Avatar ella Vatarworld
Skrivað hevur Gaffer tann 13/11/2009 klokkan 06:01 1

Avatar ella Vatarworld?


This. Is. Avatar!!


Tað kann tykjast løgið at hugsa sær til, at filmsárið 2009 ikki hevur havt ein film, sum øll hava verið spent at síggja. Ein film, sum hevur havt tað hypingina, sum The Dark Knight hevði síðsta ár. Jú tað ber nokk til at nevna Paranormal Activity í hesum høpi, men eg meini okkurt størri.
Men 'vón' er fyri framman, tí James Cameron, sum ikki hevur gjørt ein film síðan hann streyk avstað við box-office og Oscar-rekordum tá hann kom út við Titanic, er í hált við at gera ein tann mest nýskapandi filmin í nýggjari filmsøgu. Í hvussu er um mann skal trúgva manninum sjálvum.
Filmurin er Avatar er flottur. Betri kann tað ikki sigast, eftir mann hevur sæð trailaran. Men aftaná eg sáð trailaran, má eg viðganga at skeptisisman mótvegis hesum filminum er voksin eftir hvørjum degi. Filmurin er eitt teknologiskt gjøgnumbrot, tað er tað eingin ivi um, men hvussu fer alt at riggað í einum filmiskum samanhangi?


James Cameron roynir at stýra sítt egna "Skynet" sum hann rópar tað tøknina, sum hann hevur framleitt.

Hyggja vit at filmum sum Beowulf og The Polar Express, sum hava nýtt líknandi teknologi, síggja vit at teir ikki hava verið nakað serliga stórar success'ir. Beowulf kostaði $150 mió. at gera, og spældi inn fyri $196 mió. Hetta er ”einans” ein vinningur uppá 23,5%. The Polar Express kostaði $165 mió. og spældi inn fyri nærum tað dupulta, men her má mann ikki gloyma at The Polar Express er ein jólafilmur. Tí vænti eg eisini at Disney's A Christmas Carol fer at fáa stóran vinning.
Avatar hinvegin, vænti eg fer at enda sum Beowulf. Hetta sigi eg ikki bara, tí tað er ein motion-capture filmur, men tí hann er ein tann dýrasti filmurin nakrantíð. James Cameron hevur inntil nú noktað at kunngjørt kostnaðin av filminum, men tað verður hildið at kostnaðurin er heili $500 mió. og her er kostnaður fyri marknaðarførslu íroknaður. Um hesi tølini eru røtt, vil hetta merkja at filmurin er heili $200 mió. dýrari enn Pirates of the Caribbean 3, sum hevur verið tann dýrasti nakrantíð. Hetta hevir fingið eygleiðarar at spekulera, um filmurin fer at geva yvirskot, ella yvirhøvur tjena pengarnar inn aftur. 20th Century Fox, sum franleiðir filmin, hevur følt seg noytt til, at fáa onnur feløg at leggja pengar í filmin, so teir ikki hava fíggjarliga byrðuna sjálvir. James Cameron stendur eisini til at missa møguligar pengar, men hann hevur tó ætlanir um at selja tann teknologiin, sum hann hevur framleitt til filmin.
Tað er heldur ikki ómøguligt, at James Cameron kann oyðileggja karrieruna hjá sær, um Avatar bumbar í ”the boc office”, tí hetta er hent fyrr í Hollywood. Michael Cimino, sum stjórnaði The Deer Hunter, fekk aftaná fríar teymar at gera sín egna film. Úrslitið var Heaven's Gate, sum endaði við at verða fleiri ferðir dýrari enn ætlaður, ummælarar slaktaðu filmin og áskoðarar tímdu ikki at síggja filmin. Lítið og einki hevur verið at hoyrt frá Cimino síðan tá. Vit kenna eisini øll søguna um Kevin Costner, sum eftir Dancing With Wolves fekk fríar teymar, og hvat hendi? Waterworld, 'nuff said.
So tað verður spennandi at síggja hvussu tað fer at gangast Cameron og Avatar, tí nógv stendur upp á spæl. Verður tað jackpot ella Cameron's Gate? Tað kann bara tíðin vísa...

Síður: -

Viðmerkingar: 22
Síða [1] 2 >
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 1 - 13/11/2009 klokkan 06:24

Heldur tú ikki, at nógv hava bíðað eftir 2012?

James Cameron hevur prógvað seg sum ein dugnaligan instruktør, og Avatar trailarin sær feitur út. Eg fari í øllum førum í bio til hann.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 2 - 13/11/2009 klokkan 07:17

Nei, Avatar er helst meiri "anticipated" enn 2012. Og sjálvandi fari eg eisini í bio at hyggja
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 3 - 13/11/2009 klokkan 07:22

Um Avatar er meir anticipated enn 2012 broytir ikki, at 2012 eisini er ein filmur, sum fólk eru øgiliga spent at sleppa at síggja. Hvussu annars about Harry Potter 6, Twilight 2, Inglorious Basterds, Terminator 4, Angels and Demons og Star Trek?


Siðst broytt av rani-rj tann 13/11/2009 klokkan 07:30 (broytt 2x)
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 4 - 13/11/2009 klokkan 07:51

Tað er ikki tað greinin er um, Jeez....
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 5 - 13/11/2009 klokkan 07:53

Just pointing it out.

Mín post rank thread snýr seg heldur ikki um, at tú ikki heldur Star Wars eisini vera eina spæl-seriu.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 6 - 13/11/2009 klokkan 08:00

Lat okkum royna at halda ymsu træðrirnir fyri seg
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 7 - 13/11/2009 klokkan 08:04

Ja, sjálvandi. Tín grein skal hava frið, men ikki mín thread. That's just lovely, Gaffer.

Men um eg skal halda meg til greinina... Hon sucks, 1/5.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 8 - 13/11/2009 klokkan 08:28

"rolls eyes"

Um Avatar er tann mest "anticipated" filmurin í ár er órelevant til greinina. Um SW er ein spælseria ella ikki er sera relevant til tín tráð. Retard
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 9 - 13/11/2009 klokkan 08:33

Tað er eisini relevant, at eg sigi, at 2012 enn er anticipated, hóast Avatar kanska er MEIRA anticipated. So heldur tú tað vera off-topic. Men sovorðnar villur mugu rættast, annars verða fólk, sum eru óvitandi um hetta, bara býttari av at lesa tína grein.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 10 - 13/11/2009 klokkan 08:38

Hatta er flueknepparí, einki annað
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 11 - 13/11/2009 klokkan 08:40

So burdi tú ikki havt skrivað, at tað ikki er tað, greining snýr seg um. Hví skal eg lata teg fáa totalt misvísandi last words?
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 12 - 13/11/2009 klokkan 08:44

Ehm... WTF do you mean?
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 13 - 13/11/2009 klokkan 08:50

Point er, at eg sigi 2012 vera sera anticipated, og tú sigur NEI, Avatar er meira anticipated.
So eg sigi, HVAT HELVITI SO? (við sugar on top fyri tíni sartu oyru ofc) Tað broytir ikki, at 2012 er sera anticipated, at Avatar er meira anticipated.

So eg kann ikki lata "Nei, Avatar er helst meiri "anticipated" enn 2012. Og sjálvandi fari eg eisini í bio at hyggja " standa ósvarað. Og HAR kundi tú latið tað verið, men tú skuldi absolut vera ein last-word-freak og siga, at tað ikki er tað, greinin er um.
Morgan

20/11/2009

Stað: -
Innlegg: 1156
# 14 - 13/11/2009 klokkan 21:07

fuuuuuuuuuuuck hasin filmurin sær coolur út

Men nú havi eg glett meg so nógv til 2012 :> So gleði meg eitt sindur meira at síggja hann..

Niiiiiiii Gaffer Niiiiiii!
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 15 - 14/11/2009 klokkan 00:02

Góði brúk "tøkni" ístaðin fyri "teknologi". Bara fyri mína skyld.

Men ja, má viðganga at eg ikki dugi at síggja “the hook” við hesum filminum. Søgan sær ikki út sum nakað serligt. Ja, hann er flottur men hvør filmur av hesum slagnum er ikki tað í dag? Harafturat er hann ikki so einastandandi flottur; ella eru tað bara eyguni hjá mær sum bila?
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 16 - 14/11/2009 klokkan 22:45

Ja, hatta mást tú og málnevndin osrakað. Eg var næstan liðugur við greinina, tá eg kom í tankar um at tað sjálvandi eitur tøkni og ikki teknologi

Annars nú prátið er follið yvir á 2012. Tann filmurin sigur mær svarta onki. Helst tí at hinir hjá Emmerich hava verið so vánaligir
Lordbashwood

17/01/2010

Stað: -
Innlegg: 50
# 17 - 16/11/2009 klokkan 03:03

shit eisini, eg hopi ikki Gaffer gevur hesum filmi gott rating, tí so fari eg ikki at hyggja eftir honum
DerMeister

26/05/2015

Stað: -
Innlegg: 983
# 18 - 16/11/2009 klokkan 06:55

2012 stinkarði! alt ov amerikanskur.


Siðst broytt av DerMeister tann 16/11/2009 klokkan 06:56 (broytt 1x)
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 19 - 18/11/2009 klokkan 07:37

2009-11-15 at 9:03 PM - Lordbashwood:
shit eisini, eg hopi ikki Gaffer gevur hesum filmi gott rating, tí so fari eg ikki at hyggja eftir honum


So tú fer til teir filmar sum eg ikki anbefali og vice versa? Løgið indeed
Lordbashwood

17/01/2010

Stað: -
Innlegg: 50
# 20 - 19/11/2009 klokkan 12:55

2009-11-18 at 1:37 AM - Gaffer:
2009-11-15 at 9:03 PM - Lordbashwood:
shit eisini, eg hopi ikki Gaffer gevur hesum filmi gott rating, tí so fari eg ikki at hyggja eftir honum


So tú fer til teir filmar sum eg ikki anbefali og vice versa? Løgið indeed


Yup, higartil hevur mær dáma allar filmar sum tú sigur eru vánaligir. Óivað hevur tú ein løgnan film áhuga, ella heldur tú teg vera ein professionellan film kritikara, sum skal hyggja eftir øllum í einum filmi, og sjáldan vera positivur. Sum t.d. hasin gamli film kritikarin í sosialinum, shit hann var vánaligur. Hann gav t.d. Rush Hour 1 út av 5 tí honum dámdi ikki Jackie Chan.... hvat helviti er tað fyri nakað?
Síða [1] 2 >

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.