Avatar - ummæli
Skrivað hevur Gaffer tann 29/12/2009 klokkan 22:37 1

Avatar



Longd: 2 t. 41 min. Aldursmark: 11 ár

Nú hetta árátíggið er komin at enda, kann mann róliga siga hetta hevur verið ”The Geeks' Decade” við eitt hav av teknuseriufilmum og teimum nýggju Star Wars millum annað. Tí kann tað tykjast løgið at James Cameron, sum við seinasta filmi sínum, Titanic, vann heili 11 Oscars, ikki hevur verið at sæð inntil nú. James Cameron er jú maðurin handan Aliens, Terminator og The Abyss, so mann skuldi trúð at árini 2000-2009 høvdu verið guff hjá honum.
Men nú er hann so aftur, har hann veruliga roynir at seta eitt stórt punktum á hesa dekaduna, so hevur verið eyðmerkt av dýrum special effects og, nú í seinastuni, uppreisnini hjá tí triðju dimensjónini.
Filmurin er sjálvandi Avatar, og tey, sum vanliga lesa tað sum undirritaði skrivar her á síðuni, vita at eg havi verið nakað skeptiskur yvir fyri hesum filmi, og tað hevur ikki verið uttan grund. Nærum 90% av øllum tí, sum ein sær í filminum er CGI og tá er eisini talan um rúmdarverurnar Na'vi, sum tær vera kallaðar. Hetta kann gerast ein trupulleiki, tí at vit sum áskoðarar mugu kunna relatera til hesar verur, og tað hevur ofta verið ringt í øðrum filmum. Men latið okkum líka hyggja at søguni áðrenn vit fara víðari.
Jake Sully (Sam Worthington) er fyrrverandi soldátur í US Marine Corps (hann er lammaður) men tá tvíburði hansara, sum skuldi útsendast til mánan Pandora, verður myrdur, fær Sully tilboðið um at fullføra missjónina hjá bróðrinum, saman við einari heftigari løn.

Eftir seks ár í cryo-svøvni, sum kann sigast at vera eitt slag av dvala, lendir Sully á Pandoru. Har verður hann informeraður um Avatar-programmið, sum loyvir menniskjum at liva gjøgnum ein Avatar, sum er ein Na'vi, sum er skapt í laboratoriinum. Leiðarin av programminum (Sigourney Weaver) dámar einki serligt henda nýggja soldátin, hon vil heldur hava ein vísindamann, sum bróður Sully var.
Jake fær so at vita at tey skulu royna at koma í samband við Na'vi-fólkið so tey kunnu læra tey at kenna og vice versa, men ein skurkur má sjálvandi eisini vera. Henda rolla verður útfylt av Col. Quaritch (Stephen Lang) sum er undir ordrum av einum stórum firma, sum vil sleppa at grava eftir ”unobtainium” (fø: ikkitilatfáafaturíium). Hann roynir so at fáa Sully at yvirtala Na'vi-f´lkið til at flyta.
Søgan er í sær sjálvum einki slóðbrótandi, og ,ja, mann kann gott kallað hetta fyri Dances With Wolves í rúmdini, men hetta ger als ikki søguna vánaliga.
Hetta val er eisini gjørt pá grund av, at fokusi hjá Avatar liggur í tí visuella, og her skarar filmurin framúr. Cameron hevur simpulthen megnað at skpa eina heilt nýggja verð við síni egnu náttúri og Na'vi-fólkið hevur enntá sítt egna mál. Ikki síðan J. R. R. Tolkien hevur ein søguforteljari megna at skapt eina so komplexa og samstundis trúverdiga verð, og tað hevur uppiborið eitt stórt herðaklapp.
So hví riggað Na'vi-fólkini, í mun til aðrar CGI-skaptar verur (t.d. Gungans í Star Wars)? Jú, helst eru tað eygunu. Hyggur mann t.d. eftir Disney-teknifilum, hava øll stór eygu. Pá onkran máta hjálpir hetta okkum at relatera og fáa samkenslu við verurnar, og tá filmurin avhongur av hesum, so má mann siga at sniðgevarnir handan filmin eru slopnir heilt væl frá tí.
Og sum filmur riggar Avarar framúr, tí har er altíð okkurt at hyggja eftir, men ongantíð so nógv at tað distraherar, og actionsenurnar, sum eru nógvar, eru frálíkar.
Tó er filmurin rættiliga langur, men tað var ongantíð at eg hugsaði nær hann fór at enda. Tað er sum Roger Ebert sigur: ”Ein vánaligur filmur kann ongantíð vera ov stuttur, og ein góður filmur kann ongantíð vera ov langur.
Hetta má siga at vera ein av teimum heilt fáa tingunum, har einki serligt er seta fingurin á, og siga at tað ikki riggar. James Cameron er enn ”King of the World.”

Í Stuttum:
Tað einasta keðiliga við filminum var, at hann endaði.

Síður: -

Viðmerkingar: 13
Síða [1]
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 1 - 29/12/2009 klokkan 23:53

/agree w/ rating.

”Ein vánaligur filmur kann ongantíð vera ov stuttur, og ein vánaligur filmur kann ongantíð vera ov langur.

wat


Siðst broytt av rani-rj tann 29/12/2009 klokkan 23:56 (broytt 1x)
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 2 - 30/12/2009 klokkan 00:10

Ein typo, obviously
Lordbashwood

17/01/2010

Stað: -
Innlegg: 50
# 3 - 30/12/2009 klokkan 00:10

”Ein vánaligur filmur kann ongantíð vera ov stuttur, og ein vánaligur filmur kann ongantíð vera ov langur."

ha?

Edit: Gott at tú broytti tað nú


Siðst broytt av Lordbashwood tann 30/12/2009 klokkan 00:11 (broytt 1x)
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 4 - 30/12/2009 klokkan 01:26

Unobtanium?! Góði ikki sig at hatta er veruligt!

Men eg veit ikki hvat eg skal siga til hendan filmin. Tað er sjáldsamt at eg ikki dugi at síggja okkurt gott í einum filmi, men so er her. Eg eri púrasta óáhugaður í Avatar.

Cameron dugir tó at gera blockbusters. Ongin ivi um tað.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 5 - 30/12/2009 klokkan 01:42

Um tú ikki hevu sæð filmin, Anayna. so mást tú. Tú fert at eta øll hasi orðini í teg aftur og síðan spýggja tey út bara fyri at kunna eta tey enn einaferð av respekt fyri Avatar.


Siðst broytt av rani-rj tann 30/12/2009 klokkan 01:43 (broytt 1x)
HForce

11/12/2019

Stað: -
Innlegg: 4378
# 6 - 30/12/2009 klokkan 02:29

What Rani segði.

Ein heilt fantastiskur filmur. Men ja, "unobtaininum" var eitt sindur for stuttligt.

Men eg havi hugsað, kanska persónurin sum segði tað fann uppá eitt orð á staðnum, fyri at fáa yvirum júst hvussu sjáldsamt mineralið var?
BowseR

11/01/2016

Stað: -
Innlegg: 228
# 7 - 30/12/2009 klokkan 10:10

Nokk ein av teimum bestu filminum eg havi sæð.
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 8 - 30/12/2009 klokkan 21:04

eg helt at hesin filmurin var ov stuttur, tá hann endaði tá vildi eg bara hava meira. Men tað gongur runt at Avatar er ein trilogi, so tað er bara at bíða =)
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 9 - 31/12/2009 klokkan 18:06

sá hann í gjár... hann er góður.
spoiler +-
hvussu halda tit at na'vis gera børn? flætta tey hasi bondini saman?? xD



Siðst broytt av dekanfari tann 31/12/2009 klokkan 18:09 (broytt 1x)
Sammi

12/07/2019

Stað: -
Innlegg: 839
# 10 - 31/12/2009 klokkan 23:21

Eg var í hypnosu allan vegin ígjøgnum. Lekkurt at fordjúpa seg í einum fremmandum heimi, ið var so livandi og lekkur fyri eyguni. Eg droymdi meg langt vekk. Søgan er ein klishe, men hon er effektiv og kemur ikki í vegin líka sum í 2012 (fy for den ledeste hann stinkaði BTW). Man hevur líka sum heldur ikki tíð og yvirskot til at leggja í søguni, tá ið alt sær so lekkurt út sum í Avatar.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 11 - 01/01/2010 klokkan 00:26

2009-12-31 at 12:06 PM - dekanfari:
sá hann í gjár... hann er góður.
spoiler +-
hvussu halda tit at na'vis gera børn? flætta tey hasi bondini saman?? xD


Eg haldi, at filmurin leggur upp til, at tey gera tað sum fólk vanliga gera Na'vis goyma jú eisini sum so tann partin av kroppinum við klæði.
GRINDABOD!

04/01/2013

Stað: -
Innlegg: 104
# 12 - 01/01/2010 klokkan 00:43

Hann var freaking awesome! Tað var oftani at man ikki kundi síggja munin millum verðuleika og 3d


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 13 - 12/07/2014 klokkan 08:47

kept polo ralph his louboutin tongue oakley sunglasses in soccer jerseys control tory burch outlet from reebok shoes the insanity workout past converse shoes few days birkin bag is again gone louis vuitton outlet online into prada handbags making yet another controversial chanel handbags statement today. nfl jerseys TRS bottega veneta chief longchamp KCR north face outlet who herve leger attended the asics running wedding lululemon outlet occasion ray ban of karen millen the Son and daughter of mont blanc the true religion outlet Ex-MLA louis vuitton handbags and valentino shoes TRS coach outlet store leader ray ban outlet Solipeta toms shoes Ramalinga burberry Reddy true religion jeans and blessed the coach factory outlet newlywed oakley sunglasses couples. soccer shoes Later mulberry taking chi hair straighteners the coach purses mike and ghd hair speaking he said louboutin that tradition of hollister wearing the ralph lauren mangala suitra longchamp outlet is coach outlet nowhere in louboutin the michael kors outlet Hindu new balance shoes epics true religion and mcm handbags that it longchamp a coach outlet part of the juicy couture outlet Hindu tradition marc jacobs is not salvatore ferragamo at all. supra shoes

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.