Inglorious Basterds - ummæli
Skrivað hevur Gaffer tann 01/09/2009 klokkan 01:20 1

Inglorious Basterds



Longd: 153 min. Aldursmark: 15 ár

Nú er tann mest kontroversielli leikstjórin (eftir Gaspar Noe) hetta ættarligið aftur við einum filmi, og Tarantino-ittarnir hava bíða leingi. Fyri so vítt eru Tarantiono fjepparir eisini vanir at bíða eftir filmunum hjá Grand Guignol-meistaranum, tí í tey 17 ár QT hevur verið virkin, hevur hann einans givið sjey filmar út.
Nýggi filmurin gongur fyri seg í Nazi-hersetta Fraklandi, men er ikki ein krígsfilmur sum t.d. Saving Private Ryan ella The Thin Red Line. Filmurin kann mest samanberast við spaggheti-western filmarnar úr 70'unum við krígselementum - men riggar henda løgna blanding?
Sum sagt gongur filmurin fyri seg í Fraklandi undir krígnum, men sum í øðrum QT-filmum er søgugongdin ikki so líka til. Filmurin er deildur upp í kapitlar, sum fylgja ymsum søgugongdum. Fyrst hava vit tí ungu Shoshanna (Melaníe Laurent) sum megnaði at rýma undan tí kalkulerandi SS-Ovastanum Hans Landa (Christoph Waltz). Shosanna endar sum Biografeigari í París. Vit hava eisini The Basterds, sum er ein bólkur av jødiskum-amerikansum soldatum sum fara gjøgnum Frakland har teir jagstrað og skalpera ein og hvønn Nazist teir finna. Í hesum bólki finna vit tann Amerikanska redneckin Lt. Aldo Rain (Brad Pitt) sum tosar við einari heilt tjúkkari Tennessee accent. Summi hava sagt at tjúkka accentin hjá Pitt vísir hvussu vánaligur hann er sum sjónleikari, men tá meti eg at mann miskilir framførsluna totalt. Sjálvandi er tað meiningin at Pitt skal tosa so tjúkkt, tí at rollan er ikki høvuðsleikluturin, men meira ”comic relief”. Serliga er tað stuttligt tá hann og The Bear Jew (Eli Roth) skulu tosa italienskt.

Tað er Waltz sum The Jew Hunter sum hevur høvuðsleiklutin, og hann skuffar als ikki. Framførslan er stuttlig, myrk og brutal, og tað er ikki ómøguligt at Waltz fær nakrar tilnevningar við ársenda.
Serliga er tað fyrsta kapitlin í filminum, sum vísir eginleikarnar hjá Waltz, har hann situr og prátar við ein franskan bónda. Í samrøðuni samanber hann jødiska fólkið við rottur, og vísir á at fólk hava viðføddar fordómar móti rottum, sjálvt um eitt íkorn eisini bítir og ber sjúkur. Hendan samrøðan vísir tvey ting: Hans Landa ásannar at týskarar hava onga orsøk at forfylgja jødar, og at har eru onnur fólkasløg sum teir eisini vilja av við.
Henda senan vísir eisini hvussu genialur QT er at skriva leikrit, sum ofta sæst í hansara filmum. Basterds er eisini sera væl skrivaður, og dialogurin er serstakliga góður og stuttligur, sum sæst tá Aldo Rain skal avfyra eina monolog, men filmurin er eisini fyltur við ymsum filmsreferensum, sum vit filmsnørdar sjálvandi dáma væl – Tað er tó møguligt at nógv ikki halda so nógv um hetta.
Sjálvt um trailarin kanska leggur upp til tað, so er Basterds ikki ein decideraður action-filmur. Ikki at siga at einki action er í filminum, men tað er eisini sera nógv tos (sum er vanligt hjá QT) men tað action sum er, er serliga væl gjørt, og filmurin er ikki fyri ”the squeamish”. Senurnar tá the Basterds avrætta og skalpera Nazistar eru ógvusligar, blóðugar og stuttligar, um hetta er tín humor, men um ikki, so skalt tú kanska blunda.
Filmurin er eisini rættiliga langur, men kennist ongantíð at vera ov langur, tí spenningurin tann síðsta hálva tíman er óvanliga høgur.

Í stuttum:
Filmurin er serstakliga flottur, sjálvt um hann hevur nøkur B-films element. Nógvir leikarar spæla við, og teir flestu spæla serstakliga gott, sjálvt um teir eru við í stutta tíð. Um tú hyggur eftir søguligum filmum fyri at fáa søgulig fakta, er filmurin ikki fyri teg. Summir søgullærarar fáa kanska eisini ilt í reyvina.
But Inglorious Basterds just may be Tarantino's masterpiece!

Síður: -

Viðmerkingar: 58
Síða [1] 2 3 >
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 1 - 01/09/2009 klokkan 01:31

væl skriva, men har var eisini ov lítil realisma, og tað gjørdi at filmurin ikki kundi fáa top karakter. (tími ikki at siga frá spoilarum)
DerMeister

26/05/2015

Stað: -
Innlegg: 983
# 2 - 01/09/2009 klokkan 02:51

tað er eisini tí hann sigur hatta um at søgulærarar fáa ein pain in the asshole av movie. Men movie of the year, heilt bestemt!
Annars so er Pulp Fiction enn masterpiece hjá Tarantino...
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 3 - 01/09/2009 klokkan 02:52

Netupp!
Filmurin skal ikki meinast at vera "søguligur"




Siðst broytt av Gaffer tann 01/09/2009 klokkan 02:54 (broytt 1x)
Vega

28/03/2014

Stað: -
Innlegg: 555
# 4 - 01/09/2009 klokkan 05:55

Sikkurt tann besti filmurin eg havi sæð í ár. hann er bara so..feitur
nógvar genialar detaljur!
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 5 - 01/09/2009 klokkan 21:50

2009-08-31 at 8:51 PM - DerMeister:
tað er eisini tí hann sigur hatta um at søgulærarar fáa ein pain in the asshole av movie. Men movie of the year, heilt bestemt!
Annars so er Pulp Fiction enn masterpiece hjá Tarantino...


Not movie of the year. District 9 er betri.
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 6 - 01/09/2009 klokkan 22:05

Doyð, hetta er minst fjórða ummæli eg havi lisið, sum hálovar filmin.
Má bara fara at hyggja eftir honum.
DerMeister

26/05/2015

Stað: -
Innlegg: 983
# 7 - 01/09/2009 klokkan 22:37

District 9 er ikki betri:/ hevði eg skula vælt ein film at hugd eftir umaftur, so er tað Basterds.. eg fari nokk aldrin aftur at tíma at hyggja eftir District 9 aftur, sjálvt um at hann eisini var góður.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 8 - 02/09/2009 klokkan 01:54

2009-09-01 at 4:37 PM - DerMeister:
District 9 er ikki betri:/ hevði eg skula vælt ein film at hugd eftir umaftur, so er tað Basterds.. eg fari nokk aldrin aftur at tíma at hyggja eftir District 9 aftur, sjálvt um at hann eisini var góður.


Tað er bara tí at tú ert ein Quentin Tarantino fanboy. Sjálvt teir vánaligu filmarnar hjá honum dámar tú.
DerMeister

26/05/2015

Stað: -
Innlegg: 983
# 9 - 02/09/2009 klokkan 02:34

kemur frá ein sci-fi fanboy, sum heldur at starwars filmarnar eru the best ever -_- eg kann í tað minsta innrøma at Tarantino hevur gjørt nækrar filmar, sum skuffaðu, akk sum.a. George Lucas eisini hevur. ella ger í løtuni. Men hvør hevur ikki?

mær dámar bara ordiliga væl dialogue í Basterds, og so vóru eisini nógvar ordiliga insane funny moments í basterds.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 10 - 02/09/2009 klokkan 03:09

"kemur frá ein sci-fi fanboy, sum heldur at starwars filmarnar eru the best ever "
Zing! Oh snap!
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 11 - 02/09/2009 klokkan 03:37

Hvør ert tú at døma ein gudur?
Og eg eri nóg nógv maður til at viðurkenna, at Jar Jar Binks var ein failure.

Besides, response kemur frá ein sum heldur Resevoir Dogs og Planet Terror vera góðir filmar?
DerMeister

26/05/2015

Stað: -
Innlegg: 983
# 12 - 02/09/2009 klokkan 03:41

Planet terror er ikki so good.. Resevoir dogs er better enn starwars episode 1-3 imo.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 13 - 02/09/2009 klokkan 03:47

First of all: http://www.youtube.com/watch?v=7o2ID2KlgUI

Second of all og more importantly. Resevoir Dogs er fanimi ikki better enn NAKAR Star Wars filmur. Tín opinion er fail.
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 14 - 02/09/2009 klokkan 04:15

Lol immature flaming

2009-09-01 at 8:34 PM - DerMeister:
eg kann í tað minsta innrøma at Tarantino hevur gjørt nækrar filmar, sum skuffaðu, akk sum.a. George Lucas eisini hevur. ella ger í løtuni. Men hvør hevur ikki?


Christopher Nolan hevur ikki gjørt ein skuffandi/vánaligan film
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 15 - 02/09/2009 klokkan 04:25

Hann er enn komin so stutt í sína karrieru.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 16 - 02/09/2009 klokkan 06:02

Øhmmm.... Handa senan sum tú vísti til Rani, er genial!
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 17 - 03/09/2009 klokkan 05:37

2009-09-01 at 10:25 PM - rani-rj:
Hann er enn komin so stutt í sína karrieru.


ja.... 4 út av 7 filmun sum Chris hevur gjørt liggja nevnliga á top 250. Og Inception fer nokk eisini at liggja á top 250.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 18 - 03/09/2009 klokkan 05:41

2009-09-02 at 11:37 PM - Pavlo:
2009-09-01 at 10:25 PM - rani-rj:
Hann er enn komin so stutt í sína karrieru.


ja.... 4 út av 7 filmun sum Chris hevur gjørt liggja nevnliga á top 250. Og Inception fer nokk eisini at liggja á top 250.


Memento er ekstremt overrated - hann er faktisk direkta vánaligur. Batman filmarnir eru øguliga góðir, men tend'a eisini til at verða overrated. The Prestige var ein góður filmur eisini.

Anyway, hetta kjakið er ikki um Nolan, og Ridley Scott og George Lucas eru báðir betri instruktørar. <-- punktum.
DerMeister

26/05/2015

Stað: -
Innlegg: 983
# 19 - 03/09/2009 klokkan 06:00

5/7 filmar hjá Quentin eru á top 250... og Basterds hevur fingið meira á imdb enn District 9 og star wars filmarnar uttan 2 av the old classics
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 20 - 03/09/2009 klokkan 06:00

Ridley scott hevur bara gjørt nakrir fáir góðir filmar (e.g.) gladiator, restin er bad like 6.x, og tú ert Lucas fanboy soooooo..... don't need to go into details.
Síða [1] 2 3 >

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.