Predators - Ummæli
Skrivað hevur HForce tann 30/08/2010 klokkan 12:49 1

Predators



Tað sær veruliga út til, at fólkini í Hollywood ongi hugskot hava eftir hetta summarið. Um vit ikki fáa okkurt 3D fiis, so fáa vit eitt remake/eftirfylgjara av onkrum úr 80′unum. Vit hava longur fingið Karate Kid, A Nightmare on Elm Street og The A-Team. Nú hava vit so fingið ein eftirfylgjara til Predator sum mann snildisliga hevur kallað Predators, og tað eru kanska tey sum minnast at hin rúmdarveru-serian eisini navngav sín eftirfylgjara á henda hátt. Clever indeed….
Náh, men til filmin. Predators sum er framleiddur av b-films legenduni Robert Rodriguez, byrjar við einum brakið: Adrien Brody, sum er uttan vit, dettur gjøgnum luftina, og roynir at fáa fallskermin hjá sær at útfolda seg. Hví dettur hann gjøgnum luftina? Er hann blakaður oman, ella er hann hoppaður, og valdi at fáa sær ein lúr vegin oman? Hann kemur tó niður í jungluna í øllum góðum, men hann er ikki einsamallur. Hann kemur framá ein russara frá Spetznaz við einum minigun, (hmm… hvar hava teir tað frá…?) eina ísraelska sniper-innu, einum mordara frá deyðgongini, ein soldat úr Sierra Leone, ein meksikanska narko-hándlngara, ein Yakuza-lim og ein gemenan lækna. Í øðrum orðum ein bólkur av hørðum badasses og einum vimpi.
Men hvar eru tey, og hví eru tey har? Tað mugu tey finna útav, men alt hetta gerst ongantíð meir enn hálvgum spennandi, tí trailarin hevur langt síðani avslørað tað(!). Hetta er keðiligt, tí her er potentialið til nakað betri.
Men eftir at alt hetta er orðnað skiftir filmurin til ein action-film eftir bókini. Predators jagstra menniskjuni, so tey mugu renna undan ella gera mótstøðu. Eitt tað mest áhugaverda í filminum er eisini at síggja og fáa at vita hvussu Predators jagstra menniskju, har líkheitirnar slettis ikki eru so fáar. Bólkurin av toughies er eisini so ymsikur, at tey hvør sær kunnu útgreina nøkur aspekt av veiðuhættinum, og saman kunnu tey so leggja eina betri plan.
Men her kemur so ein trupulleiki. Predators kunnu gerast ósjónligir, sum vil merkja at vit ikki síggja teir nakað serligt, og tí eru smanbrestirnir millum menniskju og predators ikki so nógvir at byrja við. So hevði tað verið áhugavert at sæð eina konflikt millum menniskjuni, tí tað er náttúrligt um fíggindin er ósjónligur. Fólk byrja at vera paranoid osv. Tíverri er tað alt ov lítið av hesum. Hetta kemst eisini av at Laurence Fishburne er við nógv ov stutt. Tað er sum um, at leikstjórin, Nimrod Atal, tekur sær alt ov stutta tíð til at menna persónarnar hjá sær. Og tað er spell, tí aftur her er potentialið til nakað betri. Men deiligt at síggja at Predatorarnir ikki eru CGI.
Hetta er tó ein action-filmur, og á hesum økinum feilar einki. Her eru jagt-senur, shootouts og eksplosiónir, og um hetta er tað einasta tú vilt hava úr einum action filmi, so verður tú helst nøgdur. Men Atal, skuldi havt hugt eftir hinum rúmdarveru-eftirfylgjaranum, nevnliga Aliens. Har er frálíkt action og gott drama og persónsmenning, so vit kunnu hava samkenslu við Ripley og Co. tá tey verða sundurskrødd.
Og líka tað at Predators hevur ein tann mest bíliga endan nakrantíð.

Í stuttum: Droppa Predators og far og hygg eftir Aliens, og kanska Alien við.

Síður: -

Viðmerkingar: 2
Síða [1]
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 1 - 30/08/2010 klokkan 12:51

Skrivað av Gaffer.


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 2 - 12/07/2014 klokkan 09:01

kept polo ralph his louboutin tongue oakley sunglasses in soccer jerseys control tory burch outlet from reebok shoes the insanity workout past converse shoes few days birkin bag is again gone louis vuitton outlet online into prada handbags making yet another controversial chanel handbags statement today. nfl jerseys TRS bottega veneta chief longchamp KCR north face outlet who herve leger attended the asics running wedding lululemon outlet occasion ray ban of karen millen the Son and daughter of mont blanc the true religion outlet Ex-MLA louis vuitton handbags and valentino shoes TRS coach outlet store leader ray ban outlet Solipeta toms shoes Ramalinga burberry Reddy true religion jeans and blessed the coach factory outlet newlywed oakley sunglasses couples. soccer shoes Later mulberry taking chi hair straighteners the coach purses mike and ghd hair speaking he said louboutin that tradition of hollister wearing the ralph lauren mangala suitra longchamp outlet is coach outlet nowhere in louboutin the michael kors outlet Hindu new balance shoes epics true religion and mcm handbags that it longchamp a coach outlet part of the juicy couture outlet Hindu tradition marc jacobs is not salvatore ferragamo at all. supra shoes

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.