Prince of Persia - Ummæli
Skrivað hevur HForce tann 30/08/2010 klokkan 12:47 1

Prince of Persia



Latum okkum bara siga betri seint enn aldrin.
So kom hann, filmurin sum Disney og Jerry Bruckheimer ætlar skal vera byrjanin til eina nýggja films-trilogi, à la Pirates of The Caribbean. Filmurin Prince of Persia: The Sands of Time er sjálvandi bygdur á telduspælið við sama navnið, og tað kann kanska tykjast løgið, at The Bruck tímir at pumpa fleiri milliónir dollarar í ein film, sum byggir á eitt telduspæl, tá mann tekur hædd fyri at sovorðnir filmar altíð hava skuffað. Men hvat tá? Pirates of the Caribbean er bygt á ein rutsjebana í Disneyland!
Men lat okkum koma til sakina. Prince of Persia handlar um gøtudrongin Dastan (Jake Gyllenhaal) sum verður adopteraður av persiska konginum (Ronald Pickup). Seinni, tá Dastan r vorðin maður, er hann kapteynur í persiska herinum, sum er í holt við at leypa á heilaga staðin Alamut. Hetta ger teir, tí teir hava fingið at vita frá beiggja kongsins Nizam (Sir Ben Kingsley) at Alamut smíðar vápn til fíggindarnar hjá Persia. Men hvat nú, Persar finna ongar vápnasmiður. ”Fregnartænastan hjá Persum, PIA sýnist at hava logið fyri stakkals Nizam, tsk tsk. Um tú nú heldur at hetta kanska minnur eitt sindur um eina ávisa herseting av einum ávísum landi, so ert tú ikki tann einasti/a. Allegoriin um Irak-kríggið verður smurd forferdiliga tjúkt á. Og tá er tað ikki áhugavert, bara tápuligt.
Eftir at bardagin er vunnin verður Dastan, av ávísum grundum, noyddir at flýggja, og tað ger hann saman við Alamutisku (er tað soleiðis mann sigur?) prinsessuni Taminu (Gemma Arterton) tí beiggji Dastan, Tus (Richard Coyle, ella sum hann altíð fer at vera kallaður av mær, Jeff Murdock) vil dreapa hann. Tamina og Dastan hata sjálvandi hvønn annan so nógv í byrjanini, at tú veitst tey vera par, tá filmurin endar.
Soleiðis byrjar ein ferð aftur og fram gjøgnum persisku oyðimarkirnar, tí Dastan má fáa ”The Dagger of Time”, ein heilagan knív, sum hevur eginleikan at skrúða tíðina aftur, aftur til sítt rætta pláss, tí Nizam, sum sjálvandi er tann óndi, (Øll sum hava sæð Disney filmar fyrr vita at beiggi kong altíð er óndur), vil hava knívin, so hann kann skrúða tíðina aftur og hvat annað? Drepa beiggja sín.
Søgan er kanska eitt sindur torskilt og hongur ikk altíð heilt saman, men til ein action-film, har mann er noyddur at kobla heilan frá, er hon nøktandi. Leikaraframførslurnar eru harafturímóti nakað skuffandi, men tað er kanska tí at leikritið er ein kliché-fyltur vavgreytur, har dialogurin kundi verið skrivaður av einum fimtanára-gomlum. Og fyri Guðs skyld, um øll skulu tosa enskt-enskt í einum søguligum filmi, lær so høvuðspersónin at tosað tað ordiligt.
Hetta er sjálvandi ein Bruckheimer filmur, og tað vil siga CGI, men tað er sera skuffandi at CGI’in ikki er ”upp to snuff”, í einum filmi, har onnur hvør sena inniheldur sovorðið. Hetta er kanska smáting, men einaferð, tíðliga í filminum, brúka teir eisini Bruckheimer-zoomið. Tit vita, tað slagið av kameraførslu, har kameraið flýgur og zoomar inn á ymisk smáting sum í CSI. Eg helt bara at hetta slettis ikki riggaði til ein film, sum skal meinast at vera nøkulunda søguligur. Filmurin er tó ómetaliga flottur, og leikstjórin hevur uttan iva spælt Assassin’s Creed. Sum sæst í eina ávísari senu har Dastan stendur og einum torni og hyggur yvir ein bý.

Í stuttum:
Telduspælsfilmarnir hava ikki fingið sín Dark Knight enn, men um tú gjarna vil síggja ein hampuligan action-film, har tú kanst sløkkjað heilan. So er hesin brúkbarur. Endin er tó nakað skuffandi.

Síður: -

Viðmerkingar: 2
Síða [1]
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 1 - 30/08/2010 klokkan 12:50

Skrivað av Gaffer.


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 2 - 12/07/2014 klokkan 09:00

kept polo ralph his louboutin tongue oakley sunglasses in soccer jerseys control tory burch outlet from reebok shoes the insanity workout past converse shoes few days birkin bag is again gone louis vuitton outlet online into prada handbags making yet another controversial chanel handbags statement today. nfl jerseys TRS bottega veneta chief longchamp KCR north face outlet who herve leger attended the asics running wedding lululemon outlet occasion ray ban of karen millen the Son and daughter of mont blanc the true religion outlet Ex-MLA louis vuitton handbags and valentino shoes TRS coach outlet store leader ray ban outlet Solipeta toms shoes Ramalinga burberry Reddy true religion jeans and blessed the coach factory outlet newlywed oakley sunglasses couples. soccer shoes Later mulberry taking chi hair straighteners the coach purses mike and ghd hair speaking he said louboutin that tradition of hollister wearing the ralph lauren mangala suitra longchamp outlet is coach outlet nowhere in louboutin the michael kors outlet Hindu new balance shoes epics true religion and mcm handbags that it longchamp a coach outlet part of the juicy couture outlet Hindu tradition marc jacobs is not salvatore ferragamo at all. supra shoes

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.