blessed the coach factory outlet newlywed oakley sunglasses couples. soccer shoes Later mulberry taking chi hair straighteners the coach purses mike and ghd hair speaking he said louboutin that tradition of hollister wearing the ralph lauren mangala suitra longchamp outlet is coach outlet nowhere in louboutin the michael kors outlet Hindu new balance shoes epics true religion and mcm handbags that it longchamp a coach outlet part of the juicy couture outlet Hindu tradition marc jacobs is not salvatore ferragamo at all. supra shoes

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.