Cracka tína PSP
Skrivað hevur Oblimix tann 27/03/2008 klokkan 14:08 1

Cracka tína PSP



Kennir tú teg til at tú altíð skalt bíða eftir til tini yndis spøl koma út, ella tað at tey kosta farvuna úr eygunið?
Sjálvt um tú hevði eitt cracka spæl til maskinuna og sett tað í geyman, so vildi tað ikki rigga grunda av øllum anti-piracy forritini í henni.
Man hevur nú funnið mátar at cracka PSP’ina á ymiskar mátar.
Hetta ger so ongan sjónligan munn á henni, men øll anti-piracy forittini vera burtur.
Tann besti mátin at gera hetta er fyrst og fremst at finna sær eitt “Pandora Battery”.
Pandora battaríi finst á tveir mátar.
1. Lat eitt eyka battarí tú hevur til PSP’ina upp og broyt á ymiskar ting á El-borinum
2. Keyp eitt “Datel-Tool Battery”
(ávaring teg um tú hevði valt at gjørt eitt sjálvur. Um nakað ið ikki er sum tað skal, so kann battaríi blíva so heitt at tað kann smelta og síðani oyðileggja PSP’ina.)
Av tí er “Datel-Tool Battery” veri tað rætta valið síðani tað longu er gjørt liðugt, og klárt til brúks og eingin vandi er við tí.


Tað sum er so specielt við hesum battaríinum er at tað setur tína PSP í “Service Mode”. Hetta er nakað líka sum “Safety Mode” á teldum.
Við hesum kanst tú so broyta um stillingar sum tú annars ikki hevði kunna.

Tað næsta at gera nú er so at fáa sær eitt “Magic Memory”
Tú skalt bert brúka ein geyma tú hevur, og seta nøkur bestemt forrit á.
Annað er sjálva crackið forriti, meðan hitt er eitt “Custom Firmware”. “Custom Firmware” er eitt broytt Firmware sum broytur á allar anti-piracy stillinganar, og gerð at spølini rigga á maskinuni.
Við so at seta “Magic Memory” og “Pandora Battery” í maskinuna, so bryrjar crackingin. Tekur lítlar 5 minutir og so er tað liðugt.
Nú er bert at seta eitt cracka spæl á ein geyma, og so spæla tey á tinari PSP.
Rátt er til at hava ein geyma á 2gb ella meir, tí eingin spøl taka meir enn 1,7gb. Meir pláss, meir spøl sleppa á.

Tað at tú nú hevur cracka PSP'ina ger so ikki bara tað at tú kanst spæla rippaði spøl, men tú kanst eisini installera heimagjørd forrit til hana nú.

Pandora battaríi kann eisini brúkast um tú hevur "Bricka" tína PSP. Tað vil siga at um tú kemur til at sløkkja hana meðan hon uppgrederar ella okkurt, so kann tað henda at hon ikki vil tendrast aftur. Til at ordna tað skal tú bara gera líka sum tú crackar hana, tú installerar tað gjøgnum "service mode"

Forritini og meir informering kanst tú finna á www.psphacks.com

Cracka spølini kanst tú finna her www.pspisos.info (Rátt er til at hava ein Rapidshare Premium brúkara, so tú kanst downloada nógv)

Síður: -

Viðmerkingar: 7
Síða [1]
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 1 - 27/03/2008 klokkan 14:12

Spyr endiliga um tit hava brúk fyri tí
HForce

26/04/2019

Stað: -
Innlegg: 4371
# 2 - 27/03/2008 klokkan 14:27

Get hetta teg pá nakran máta til ein "outlaw", tað vil siga, tú kanst ikki downloada updates og sórit? Til dømis, um tú hackar eina iPhone, ber ikki til at fáa support ella firmware updates ella nakað sórit.

Og hevur PSPin eitt USB stikk til geymar? :O
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 3 - 27/03/2008 klokkan 19:04

jaja, geymar = memory stick
Tú kanst altíð lætt installera eitt vanligt firmware aftur um man vil, man skal bara updatera.
Men annars sjálvt um tú hevur cracka hana , so er tað ein persónur (ella hold) sum allantíð hevur teir somu updateringar til okkum.
T.d: eg hevði custom firmware 3.71 m33-4 og ta ið tað vanliga firmware av 3.90 kom út, so tók tað bara um 1 dag fyri dark_alex at koma við einum custom.
heimasíðan hjá honum: http://www.dark-alex.org/


Siðst broytt av BANKAI tann 27/03/2008 klokkan 19:22 (broytt 1x)
Blizzmaster

07/04/2018

Stað: -
Innlegg: 1471
# 4 - 28/03/2008 klokkan 11:52

Eg veit ikki um man skal tora hattar :p
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 5 - 28/03/2008 klokkan 13:13

Tað kann sjálvandi veri ein vandi við at gera tað, men so leingi tú hevur títt Pandora battarí kanst tú altíð rætta uppá feilin og royna umaftur
Blizzmaster

07/04/2018

Stað: -
Innlegg: 1471
# 6 - 28/03/2008 klokkan 14:33

ja hevði verið stuttligt at prøva.
karivika

--

Stað: -
Innlegg: 100
# 7 - 14/10/2008 klokkan 17:45

Hattar rular. Hack til øll firmware
Og pandoras battery er sera lætt at gerða, eina nál og kanska eitt microskop. Ikki meira enn tað

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.