2008 Guide Til Gamer Teldu Hardware
Skrivað hevur Sammi tann 21/01/2008 klokkan 22:59 1

Yougamers.com hava gjørt eina gjølla kanning av dagsins spæliteldu hardware, og funni fram til hvat er vert at nýta pengar til og hvar man skal spara. Niðanfyri gera vit ein stytri samandrátt av fullu greinini.
Kelda: http://www.yougamers.com/articles/16583_the_2008_guide_to_gaming_pc_specs/


Tað er nógv teldu hardware til, og fyri tey flestu kann tað tykjast sum ein jungla at skula fara út at finna sær tað rætta hardware'i til eina gamer teldu. Men við hesu stuttu grein kanst tú fáa greitt hesa fløkju eitt sindur.

Uttan so at tú hevur rættuliga nógvar pengar at brenna, so er ein stationer telda einasti møguleiki. Í longdini er tað strævi at hyggja niður í ein skerm í eini farteldu, og man fær simpulthen ikki nokk fyri pengarnar, tá ið man keypur eina gamer farteldu - tær eru oftani eisini so stórar at tær eru ópraktiskar at sleipa runt við sær allíkavæl.

CPU hevur ikki so nógv at siga fyri eina gaming teldu í løtuni, tí at dagsins spøl koyra meira uppá grafikkorti, og CPU'urin kann tí oftani liggja og gera lítið og einki. Ein meðal dual core CPU er fínt. Quad core er ikki vert tað til gaming sum støðan er í dag og vantandi komandi árið.

Flest spøl í dag koyra væl á einari teldu við einum Radeon X1800 / GeForce 7900 grafikkorti á 1280x1024 upploysning. Men um man vil hava hægri upploysning og allar detaljurnar og nýggju effektinar við skal man upp á eitt Radeon HD 3870 / GeForce 8800 GT. Spølini, ið koma út seinni í ár fara enntá at krevja upp aftur størri kort fyri at man skal fáa alt við, so má avseta ein stóran part at bugettinum til alla teldu til grafikkorti.

1 GB RAM er minimum. 2 GB er heilt gott, men tað keðiliga er at dagsins spøl duga ikki at fáa meira burturúr 4 GB, orsaka av avmarkingum í 32 bit software arkitekturi. Flestu CPU'ar og motherboard, sum fáast í dag eru 64 bit og kunna tí dríva 4 GB ella meira av rammi, men software'i setur grensuna, og Win XP og flest spøl eru bara í 32 bit, so tað er ikki vert at brúka pengar uppá 4 GB RAM í ár. Men lat enduliga pláss verða til 2 GB afturat, tí at hetta kann saktans verða broytt um eitt ár, tá ið tíð er til at uppgradera hardware'i.

So er tað spurningurin um man skal keypa XP ella Vista. Vista hevur lova nýggjar flotta effektir við DirectX 10 sum ikki verða at fáa til XP, men Vista er væl dýrari og intil víðari eru tað bara nøkur heilt fá spøl sum nýta hesar effektir, og tær hava víst seg at ikki verða nakað serligt allíkavæl - pluss at Vista er tyngri og sløvari at koyra enn XP og tí koyra spølini ikki líka væl. Service Pack 3, sum kemur út til Win XP skjótt, lovar enntá at gera Xp skjótari, ímeðan fyrsti service pakkin til Vista, ið kemur út hvørja løtu, er eitt skuffilsi tí at hann ger ikki Vista skjótari.

Minst til ikki at gjalda dupult fyri hatta mega ultra grafikkorti, RAM'i ella Cpu'in, sum bara gevur 10% eyka í performance. Tað er ikki vert tað. So heldur hava ráð til eina nýggja teldu um tvey-trý ár.

Eitt síðsta ráð er at tú mást ikki spara pengar uppá steymveitingina til telduna. Um man ger kann tað væl verða at øll maskina grillast, um streymveitingin gongur fyri, so ikki spar her tí tað kann enda sum ein dýr katastrofa.

Buget
Um tú ikki hevur nógvar pengar at brúka, men vilt klára at spæla dagsins spøl við ok grafikki, so er hetta hardware'i nøktandi

  • AMD Athlon 64 X2 5400+ processor with a fan
  • nForce 570-based AM2 motherboard
  • 2GB PC2-6400 DDR2 DIMM memory kit (2x1GB)
  • ATI Radeon HD 3850 256MB video card
  • 500W power supply
  • 320GB or 500GB SATA2 hard disk
  • DVD-RW Dual Layer optical drive
  • MS Windows XP Home Edition SP2


High-End
Hetta er ein kraftig telda, sum fer at spæla øll spøl í høgari góðsku næsta hálvaanna árið, tó uttan at tú spillur pengar uppá alt ov dýrt hardware

  • Intel Core 2 Duo E6850 3.0GHz processor with fan
  • Intel P35-based Socket 775 motherboard
  • 2GB PC2-6400 DDR2 DIMM memory kit (2x1GB)
  • NVIDIA GeForce 8800 GTS 512MB video card
  • 500W power supply
  • 320GB or 500GB SATA2 hard disk
  • DVD-RW Dual Layer optical drive
  • MS Windows XP Home Edition SP2

Síður: -

Viðmerkingar: 12
Síða [1]
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 1 - 22/01/2008 klokkan 22:59

burdi keypt mær eitt nytt motherboard , meiri RAM og eitt nytt grafikkkort.
RAMini eru vigtigast tho
Butcho_Merdas

13/07/2009

Stað: -
Innlegg: 89
# 2 - 31/01/2008 klokkan 12:30

og eg sum skal hava 8 gb ram :O DDR3 RAM
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 3 - 02/02/2008 klokkan 00:11

hehe 64 bit windows ?
BBL-mr.hard

05/09/2012

Stað: -
Innlegg: 12
# 4 - 04/02/2008 klokkan 21:03

fari at bestilla eina dell xps720 frá dell.com ígjøgnum senta......quad core 2,4ghz 4.gb ram-nvidia geforce 8800gtx 768mb ddr3 graffikort-X-fi sound blaster ljókort.....750gb hardisk ella 1tb........1000mbit netkort og mangt annað gott ..annars selji eg mína nú verandi teldu....síð annars sel .fo undir teldur og kt...og so hp pavilion m7570....havi keypt nógv gott til hana millum annað 3.gb ram-dual core 3,4 ghz...alt er ísett...


Siðst broytt av BBL-mr.hard tann 04/02/2008 klokkan 21:05 (broytt 1x)
Blizzmaster

07/04/2018

Stað: -
Innlegg: 1471
# 5 - 05/02/2008 klokkan 07:34

Ja, eg havi tonkt mær at keypa eina nýggja teldu, men tað verður nokk fyrst einaferð í 2009, má samla pengar og tílíkt saman, og so bara skaffa tað besta av tí besta. Men ja, tann tíð tann sorg ella hvussu man plagar at siga :p
Morgan

20/11/2009

Stað: -
Innlegg: 1156
# 6 - 21/02/2008 klokkan 17:26

www.komplett.dk eg sá nakar teldir í einum bladi

Sick gaming teldir fyri bert 6400 kr osv mega gyyd

Prisvenlig PC der indeholder alt du behøver for at komme i gang! X2 4200+ processor, 2048MB RAM og 400GB HDD. Inklusiv 22” fladskærm, højtalere samt mus og tastatur.
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 7 - 25/02/2008 klokkan 12:45

Pfff...

Eg vil hava eina AlienWare Men annars eitt informativt skriv. fari sikkurt skjótt at byrja at samla upp til eina nýggja teldu
prikkur

12/05/2012

Stað: -
Innlegg: 522
# 8 - 01/03/2008 klokkan 22:44

havi umhugsa leingi um at keypa eina nýggja teldu, bara ongantíð komin til tað orduliga, m.a. tí eg havi no funds :/ men nú er man byrjaður at arbeiða, so um nakrar mánaðir fer alt til eina huge ass teldu xDxD
mynameis

14/03/2008

Stað: -
Innlegg: 2
# 9 - 13/03/2008 klokkan 04:20

havi akkurat keypt mær eina teldu,,,

quad core 2,4ghz
2xGF8800GT 512 ddr3
4x500 gb harddisk
4gb ram
:
Keres

05/07/2009

Stað: -
Innlegg: 412
# 10 - 20/03/2008 klokkan 23:52

2 Terabyte ? oO

Hvussu nógv kostadi hon ?

Men eg fari at keypa mær eina teldu frá http://fcomputer.dk/?show=menu&menuid=408&submenu=1484
Teir fáa GeForce 9800X2 og GeForce 9800 í næstu viku
Eg fari at fáa mær eina Athlon64 Gamers Ultimo PC
blueninja

26/12/2010

Stað: -
Innlegg: 73
# 11 - 27/07/2008 klokkan 18:23

32bit er ikki 4 gb men 3.3 gb ram maximum xD


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 12 - 12/07/2014 klokkan 09:06

kept his longchamp tongue soccer jerseys in control from the past coach factory outlet few new balance shoes days is again coach purses gone into ray ban outlet making ghd hair yet another juicy couture outlet controversial statement toms shoes today. TRS coach outlet chief soccer shoes KCR supra shoes who coach outlet attended polo ralph the michael kors outlet wedding louis vuitton handbags occasion of longchamp the Son true religion outlet and louis vuitton outlet online daughter of the Ex-MLA and coach outlet store TRS salvatore ferragamo leader chanel handbags Solipeta oakley sunglasses Ramalinga asics running Reddy mcm handbags and chi hair straighteners blessed the newlywed couples. Later nfl jerseys taking the mont blanc mike insanity workout and louboutin speaking mulberry he marc jacobs said reebok shoes that louboutin tradition of wearing lululemon outlet the converse shoes mangala prada handbags suitra tory burch outlet is bottega veneta nowhere hollister in north face outlet the true religion Hindu oakley sunglasses epics karen millen and louboutin that true religion jeans it valentino shoes a birkin bag part of ralph lauren the longchamp outlet Hindu tradition is not ray ban at burberry all. herve leger

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.