Ummæli - Toy Story 3
Skrivað hevur Gaffer tann 11/09/2010 klokkan 20:31 1

Toy Story 3



Longd: 1 t. 47min. Aldursmark: Einki, men fráráddur børnum undir 7 ár

So vóru tey aftur. Tað er ringt at skilja, at tað eru 15 ár síðani leikurnar, sum blíva livandi, fyrst vóru at síggja. Tað verður kanska ikki sagt so ofta, men Toy Story er ein tann størsta orsøkin til, at CGI er vorðið so eyðsýnt í filmum. Um tú vilt takka ella harta fyrsta filmin dyri tað, er upp til tín, men uttan Toy Story, hevði Pixar ikki verið giganturin, sum hann er í dag, og tað hevði verið stór synd, tí hvørt ár kunnu børn eins og vaksin gleða seg til eitt nýtt meistaraverk frá studionum, sum ongntið svíkir. Sjálvt ikki tá teir gera ein 3'ara, sum er sera sjálvsamt fyri Pixar, sum næstan ikki ger eftirfylgjarar, men nokk um Pixar.
Toy Story 3 fyrigongur um 15 ár eftir eittaran, so tíðin er nú komin, at Andy, eigarin av leikunum, fer avstað á universitet. Stundin, sum Woody og Co. hava fryktað er upprunnin – Andy er vorðin vaksin, og hetta merkir at framtíðin er óviss: Verða leikurnar tveittar burtur, koyrdar upp á ovasta loft ella sleppur onkur kanska við Andy? Eftir eina misskiljing hendir tað at leikurnar verða givnar til ein barnagarð. Frálíkt hugsa leikrunar, sum nú verða spældar við til æviga tíð, men gamli Woody letur ikki við seg koma, hann er Andy'sa leika. Leikurnar finna eisini skjótt útav, at at lívið í Sunnyside-barnaharðinum ikki heilt er ein dansur á rósum, so tey gera av at rýma. Meir vil eg ikki siga um søgugongdina.
Tað eru tey somu, ið leggja røddir til leikurnar, og tey duga og tíma hetta líka so væl sum altíð. Nógvar góðar vittigheitir, men eisini nógvir sorgarleikar. Hetta er uttan iva tann mest syrgiligi av Toy Story filmunum, men hetta mátti verða so, tí filmurin er ikki bara ein barnafilmur. Børnini vilja uttan iva flenna hart og hava tað stuttligt, men her er nógv hjá teimum vaksnu at njóta eisini, hetta er hóast alt Pixar. Eins og hinir filmarnir í røðini, setur filmurnin djúpar spurningar um tilveruna, deyðan og lívið aftaná. Undranarvert at tað skal ein teknifilmur um leikutoy, til at seta hesar spurningar. Hetta er eisini tað, sum filmarnar leitt fram til; tað løtuna tá Woody, sum vil hava ævigan ungdóm við Andy, má góðtaka, at einki varar ævugt.

Men alt er ikki myrkt og dapurt. Grísurin og Mr. Potato Head eru við aftur, og eru frálíkir ”comic relief” figurar. Eg veit ikki hví, men figururin Rex sigur mær bara akkurát einki. Vit fáa eisini at síggja eina meira eksotiska síðu hjá Buzz. Vit møta eisinui nýggjum persónum, sum megna at máta seg við teir gomlu. Serliga er tað metrosexuelli Ken sum stjelur rampuljósið, men Lots-O-Huggin Bear, sum er leiðari er á Sunnyside, er eisini áhugaverdur. Tað er tó alt ov lætt at gita hvat hann er fyri ein, men hetta er ein lítil bagatell.
Stílarturin er einki broyttur síðan fyrsta filmin, og summi vilja kanska siga at hetta er tekin á eitt vánalgit avrik frá animatorunum, men sjálvur vildi eg ikki havt nakrar broytingar. Toy story hevði ikki verið Toy Story um filmurin sá annnarleiðis út.
Vit, sum sóu fyrsta filmin, tá vit vóru smábørn, vilja sjálvandi síggja nakað eyka í filminum, tí tey flestu av okkum, eru eins og Andy á veg inn í vaksna lívið, men filmurin er sannligi fyri øll – stór og smá. Ger teg til reiðar at gráta, flenna og ikki minst – hugsa.

Síður: -

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 1 - 13/09/2010 klokkan 12:24

Gòður filmur, men IMDB top 10 materiali? Nei.
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 2 - 15/09/2010 klokkan 13:41

eg helt hann vera góðan... hann gjørdi tað, sum ein 3'ari skal gera..
hevði ikki vænta hasa syrgiligu løtuna á skrelliplássinum, men tað gjørdi bara filmin/søguna sterkari...
recommended!


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 3 - 12/07/2014 klokkan 09:01

kept polo ralph his louboutin tongue oakley sunglasses in soccer jerseys control tory burch outlet from reebok shoes the insanity workout past converse shoes few days birkin bag is again gone louis vuitton outlet online into prada handbags making yet another controversial chanel handbags statement today. nfl jerseys TRS bottega veneta chief longchamp KCR north face outlet who herve leger attended the asics running wedding lululemon outlet occasion ray ban of karen millen the Son and daughter of mont blanc the true religion outlet Ex-MLA louis vuitton handbags and valentino shoes TRS coach outlet store leader ray ban outlet Solipeta toms shoes Ramalinga burberry Reddy true religion jeans and blessed the coach factory outlet newlywed oakley sunglasses couples. soccer shoes Later mulberry taking chi hair straighteners the coach purses mike and ghd hair speaking he said louboutin that tradition of hollister wearing the ralph lauren mangala suitra longchamp outlet is coach outlet nowhere in louboutin the michael kors outlet Hindu new balance shoes epics true religion and mcm handbags that it longchamp a coach outlet part of the juicy couture outlet Hindu tradition marc jacobs is not salvatore ferragamo at all. supra shoes

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.