Paranormal Activity - ummæli
Skrivað hevur Gaffer tann 11/12/2009 klokkan 05:28 1

Paranormal Activity

15 ára aldursmark 1t 26min.

Aja, tann falski ”lost footage” filmurin. Líka síðan Cannibal Holocaust, ein søga um eitt dokumentar-makara, sum fer inn í jungluna at leita eftir nøkrum amerikonskum evæntýrarum, kom út í 1980, hevur henda sjangra verið ein tann mest áhugaverda sum er at finna innan ræðufilmar.
Sjálvandi varð sjangran ikki blivin so væl umtøkt sum hon er, hevði Blair Witch Project ikki komið út, men í seinastuni hevur hon kanska verið ið so aktiv. Hetta er eitt ringt ting, tí sjangran gerst skjótt keðilig um ov nógvir filmar eru. Bara í tíðarskeiðinum 2000-2009 hava vit havt átta sovorðnar filmar, so tað skuldi nógv til at blása nýtt lív í henda filmformin.
Og tað var akkurát tað, sum Paranormal Activity hevur stevnt eftir. Filmurin hevur verið hypaður øgiligt, og søgur hava gingið um, at Guð sjálvur (red. Steven Spielberg), sum fann uppá endan av filminum, mátti bera filmin aftur í einum ruskposa, tí hurðarnar í kamarinum stongdust av sær sjálvum, eftir at hann hevði sæð filmin. Ekstrablaðið hevur eisini borið søgur um at merkilig ting hava gingið fyri seg í bygninginum hjá Svensk Filmsinstitut, sum útgevur filmin í norðurlondum. Menn nokk um hesar (møguligu) leysasøgur.

Latum okkum hyggja at søgini fyri fyrst. Micah og Katie búgva saman í einum húsum í San Diego, og summi løgin ting henda um náttina. Micah, sum róliga kann kallast at vera alpha male typan, keypir sær eitt myndatól og ljóðútgerð, so tey kunnu finna útav hvat tað er sum hendir um náttina. Tey hava varhugan av, at tað kanska er eitt spøkilsi, sum er uppá spæl, men tað skal vísa seg at vera nakað eitt sindur meira diaboliskt. Hetta er søgan í einum nøtaskali, og hetta er tað vit kallað ein ”high concept” filmur. Í øðrum orðum ein filmur sum handlar um eitt ting og einki annað enn tað. T.v.s. ongar undirliggjandi søgugongdir ella nakað sovorið. Og filmurin hevði bara rigga soleiðis.
Tað er tann Ísraelski debutanturin Oren Peli, ið stendur aftan fyri filminum, men tað er sera ringt at siga hvussu væl leikstrjórnanin av filminum er, tí tað eru jú leikararnir Katie og Micah (sum tey eita á filmi og í veruleikanum) sum hald myndatólið. Men sigast má at tempo'ið og spenningurin í filminum verða meistarliga hildi saman. Ofta nýta leikstjórar tónleik til at virka uppundir spenningin, og tað er ivasamt um Jaws hevði verið líka ræðandi um John Williams ikki stóð aftan fyri tónleikinum. Men soleiðis er ikki í Paranormal Activity, tí her er eingin tónleikur yvirhøvur. Nei, spenningurin og ræðslan verða hildin uppi av smáðum ljóðeffektum soleiðis sum andadráttið og fótafetum mitt um náttina. Og hetta riggar bara framúr væl. Tá vit einki hoyra, gerast vit von við at lurta meira eftir, og tá vit so hoyra okkurt, gongur alt bara saman upp í eina hægr eind, og skríggini runga um biografsalin.
Men hetta skal tó ikki merkja, at filmurin ikki hevur nakrar feilir. Unga parið fær t.d. vitjan av einum clairvoyanti, og tey fáa at vita, at tey kunnu ikki rýma úr húsinum, tí tað hjálpir ikki, og at tey skjótast gjørligt mugu ringja til ein demonolog sum helst hevur útbúgvingina cand.diablo. Gita um tey gera tað?
Tað aðrir logiskir býttleikar, sum parið ger seg skyldugan í, men eg vil ikki koma alt ov nógv inn á søguna. Leikaraframførslurnar eru eisini nakað ivasamar til tiðir – serliga tá Micah skal spæla ”maðurin í húsinum”, men tað oyðileggur ikki filmin nakað serligt. Tað forðar bara honum ið at vera perfektan.

Í stuttum: Skunda tær at fara at hyggja eftir filminum, meðan onnur fólk enn tíma. Ein sovorðin filmur má síggjast við nógvum fólkum.



Síður: -

Viðmerkingar: 28
Síða [1] 2 >
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 1 - 11/12/2009 klokkan 05:42

nokk so einigur við tær gaffer, men eg helt at filmurin var frálíkt spældur, og eisini at hugsa sær at tey vóru ókend.
Annars visti tú ymiskt um leysasøgurnar, tað gjørdi review meira interresting
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 2 - 11/12/2009 klokkan 06:04

Eg haldi ikki, at filmurin var meira enn 3/5. Hetta er ein sovordin filmur, sum eg hevdi ynskt hevdi havt eitt stórt budget og filmadur sum ein big-budget movie.

Samdur í at hetta er ein filmur, sum SKAL síggjast í biografinum. Tíbetur eri eg ikki av screenrippara-slagnum.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 3 - 11/12/2009 klokkan 06:09

"Hetta er ein sovordin filmur, sum eg hevdi ynskt hevdi havt eitt stórt budget og filmadur sum ein big-budget movie."

Hasin filmurin hevði sokkað
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 4 - 11/12/2009 klokkan 06:19

ja, so burdi tey eisini fingið direktørarnar frá Scary Movie at gjørt filmin, so hevði tað verið 5/5
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 5 - 11/12/2009 klokkan 06:48

Nei, Gaffer. Tad hevdi kunnad verid epic. Tú ert bara ov narrowminded at síggja tad.
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 6 - 11/12/2009 klokkan 06:54

Minst til:
Rule number one : Rani hevur altíð rætt
Rule number two : Rani hevur ALTÍÐ rætt

men eg eri við gaffer, vóni ikki at filmurin hevði verið betri um budget var størri
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 7 - 11/12/2009 klokkan 07:04

Hugsa tær ein Horror film vid Avatar budget
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 8 - 11/12/2009 klokkan 07:10

first thing that comes in mind "Transformers 2" eg var angry í eina viku aftaná eg hevði sæð hann tí tey stjolið úr mínum pungi

TRANSFORMERS : deffinantly not worth it!
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 9 - 11/12/2009 klokkan 07:16

Eg veit at Transformers 2 var horribly bad, men tad er ikki ein horror filmur.
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 10 - 11/12/2009 klokkan 14:11

Eg veit ikki hvat man hevði kunnað brúkt 50milliónir til í hesum filminum..
Hvussu kann eitt kempi budgett gera ein sovornan film betri?

Filmurin hevði sokkað um man royndi at finna ting at brúka pengarnar uppá..
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 11 - 11/12/2009 klokkan 21:48

Tú hevur bara onga imagination.
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 12 - 11/12/2009 klokkan 23:13

Umsíðir ein filmur sum eg faktiskt havi sæð.

Mær dámdi hann heilt væl. Onki framúrskarandi, men góður. Nøkur býtt ting sum hildu honum aftur, men sum heild er hann fínur, og so ger enntá mestsum alt øðrvísi frá øðrum filmum av sínum slagi.

Elskaði tó sjeikin í filminum. "Where the fuck are you, ya stupid ghost? Afraid to come out? Nobody fucks with my girlfriend, dude. I'm gonna kick your ghost-ass 'cus I'm the MAN!"

Doyð, eg flenti eftir honum.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 13 - 12/12/2009 klokkan 00:08

2009-12-11 at 8:11 AM - Gordon:
Eg veit ikki hvat man hevði kunnað brúkt 50milliónir til í hesum filminum..
Hvussu kann eitt kempi budgett gera ein sovornan film betri?

Filmurin hevði sokkað um man royndi at finna ting at brúka pengarnar uppá..


QFE
Lordbashwood

17/01/2010

Stað: -
Innlegg: 50
# 14 - 12/12/2009 klokkan 01:30

Tað er bara prinsippi við at filmurin er gammeldags sum ger at fólk halda hann vera góðan og av tí geva honum ikki ordiligan kritik. Tá fólk geva einum filmi kritik, hyggja tey eftir søgu, effektum og alt møguligt, men um tú skal geva einum gomlum filmi sama kritik, og vera náðileysur, so gongur tað ikki væl hjá teimum gomlu filmunum.

Latum okkum bara siga tað soleiðis, um ein filmur er gammeldags ella gamal, so sleppur hann næstan treytaleyst ígjøgnum kritikkin uttan at føla nakað. Soleiðis er tað bara nú á døgum.

T.d. filmurin House of the Devil, hann var gjørdur sum ein av teimum gomlu. Eg sigi bara at hann var gott gjørdur uppá tann gamla mátan, men um filmurin sjálvur var góður? nei.... tað tók 75min at byggja stemning og at okkurt "horror" hendi. ein sera skuffandi filmur, men atlíkaval fær hann t.d. 6,8 á imdb.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 15 - 12/12/2009 klokkan 02:07

Og so eru tey, sum halda Godfather vera bestu filmarnar.
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 16 - 12/12/2009 klokkan 04:36

2009-12-11 at 7:30 PM - Lordbashwood:
Tað er bara prinsippi við at filmurin er gammeldags sum ger at fólk halda hann vera góðan og av tí geva honum ikki ordiligan kritik.

Øhm... hvat?
Tosar um tú Paranormal Activity? Hvat er gammeldags við honum? Hevur tú sæð hann?
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 17 - 12/12/2009 klokkan 06:01

Eg trúgvi, hann meinar við, at filmurin er low-budget, so fólk cut'a hann some slack av tí sama, akkurát sum við gomlum filmum.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 18 - 12/12/2009 klokkan 07:26

Haldi ikki argumentið hevur hald í veruleikanum.

Mær dámar ikki Citizen Kane, The Godfather og Apocalypse Now tí teir eru gamlir filmar, men tí teir eru góðir filmar. Stórur munur.
Lordbashwood

17/01/2010

Stað: -
Innlegg: 50
# 19 - 12/12/2009 klokkan 07:40

2009-12-12 at 12:01 AM - rani-rj:
Eg trúgvi, hann meinar við, at filmurin er low-budget, so fólk cut'a hann some slack av tí sama, akkurát sum við gomlum filmum.


Ja.

Eisini tá filmurin er gjørdur uppá handan mátan, so sleppur hann undan vissum kritikki. Eg vænti at filmurin hevði fingið minni um hasin Steven Spielberg einki hevði sagt.

Eg fari at royna hyggja eftir hasum filminum, men havi illa hug, tí nógvir vinir og reviews siga at hann er nógv for overrated og er slett ikki so góður sum nógv fólk siga. Eri sjálvur ein stórur horror fan, men tað sum ger teir gomlu horror filmarnir "betri" er bert hvussu teir "óndu" eru, har er ein viss horror charma í teimum.

Tað sum eg haldi er troyttandi við krittikarum nú á døgum er at teir ikki skriva í teirra kritikki "at man tekur í betragtning" at filmurin er gjørdur soleiðis og soleiðis, ella kostaði so og so nógv. Um tað er ein low budget filmur, so kanska siga teir at hann er sera góður og blah blah blah. Men um budget er sera høgt, og teir ikki fingu tað sum teir høvdu forvænta av einum so høgum budget, so er tað vánaligt.
T.v.s. at low budget filmar, sleppa lætt ígjøgnum kritikkin (sama við gomlum) meðan high budget sleppa ikki lætt ígjøgnum. So tað er nógv lættari hjá einum low budget at fáa góðan kritik enn hjá einum high budget. MEN um standardurin skuldi vera tann sami til hvønn film, hevði tað so verið rættvíst? tað bestemma tit.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 20 - 12/12/2009 klokkan 07:43

2009-12-12 at 1:26 AM - Gaffer:
Haldi ikki argumentið hevur hald í veruleikanum.

Mær dámar ikki Citizen Kane, The Godfather og Apocalypse Now tí teir eru gamlir filmar, men tí teir eru góðir filmar. Stórur munur.


Tær dámar The Godfather og Citizen Kane tí at reviewers altíð hava dámt teir. Tú hevur ongantíð fyrr sagt, at tær dámar Apocalypse Now fyrr enn hann kom nr. 1 á ein lista her stutt síðan.
Síða [1] 2 >

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.