Harry Potter and the Deathly Hallows Part 1 - ummæli
Skrivað hevur Gaffer tann 09/12/2010 klokkan 00:10 1

Harry Potter and the Deathly Hallows Part 1
146 min. Aldursmark: 11 ár


Tað er ein áhugaverdur spurningur at seta sær, hvat Daniel Radcliffe, Emma Wtson og Rupert Grint skulu finna uppá nú Harry Potter røðin tekniskt sæð er liðug. Sjálvandi fara tey at royna eydnuna víðari í filmsverðuni, men fara tey at yvirliva? Hyggja vit at tí seinastu stóru filmsrøðini, Ringanna Harri, er tað bara Viggo Mortensen, sum hevur megnað at spælt høvuðsleiklutin í betýðiligum filmum. Hann bleiv enntá Oscar-tilnevndur fyri Eastern Promises. Um Potter-trioin fer at klára nakað líknandi má tíåin vísa, men tað er ikki óhoyrt at barnastjørnur fara í gloymskuna.
Men til filmin. Vit eru at endans komin til seinastu bókina um gandakallin Harry Potter. Filmarnir hava verið frálíkir (Prisoner of Azkaban) til hægst miðal (Goblet of Fire), so hvar fellur hesin fyrsti partur av endaspurtinum?
Vit byrja nærum við einum brakið, har nýggi Gandamálaráðharrin, Davy Jones himself (Bill Nighy) sigur okkum hvussu myrkar tíðirnar hjá gandaheiminum eru vorðnar nú Voldemort aftur er uppá spæl. Harry skal flytast frá gamla heimi sínum til húsini hjá Ron, og sjálvt um vit síggja 7 persónar umgerast til hvør sína útgávu av Harry (við genialari komiskari effekt) megnar Myrki Harrin at finan fram á tann rætta, men gamli trupulleikin frá Goblet of Fire er enn har. Gandastavirnir hjá Harry og Voldemort eru eins, og tí kunnu teir ikki brúkast móti hvørjum øðrum. So meðan Voldemort fer á skattajakt eftir einum nýggjum stavi, fer Harry at leita eftir Horcruxes, sum eru lutir, ið innihalda ein part av sálini hjá Voldy.

Vit fanga beinanvegin, at hetta ikki er ein vanligur Harry Potter filmur. Eingin Platformur 9 ¾, eingin syngjandi hattur og yvirhøvur einki Hogwarts. Hetta er í botn og grund ein Indiana Jones filmur, og eins og garvaði arkeologurin mugu Harry, Hermione og Ron ferðast víða hvar fyri at leita eftir teirra McGuffin, og henda ferð leggur grund fyri áhugavert drama. Goymdar frustratiónir koma fram, vinarbond slitna, loynidómar verða opinberaðir og eitt sindur av erotiskari freisting er eisini at finna. Ikki nakað mann hevði vantað av einum ”barnafilmi”, men Harry Potter and the Deathly Hallows er helst ikki ein filmur fyri tey minstu.
Tað sum filmurin megnar øgiliga væl at vísa, er at gandaverðin er í upploysing, hvussu bangin fólk eru, og her verða ávisir paralellir til nasi-týskland eisini drignir, serliga tá vit vitja gandamálaráðið,og taðvirkar ikki so bíligt, sum tað lættliga hevði kunnað.
Tað sum tó yviraskaði meg mest, at tað var ikki Harry Potter, sum var tann mest áhugaverdi persónurin at fylgja, tað var Hermione. Í byrjanini av filminum síggja vit hana taka eitt sera ringt val og offra heimi hjá sær. Tá filmurin byrjar er hon heilt einsamøll í verðini, sum Harry eisini hevur verið, men hjá Hermione resonerar tað nógv sterkari. Hetta kemst eisini av, at Emma Watson er vorðin ein frálík sjónleikarinna, men tað skal ikki skiljast sum at bæði mannfólkini klára seg illa. Har er bara klassamunur.
Hyggja vit eftir tí meira tekniska eru effektirnar frálíkar sum altíð, men tað sum skarar burturúr er tónleikurin. Serliga beit eg merki í Høvuðslagið, sum er broytt til tað meira dapra, men við tí sama lagnum, og tað riggar bara heilt forbankað væl.
Alt í alt ein heiltøgiliga góður filmur, men tíverri fær hann ikki fulla úrtøku. Hetta kemst av, at har manglaði ein øgiliga týdningarmikil sena. Vit síggja ongantíð Harry siga farvæl við The Dursleys, og tað er ov vánaligt. Eftir sjey filmar mugu vit síggja Harry gera upp við sína fortíð. Vónandi kemur henda senan á DVD'ina.
Men eitt er vist. Um seinni partur klárar at halda støðið, fáa vit eina knasandi góða finalu á røðina um Harry Potter, drongin sum livdi.


Síður: -

Viðmerkingar: 6
Síða [1]
Siljavich

31/07/2015

Stað: -
Innlegg: 348
# 1 - 09/12/2010 klokkan 16:25

haldi at Ian Mckellen, Liv Taylor & Elijah Wood kláraði tað bara væl C;

Men er haldi eisini tað við the Dursleys skuldi verri gjørt betri, men út yvir tað dámdi eg væl filmin!
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 2 - 09/12/2010 klokkan 16:29

Tað, sum eg segði var, at tey hava ikki megnað at bygt víðari uppáa karrieruna hjá teimum, í mun til Viggo Mortensen.

P.S: Ian McKellen hevur longa eina fantastiska karrieru, so hann telur ikki við.
HForce

08/11/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 3 - 09/12/2010 klokkan 20:35

More like nei, hasin filmurin var alt for innihaldsfátækur og langdrigin. Sorry.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 4 - 09/12/2010 klokkan 22:24

Halgir no likey? Tað var løgið
Ziqqi_pH

06/08/2013

Stað: -
Innlegg: 517
# 5 - 10/12/2010 klokkan 17:31

Eg helt filmin vera ok.
Burdi kanska lisið bøkurnar fyri at kunna samanbera

Annars, hvussu við Frodo, Green Stree Elite?


Siðst broytt av Ziqqi_pH tann 10/12/2010 klokkan 17:32 (broytt 1x)


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 6 - 12/07/2014 klokkan 09:03

kept polo ralph his louboutin tongue oakley sunglasses in soccer jerseys control tory burch outlet from reebok shoes the insanity workout past converse shoes few days birkin bag is again gone louis vuitton outlet online into prada handbags making yet another controversial chanel handbags statement today. nfl jerseys TRS bottega veneta chief longchamp KCR north face outlet who herve leger attended the asics running wedding lululemon outlet occasion ray ban of karen millen the Son and daughter of mont blanc the true religion outlet Ex-MLA louis vuitton handbags and valentino shoes TRS coach outlet store leader ray ban outlet Solipeta toms shoes Ramalinga burberry Reddy true religion jeans and blessed the coach factory outlet newlywed oakley sunglasses couples. soccer shoes Later mulberry taking chi hair straighteners the coach purses mike and ghd hair speaking he said louboutin that tradition of hollister wearing the ralph lauren mangala suitra longchamp outlet is coach outlet nowhere in louboutin the michael kors outlet Hindu new balance shoes epics true religion and mcm handbags that it longchamp a coach outlet part of the juicy couture outlet Hindu tradition marc jacobs is not salvatore ferragamo at all. supra shoes

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.