Grave of the Fireflies - ummæli
Skrivað hevur Gaffer tann 20/10/2009 klokkan 09:17 1

Grave of the Fireflies



Tá eg setti meg niður í eitt fyrilestrarhølið í Aberdeen, at hyggja eftir einum japanskum teknifilmi, sum kallaðist Grave of the Fireflies, kann eg erligt siga at eg var skeptiskur. Anime hevur ongantíð havt mín áhuga, og eg havi altíð hugt niður á anime, í mun til teknifilmarnar hjá Disney og Pixar. Eg var stutt sagt fullur í fordómum.
Filmurin Grave of the Fireflies, útkom í 1988, og er bygdur á eina bók, sum Akiyuki Nosaka skrivaði um hansara upplivingar undir øðrum heimsbardaga. Fólkini handan penslarnar eru Studio Ghibli sum eisini hava gjørt Spirited Away, Howl's Moving Castle og My Neighbour Totoro, sum vit sóu beint eftir GotF. Maðurin handan filmin er Isao Takahata.
Filmurin byrjar t. 21 September 1945, ella tann dagin drongurin Seita doyr. Filmurin loypir síðani aftur í tíð, tá hann, mamman og systirin Setsuko liva so gott sum mann nú kann í Kobe undir krignum. Pápin er í japanska herflotanum.
Ein dagin hendir tað, at amerikanararnir bumba Kobe, og býurin verður nærum lagdur í oyði. Mamman at børnunum verður harðliga særd undir álopinum, so nú mugu tann 10-13 ára gamli Seita og 4-5 ára gamla Setsuko mugu lívbjarga sær sjálvum. Her byrjar eitt tógvið stríð um at halda seg á lívi undir sera hørðum korum. Nú stegði eg at siga meir um søguna, tí eg tími ikki at spolera nakað fyri tey sum ikki hava sæð henda filmin.

Eg veit ikki heilt hvat eg kann siga um tað visuella í filminum, tí eg havi ikki serligt skil fyri anime – tað einasta eg kann siga, er at filmurin er ómetaliga vakur og stundum ræðuligur. Hetta kann tykjast løgið, tá filmurin jú er teknaður, men her er eingin mangul uppá blóð, sár og eksplosjónir. Nú mugu tit endiliga ikki halda at hetta er ein aktionfilmur, tí tað er tað yvirhøvur ikki. Hetta er eitt frálíkt drama um tvey børn sum royna at klára seg sjálvi, har kríggj og oyðilegging einans er kontekstur, ikki innihald.
Filmurin er eisini á nógvar mátar poetiskur, og er fyltur við nógvum undurfullum kameramyndum, sum veruliga ríka um filmsupplivingina. Serliga eru tað summi ”shots” sum virka sum brúgvir millum senir, sum ger at filmurin riggar so heilt ótrúliga væl.
Sjálvur skilji eg ikki eitt orð av japanskum, men eg vil fráráða nøkrum at hyggja eftir hesum filmi, við nøkrum øðrum enn japanskari talu, tí sjónleikararnir sum leggja røddir til eru frálíkir. Sjálvt um eg ikki skilti hvat tey søgdu, og var noyddur at lesa undirtekstir, so er mátin fólk siga tingini uppá, og samanspælið millum sjónleikararnar ótrúliga týdningarmikið. Eg fekk eisini fortalt, at útgávan við enskaru talu er einki annað enn ræðulig.
So koma vit til tónleikin. Her havi eg so altíð hildið at mestar anime hava ótrúliga góðan tónleik. Eg kann t.d. enn murra lagið til ”Hundehvalpen Silver”. Og her bræðir Grave of the Firelflies ikki úr ætt. Tónleikurin er simpulthen frálíkur til at seta huglagið, sum ofta er sera dapurt. Tó tykist tað ongantíð sum um tað sigur akkurát hvussu tú skalt føla. Tað ordna myndirnar heilt sjálvar.
Eg má tó ávara tykkum, sum ikki hava sæð henda filmin enn. Um tit ætla at hyggja eftir honum, so mugu tit gera tykkum klár uppá at fáa eitt kensluligt knockout so tað baskar eftir í. Filmurin er stutt sagt ein tann mest syrgiligi filmurin er nakrantíð havi sæð. Men hetta er yvirhøvur ikki eitt ringt ting. Filmar skulu vekja okkara kenslur, og sorg er ein tann mesta kraftiga kenslan, sum menniskjan er før fyri at hava. So hav hetta í huga, um tú setir teg at hyggja; kemur tú turroygdur frá hesum filmi, so ert tú kraftedmi harður.

Stutt sagt: Eitt meistaraverk, einki minni. Tann mest kraftfulli anti-kríggj filmurin eg havi sæð.
Mínir fordómar mótir anime vórðu sorlaðir sundur

Síður: -

Viðmerkingar: 8
Síða [1]
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 1 - 20/10/2009 klokkan 10:52

Eg havi sæð hann og hann er millum fáu filmunum sum næstan fekk meg at tára (einasti sum hevur klárað tað var serian Clannad). Men tað er ein einastandandi flott søga, serliga tá ið.... Mja, rokni við tey flestu fara at tára til eina ávísa senu í filminum, og fólk vita nokk hvat fyri ein tað er eg tosi um, um tey síggja hana :3
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 2 - 20/10/2009 klokkan 15:19

Allar Anime sokka á enkari talu
Vil gjarna síggja hendan filmin nú :3
Sammi

12/07/2019

Stað: -
Innlegg: 839
# 3 - 20/10/2009 klokkan 18:49

Fantastiskur filmur!

Havi ikki sæð nógv anime, men hetta er heldur ikki vanligt anime. Hetta er ein orduligur filmur, um ordulig ting.
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 4 - 21/10/2009 klokkan 22:24

okay, eg má síggja hendan.. er tað best at hyggja eftir tí org. vers. við subs ella tí ensk talandi vers.?
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 5 - 22/10/2009 klokkan 18:42

Eg kann bara siga, at eg fekk fortalt, at enska útgávan sokkar. So veit eg ikki meir
Siljavich

31/07/2015

Stað: -
Innlegg: 348
# 6 - 23/10/2009 klokkan 01:45

Eg Elski hasin filmurin!
Ishkur

29/06/2018

Stað: -
Innlegg: 1352
# 7 - 19/11/2009 klokkan 20:19

2nded *****


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 8 - 12/07/2014 klokkan 08:56

kept polo ralph his louboutin tongue oakley sunglasses in soccer jerseys control tory burch outlet from reebok shoes the insanity workout past converse shoes few days birkin bag is again gone louis vuitton outlet online into prada handbags making yet another controversial chanel handbags statement today. nfl jerseys TRS bottega veneta chief longchamp KCR north face outlet who herve leger attended the asics running wedding lululemon outlet occasion ray ban of karen millen the Son and daughter of mont blanc the true religion outlet Ex-MLA louis vuitton handbags and valentino shoes TRS coach outlet store leader ray ban outlet Solipeta toms shoes Ramalinga burberry Reddy true religion jeans and blessed the coach factory outlet newlywed oakley sunglasses couples. soccer shoes Later mulberry taking chi hair straighteners the coach purses mike and ghd hair speaking he said louboutin that tradition of hollister wearing the ralph lauren mangala suitra longchamp outlet is coach outlet nowhere in louboutin the michael kors outlet Hindu new balance shoes epics true religion and mcm handbags that it longchamp a coach outlet part of the juicy couture outlet Hindu tradition marc jacobs is not salvatore ferragamo at all. supra shoes

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.