IMDb Top 250 In Memoriam
Skrivað hevur Gaffer tann 02/10/2009 klokkan 22:31 1

IMDb Top 250 In Memoriam

First thing's first: Latið okkum fáa fordómarnir burtur áðrenn vit byrja. Tey, sum kenna meg, vita fullvæl, at The Godfather er mín yndisfilmur. Hetta er ikki tað sama sum at siga, at eg haldi at Godfather er besti filmur nakrantíð, tí tað hevði verið at blanda ingini saman. Eg haldi to at Godfather er ein tann besti filmurin nakrantíð, men tað kann sigast um aðrar filmar sum Citizen Kane, Lawrence of Arabia, Pulp Fiction und so weiter.
Top 250 listin hjá IMDb, er heldur ikki ein list av teimum ”bestu” filmunum nakrantíð, men heldur ein listi av teimum mest umtóktu hjá tí gemena hyggjaranum, í mun til ummælarum. Og hetta er kanska orsøkin til, at listin hjá IMDb er so væl umtóktur og virdur – Tí hann reflekterar meiningina hjá hyggjarunum.
Í nógv ár hevur hesin listi staðið sum ein vegvísari fyri hvør filmur var góður, og listin hevur eisini verið nýttur til kommercielt endamál. Um tú fert oman í býin at leita eftir einari DVD-útgávu av The Shawshank Redemption, er tað líkt til, at har ikki bara fer at standa ”5 stjørnur frá Ekstrablaðnum”. Eftir at filmurin er skotin til topps, stendur faktiskt eisini (nøkulunda): Verdens Bedste Film – Kåret af IMDb brugere. Hetta vísir sjálvandi at hesin listin hevur ómetaliga stóran týdning, tá hann verður nýttur til at reklamera við. Tí er tað sera týdningarmikið, at vit halda veljarar á IMDb til svars, eins og vit halda ummælarum til svars fyri teirra viðmæli.
Tey sum kenna eitt sindur til Top 250-listan, minnst eisini, at Shawshank ikki altíð var nummar eitt. Faktiskt lá Godfather fremst, í 10 ár uttan steðg, áðrenn Shawshank tók plássið. Hvat hendi?
Tað er einki loyndarmál hvat hendi. 16. Juli 2008 kom ein nýggjur filmur í biografin, men tað var ikki ein og hvør filmur. Hetta var The Dark Knight – Filmurin sum Batman-fjepparir høvdu bíða eftir leingi, og sum eisini var ein tann síðsti filmurin sum Heath Ledger var við í. Tað er ikki neyðugt at siga tað, men filmsverðin var sera spent uppá henda filmin. Fór filmurin at bjarga teknurøðs-sjangruna? Hvussu fór Ledger at spæla Jokarin. Hetta vóru spurningarnir áðrenn filmurin kom út, og helst svaraði filmurin spurningunum væl, tí nakrar fáar dagar eftir at filmurin kom út, sá listin á IMDb soleiðis út:

The Godfather, sum hevði ligið á ovastu rók í eitt áratíggju við eini rating á 9,1 var avtrónaður. Mann kann eisini leggja til merkis, at TDK hevur eina rating á 9,5 við 23,611 atkvøðum í mun til Godfather við 9,1/266,072. Hetta er ein kolosalur statistiskur munur, so TDK var uttan iva ein fantastiskur filmur. Ella hvat?
Nakrar dagar eftir, hendi tó nakað sera løgið. Tá sá listin soleiðis út:

Hvat er hent her? Tað eru meir enn 14 ár síðani at Shawshank kom út, so hvussu ber tað til, at fólk hava broytt meininga um filmin, og givið honum 10 ístaðin fyri eina aðra rating? Hetta má vera einasti møguleiki, tí ikki ein og hvør filmur kann leypu um Godfather soleiðis uttan víðari.
Tíverri var tað ikki soleiðis hetta gekk fyri seg. Fólk høvdu ikki brádliga funnið útav at Shawshank er ein frálíkur filmur. Tíverri hendi tað, at TDK-fjepparar ikki einans vóru nøgdir við at teirra filmur var nr.1, men tey vildu eisini sikra sær, at Godfather ikki vann sítt pláss aftur. Hetta gjørdu tey, við systematiskt at geva filminum tí lægstu ratingina sum var til, nevniliga 1. Hetta kann síggjast her:

Hetta leiddi sjálvandi eisini til at fólk stemmaðu 1 fyri TDK:

Vit síggja tó at ikki líka nógv fólk valdu at hevna seg inn á TDK, men hvat elvdi hesin bardagi til? Jú, í dag sær listin soleiðis út:

Vit síggja, at ein ”mob”-mentalitetur, førdi til at tann fyrr so virdi listin misti nógv av sínari virðing, av tí at tað sum vit kunnu kallað fyri fanboysima kom uppí spælið. Eg sigi tó ikki at TDK ikki hevði uppiborið nógvar av sínum atkvøðum, tí tá filmsblaiðið Empire kom við einum lista yvir 500 teimum bestu filmum nakrantíð, har lesarar, ummælarar og filmsfólk høvdu atkvøtt, lá TDK nr. 15. Men hvør filmur lá fremst? The Godfather.
Tit mugu endiliga ikki halda, at eg eri ímótir at Godfather ikki liggur nummar eitt, tí tað fer hann neyvan altíð at gera, og dynamikkurin á Top 250 ger henda lista til ein sera góðan lista, í mun til aðrar sera statiskar listar. Vit síggja t.d. at í topp 10 eru fleiri gamlir enn nýggir filmar, so vanligt hevur listin ikki trupulleikar við at nýggir filmar sum ikki eru so góðir koma inn og órógva.
Vit mugu bara ansa aftir, at vit ikki lata okkum hypast ov nógv tá vit síggja ein góðan film. Tað er ikki nokk bara at síggja ein film einaferð, og so kalla hann tann besta nakrantíð.
Men eg havi ongan iva um, at listin yvir tíð fer at normaliserast aftur, tá fólk fara at broyta sínar atkvøður frá 1 til okkurt annað, tí tað munnu vera fá, sum veruliga halda at filmar sum Godfather, Shawshank og TDK hava uppiborið eina 1 atkvøðu.

Síður: -

Viðmerkingar: 37
Síða [1] 2 >
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 1 - 04/10/2009 klokkan 21:04

Gaffer im really happy for you and imma let you finnish but The Imaginarium of Doctor Parnassus is heath's last movie of all time!
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 2 - 04/10/2009 klokkan 21:08

Eg segði TDK var "ein tann síðsti" hjá Heath
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 3 - 04/10/2009 klokkan 21:33

Puff, hetta er sum Sokrates segði: "Demokrati riggar ikki tí fólk eru IDIOTAR."

Okay, nei, hann segði tað ikki heilt soleiðis, men alíkavæl. Hetta er eitt fínt dømi á hví eg ikki líti á tílíkar listar.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 4 - 04/10/2009 klokkan 21:41

Fakta er, at Godfather fanboys byrjaðu the rate-war, men teir vóru so býttir ikki at hugsa um, at IMDB hevði ein størri aktivan fanbase fyri TDK. So tá TDK-fanboys funnu útav, at The Godfather fanboys votaðu TDK 1, so retaliate'aðu teir.
TGF fanboys byrjaður kríggið, whether you prefer TGF over TDK or not.
So skal eisini sigast, at eg slettis ikki eri samdur við listan, men hann kann brúkast á tann hátt, at kemur ein filmur á topp 250 á IMDB, so er hann vanliga góður. Fær hann bara 7+ á IMDB, so er hann møguliga verdur at síggja í biografinum.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 5 - 04/10/2009 klokkan 21:48

Sambært tí research sum eg havi gjørt, byrjaðu TDK-fjepparar at geva Godfther 1
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 6 - 04/10/2009 klokkan 22:12

Lies. TGF propaganda. Sambært mítt research, so byrjaðu TGF-fanboys.
Og eg havi rætt, og eri hvørki TGF-fanboy ella TDK-fanboy. Hinvegin ert tú ein biased TGF-fanboy.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 7 - 04/10/2009 klokkan 22:35

"CNET's Harrison Hoffman theorized that the hype surrounding the movie outweighed clear thinking, and noted that the number of "10" votes for the film corresponded with a large number of "1" votes that suddenly appeared in The Godfather's voting bin (that knocked that movie down to #3 at the time) were the markings of a "drastic shift" that "hardly seems the work of a wise crowd"

Frá Wikipedia
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 8 - 05/10/2009 klokkan 02:17

Enn TGF-fanboys sum byrjaðu.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 9 - 05/10/2009 klokkan 02:49

Nei, Rani.
Um Godfather fjepparar byrjaðu at geva TDK 1, so hevði TGF (temporarily) verið aftur á 1. plássið.
Hetta hendi ongantíð.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 10 - 05/10/2009 klokkan 02:54

Nei, TGF hevur ikki eina líka aktiva fanbase um TDK.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 11 - 05/10/2009 klokkan 03:09

Huff.......

Idioti kann ikki grøðast
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 12 - 05/10/2009 klokkan 03:16

Tú ert biased. Eg síggi hetta frá einum objektivum sjónarmiði. Eg var har tá teir byrjaðu the rate-war. Eg sat og las TDK og TGF message boards meðan tey tosaðu um, at vota hvønn annan 1. Ein frá TDK message bord'inum linkaði til eitt screenshot, har TGF-fanboys komu upp við hugskotið um at vota TDK 1.

Øll vita, at eg havi rætt.


Siðst broytt av rani-rj tann 05/10/2009 klokkan 03:18 (broytt 1x)
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 13 - 05/10/2009 klokkan 03:24

How 'bout no!
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 14 - 05/10/2009 klokkan 03:49

WOW Gaffer, ultimate comeback.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 15 - 05/10/2009 klokkan 05:48

Nei, hatta var ikki eitt comeback, tí har er einki at koma eftir hjá tær.
Tú hevur einki prógv fyri tíni argument.
Vís mær á tráðin har Godfather fans velja at geva TDK 1
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 16 - 05/10/2009 klokkan 06:14

Tú veitst líka væl sum eg, hvussu ómøguligt tað er at finna ein ávísan tráð í TDK message boards. Furthermore hevur tú heldur einki proof, hatta Wikipedia brotið nevnir necessarily heldur ikki, hvør byrjaði rate-war. Tað kann eisini vera whoever, sum koyrir whatever út á Wikipedia.

Men eg sá byrjanina with my own eyes.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 17 - 05/10/2009 klokkan 06:25

Jú, Harrison Hoffmann frá CNET, vil vera við TDK-fans byrjaðu.
Tað er mín kelda.

So mást tú koma við einari mótkeldu
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 18 - 05/10/2009 klokkan 06:27

EG ERI EIN KELDA!
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 19 - 05/10/2009 klokkan 17:44

Nei, Rani.
Nógv ert tú, men tú ert ikki ein kelda.

(lol)
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 20 - 05/10/2009 klokkan 19:51

Bet you Harrison Hoffmann ikki sá alt sjálvur, hann hevur fingið tað greitt frá aftaná. Men EG sá tað, tí eri eg ein kelda.
Síða [1] 2 >

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.