Prát við ein non-gamer 1: Joanida í Kálvalíð
Skrivað hevur HForce tann 30/08/2010 klokkan 12:32 1

Hetta er fyrsti parturin í nýggju røðini, Prát við ein non-gamer. Vit tosa við Joanidu í Kálvalíð, sum svarar ymsar spurningar viðvíkjandi telduspølum.




Hey Joanida. Tú ert fyrsti persónurin sum vit tosa við í hesari røðini av samrøðum. Eg kundi hugsað mær at lært eitt sindur um hvat tú heldur um telduspøl og fólkini sum spæla tey. Kanst tú fortelja lesarunum eitt sindur um teg sjálva?

Eg eri 20 ára gomul, búgvi í Havn og gangi 1. árið í student.

Hevur tú sjálv nakrar upplivingar við telduspølum? Wii Sports, Guitar Hero, ella kanska okkurt meira hardcore?

Tá var yngri spældi eg nokkso nógv PlayStation og Nintendo 64 spøl, so sum Supermario, Crash, Need for Speed, Tekken osfr., síðani havi eg bara roynt at spælt á telduni onkutíð, men tó skal viðmerkjast at tað er ikki nógv. Mest á alnótini, ikki nakað bestemt spæl. Tó kann viðmerkjast at eg royndi nokk so nógv Guitar Hero og Sing star ta einu tíðina. Eg eigi ikki sjálv PlayStation, so tað er avmarkað hvussu nógv eg kann spæla.

Hvat heldur tú sjálv um tey fólkini, sum brúka nógvar tímar um dagin uppá at sita og spæla telduspøl? Spilla tey tíðina hjá sær? Kemur tað kanska ann uppá, hvørji spøl tað er sum tey spæla?

Ja, máti skal vera við. Fólk sum sita allan dagin og spæla telduspøl spilla avgjørt tíð. Tað er so asosialt. Øll fólk hava brúk fyri at vera saman við fólki í veruleikanum av og á. Haldi tað er fínt eina løtu um dagin, men har er altso ein grensa. Og tað kemur ikki ann uppá hvørji spølini eru. Alt kann blíva ov nógv av tí góða.

Kennir tú nakað til heimasíðuna Gaming.fo? Um so, hvat heldur tú um fólk sum tíma at brúka tíð á henni, og lesa og kjaka um telduspøl?

Eg kenni einki til heimasíðuna, men eg haldi at tað er fínt við máta.

Sjálvur havi eg júst sitið uppi og bíða eftir einum nýggjum spæli, sum eg eri sera spentur um (Mass Effect 2). Eftir ætlan skal tað mesta av náttini brúkast við hesum spælinum, sum eg havi glett meg til í fleiri ár. Heldur tú kanska, at tað er eitt sindur for nógv av tí góða?

Um tú hevur bíða í fleiri ár, so er tað kanska skilligt, og um tað er bara hetta eina spælið. Men um tú hevur tað soleiðis fyri næstan hvørt spæl ið kemur út, og nærmast ikki hugsar um annað, so blívur tað for nógv.

Hevur tú nakrantíð verið til eitt sokallað LAN party, har nógv fólk sita í langa tíð og linka? Hvat heldur tú um hesi tiltøkini? Kanst tú ímynda tær, at tú hevði tímað nakað líknandi einaferð?

Eg havi ongantíð verið til eitt LAN party. Men eg haldi at tað er eitt fínt tiltak. Ordiliga super.

Men nei, eg trúgvi ikki at eg hevði tímað slíkt. Men tó skilji eg væl at summi tíma tað. Alt skal bara vera við máta.

Ofta eru telduspøl frammi í miðlum, har tey verða ákærd fyri at gera ungar menn og dreingir til drápsfólk. Metir tú at nakað hald er í hesum? Um so, hvat átti mann at gjørt við tað?

Eg haldi so avgjørt at tað kann ávirkað í ein vissan mun. Men ein kann ikki geva alla skuldina til telduspøl. Tað kann vera at foreldrini loyva teimum at sita alt ov leingi osfr.

Eg veit ikki hvat mann kann gera við tað. Tí nú er tað so, og tað hevði nokk sett sinnið í kók hjá nógvum, um mann strikaði alt sum var óhóskandi.

Viðhaldsfólk hjá spæl ídnaðinum siga at nógv spøl kunnu vera sera mennandi og stimbrandi fyri ung børn, sovæl sum vaksin. Hvat heldur tú um hetta? Hevði tú funnið uppá at lati eitt barn spælt ávís spøl av hesari grund?

Tað er alt ann uppá hvørji spølini eru, trúgvi ikki at øll eru mennandi.

Men ja, um eg visti at tað var mennandi. Eg hevði helst vilja roynt tað sjálv áðrenn eg hevði latið barnið spælt tað.

Onkur telduspøl verða spæld professionelt av teimum bestu spælarunum, sum liva av tí fulla tíð, júst sum onnur ítróttarfólk. Hetta verður kallað eSport, ella elektroniskur sportur. Er hetta at taka telduspøl for langt?

Ja, so avgørt.

Um tey liva av tí, er tað so ikki í lagi? Er tað munur á at vera professionellur telduspælari, og at vera professionellur fótbólts spælari?

Um man kann liva av tí, so er tað sjálvandi í lagi. Men har eru vansar við at verða professionellur telduspælari, tí at mann situr nógv frammanfyri einum skermi, og tað er ikki gott fyri eyguni og heilan. Man brúkar músina allatíð, og tað ger at mann kann fáa skjótt gikt í hondina.

Mann er lítið úti, og kann lætt fáa mangul uppá D-vitaminir, og liggisár á reyvina.

Um onkur skuldi skapt tað perfekta telduspælið til tín, hvussu skuldi tað verið?

Hmm, mær dámar ótrúliga væl spøl sum td. Guitar Hero, og hasi Wii spølini har mann kann røra seg eitt sindur meðan mann spælir. So tað skuldi verið eitt spæl sum hevði tónleik, og har eg kundi røra meg.

Takk fyri prátið! Eg vóni at vit hittast in-game.

Síður: -

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 1 - 30/08/2010 klokkan 12:33

Upprunaliga skrivað á nýggju/gomlu síðuni.
kozy

20/07/2015

Stað: -
Innlegg: 156
# 2 - 28/11/2011 klokkan 16:54

Bara so leingi, tað verður gjørt við máta.


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 3 - 12/07/2014 klokkan 09:05

kept his longchamp tongue soccer jerseys in control from the past coach factory outlet few new balance shoes days is again coach purses gone into ray ban outlet making ghd hair yet another juicy couture outlet controversial statement toms shoes today. TRS coach outlet chief soccer shoes KCR supra shoes who coach outlet attended polo ralph the michael kors outlet wedding louis vuitton handbags occasion of longchamp the Son true religion outlet and louis vuitton outlet online daughter of the Ex-MLA and coach outlet store TRS salvatore ferragamo leader chanel handbags Solipeta oakley sunglasses Ramalinga asics running Reddy mcm handbags and chi hair straighteners blessed the newlywed couples. Later nfl jerseys taking the mont blanc mike insanity workout and louboutin speaking mulberry he marc jacobs said reebok shoes that louboutin tradition of wearing lululemon outlet the converse shoes mangala prada handbags suitra tory burch outlet is bottega veneta nowhere hollister in north face outlet the true religion Hindu oakley sunglasses epics karen millen and louboutin that true religion jeans it valentino shoes a birkin bag part of ralph lauren the longchamp outlet Hindu tradition is not ray ban at burberry all. herve leger

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.