Top 10 filmar í 2009
Skrivað hevur Gaffer tann 02/01/2010 klokkan 02:02 1



Top 10 filmar í 2009

Nú er árið runnið, so nú er tí til at kjósa teir bestu filmarnar, sum hava verið vístir í biografinum hetta farna árið. Eg havi valt at fylgja útgávukalendarinum hjá Wikipedia, so filmar sum The Wrestler og Slumdog Millionaire eru ikki kandidatar.

1. Avatar



Nógv vóru skeptisk tá Cameron endiliga kom út við einum filmi. Hesuferð tók hann okkum út á eina special-effects extravaganza úti í rúmdini, sum veruliga var sum ein gourmet døgurði fyri eyguni. Søgan var kanska ikki tann allarbesta nakrantíð, men av tí at filmurin hevði eitt frálíkt tempo við fleiri góðuum action-senum, gekk alt upp í eina hægri eind. Leikaraframførslurnar vóri eisini heilt góðar, ikki at gloyma.

2. The Hurt Locker



Nakrir filmar hava roynt at víst okkum kríggini í Irak og Afganistan, men eingin megnar at vísa okkum hvussu kríggið terir uppá teir krígsmenn sum luttaka í krígginum.
Vit fylgja einum bumbu-desarmerings-liðið, sum fær ein nýggjan leiðara eftir at tann fyrri doyr. Men nýggi leiðaran kann róliga kallast at vera ein loose cannon, sum meir enn einaferð setur liðið í vanda. Góðar leikaraframførslur og ein sera, sera intens "snipara-duel" gera The Hurt Locker til ein frálíkan film.

3. Inglorius Basterds



Skal Tarantino gera ein WWII film? Ja, fleiri stóðu undrandi, men tað er eingin ivi um at Inglorious Basterds er ein frálíkur og sera stuttligur filmur. Sum í øðrum QT-filmum er nógv tos, og fyrsta senan í filminum, sum er eini 20 minuttir er ein samrøða millum veiðumann og haru, og henda senan er uttan iva ein tann besta í ár. Ongantíð hevur eitt glas av mjólk havt so stórt spenningsvirði.
Besta leikaraframførsla er tann hjá Cristoph Waltz, men vit mugu ikki gloyma Brad Pitt sum over-the-top serjant, sum er farin til Fraklands at drepa og skalpera so nógv nazi-svín sum møguligt.

4. Watchmen



The Dark Knight var besti tekniseriufilmur í 2008, men Watchmen legði hart út í 2009. Vit fingu nú høvi at síggja superhetjur sum nøkulunda vanlig menniskju (nei, multi-millarderar eru ikki vanlig menniskju) um vit líka síggja burt frá Dr. Manhattan.
Søgan koyrdi sum ein heilt góð krimi, við einum frálíkum twisti, og tað er gott fyri einaferð skyld ikki at hava ein sukursøtan enda.
Og Jackie Earle Haley hevur uppiborið heiður fyri sína framførslu sum Rorschach

5. Frygtelig Lykkelig



Hendan kenna nokk tey fægstu. Hann var vístur á filmfestivalinum hjá Havnar Bio, og umhandlar ein kjøpinhavnara politist, sum verður sendur út á landið at vera landsbybetjent.
Tað sum fylgir er ein kolasvørt komedia, har fólkini í bygdini vísa býardronginum hvussu mann fer um lóg og ordan úti á landinum í Jyllandi.

6. District 9



Neill Blomkamp skuldi fyrst gera eina filmútgávu av telduspælinum Halo, men fíggingin aftan fyri datt sundur. Peter Jackson og Blomkamp gera so av, at gera ein spælifilm burtur úr einum stuttfilmi sum Blomkamp hevur gørt.
Úrslitið er District 9, sum vísir hvussu ein multinational fyritøka kúgar rúmdarverur, sum eru strandaðar á jørðini, tí tey vilja hava fatur á teirra vápnatøkni, við einum blandingi av films- kamera og tíðindaupptøkum. Paralellirnar til Apartheid eru ikki til at yvirsíggja, men tað er Sharlto Copley sum tann klossuti, men langt frá sympatiski Wikus, sum hevur fingið til uppgávu at standa á odda fyri burturflytingini av rúmdarverunum, sum lyftir filmin upp. Special-effektirnar eru eisini yvirraskandi góðar. Her kann Michael Bay læra nógv.

7. Invictus



Enn ein filmur um Suður Afrika.
Morgan Freeman leikar Nelson Mandela, ein rolla sum hann varð føddur til at spæla, sum aftaná at blíva valdur til forseta, má sameina eitt land sum hevur verið deilt sundur í meir enn ein mansaldur. Hetta ger hann, við at fáa øll at stuðla Rugby-landsliðnum til VM sum skal vera í Suður Afrika.
Clint Eastwood vísir enn einaferð, at hann uttan iva kann kallast at vera ein tann besti leikstjórin hetta áratíggið. Freeman og Matt Damon eru sikraðir at fáa Oscar-tilnevningar um ein mánað.

8. Fantastic Mr. Fox



Ein stop-motion filmur um ein bólk av djórum við menniskjasligum eginleikum, og hevur Geroge Clooney í høvuðsleiklutinum sum ein fantastiskur revur? Ja, ljóðar løgið, men Wes Anderson megnar at gera ein heilt góðan "teknifilm" til vaksin, sum bara kann yvirgangast av Pixar.

9. I Love You, Man



Helst tann besta komedian sum hevur gingið í Føroyum í ár. Paul Rudd leikar tann komandi brúðgómurin Peter, sum skal út at leita eftir einum "best man", tí hann hevur ongar mannligar vinir. Hann finnir slackaran Sydney (Jason Siegel) sum lærir Peter at slappa eitt "sindur" av
tá tað kemur til lívið, og "hilarity ensues". Segði nakara "Slap the bas"?

10 Antichrist



Ufff.... Hvat skal mann siga um nýggja filmin hjá Von Trier... Von Trier hevur fyrr sagt, at ein filmur skal vera sum ein steinur í skógvinum, og tað kann mann sanniliga siga at Antichrist er.
Men innanfyri allan óbehagin, finna vit ein tankavekjandi film, um sambandi millum mannin (Willem Dafoe) og kvinnuna (Chalotte Gainsbourg), Hvør er skurkurin? Eg veit ikki, tað er upp til kjak.

Og tann vánaligasti: Transformers 2: Revenge of the Fallen.



Ongantíð hava so nógvir pengar verið brúktir til so lítið. Jú, filmurin er flottur (myndin er prógv), men hvat kann tað brúkast til tá restin er nakað lort. Filmurin er minst ein tíma fort langur, og ongantíð hevur ein stór actionsena verið so keðilig.
Hevði eg givið tær ein hundalort, sum var pakkaður inn í flott gávupappír, hvat hevði tú so gjørt? Sagt pent takk fyri? Nei, tú hevði kasta hann í gronina á mær, og tað var eisini tað mann hevði hug til at gera við Harra Bay eftir at mann sá henda filmin.


Gott nýggjár øll somul!

Síður: -

Viðmerkingar: 9
Síða [1]
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 1 - 02/01/2010 klokkan 03:00

Tá tú hevur sæð Star Trek, kanska Gamer og The Hangover, so fert tú altso at broyta listan
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 2 - 02/01/2010 klokkan 03:05

Nei, listin er endaligur.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 3 - 02/01/2010 klokkan 04:14

Vónandi er tann listin, tú hevur í høvdinum, tað ikki.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 4 - 02/01/2010 klokkan 04:35

Huh?
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 5 - 02/01/2010 klokkan 05:10

Ja.
Grein

31/10/2014

Stað: -
Innlegg: 181
# 6 - 02/01/2010 klokkan 16:58

Gamer, rofl
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 7 - 02/01/2010 klokkan 23:03

Eg havi ikki sæð Gamer, men Star Trek sjokeraði meg, hann var nógv betur enn eg væntaði hann fór at vera.
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 8 - 17/01/2010 klokkan 00:14

Nú eri eg 100% ímóti listanum her.
Havi nýstani sæð Avatar, og hann var ikki so góður sum overrate fólk siga hann vera.
Eg sigi ikki at hann er vánaligur, men veit bara at har eru nógvir filmar frá 2009 sum eru nógv betri. Sherlock Holmes burdi so heilt sikkurt ligið sum #1 ístaðin


Siðst broytt av BANKAI tann 17/01/2010 klokkan 00:16 (broytt 1x)


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 9 - 12/07/2014 klokkan 09:00

kept polo ralph his louboutin tongue oakley sunglasses in soccer jerseys control tory burch outlet from reebok shoes the insanity workout past converse shoes few days birkin bag is again gone louis vuitton outlet online into prada handbags making yet another controversial chanel handbags statement today. nfl jerseys TRS bottega veneta chief longchamp KCR north face outlet who herve leger attended the asics running wedding lululemon outlet occasion ray ban of karen millen the Son and daughter of mont blanc the true religion outlet Ex-MLA louis vuitton handbags and valentino shoes TRS coach outlet store leader ray ban outlet Solipeta toms shoes Ramalinga burberry Reddy true religion jeans and blessed the coach factory outlet newlywed oakley sunglasses couples. soccer shoes Later mulberry taking chi hair straighteners the coach purses mike and ghd hair speaking he said louboutin that tradition of hollister wearing the ralph lauren mangala suitra longchamp outlet is coach outlet nowhere in louboutin the michael kors outlet Hindu new balance shoes epics true religion and mcm handbags that it longchamp a coach outlet part of the juicy couture outlet Hindu tradition marc jacobs is not salvatore ferragamo at all. supra shoes

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.