Oscarkandidatur: The King's Speech
Skrivað hevur Gaffer tann 06/02/2011 klokkan 18:00 1

The King's Speech



Tað kann uttan iva sigast, at Oscar-statuettin er tann hægsta virðislønin sum ein filmur kann fáa. Hetta er møguliga satt, og hyggja vit at filminum The King's Speech, sum hevur fingið heilar 12 tilnevningar, so skuldi hetta verið ein av teimum heilt góðu filmunum. Men er tað nú so?
Filmurin er um Prins Albert (Colin Firth), sum er so óheppin at hann stamar heilt illa. Hetta er óheppið, tí í 1930'unum høvdu tey kongaligu (eins og nú) ikki nógv annað at gera enn at halda røður her og har. Pápin George V (Michael Gambon) og beiggin Krúnprinsur Edward VIII hava báðir heilt góðar talugávur, og hetta ber við sær at Albert nærum einki sjálvsálit hevur.
Vit síggja í byrjanini av filminum hvussu prinsurin vitjar ein lækna, sum biður prinsin fylla munnin við glaskúlum og síðani læra seg at tosa. Hetta mislukkast sjálvandi, eins og vitjanirnar hjá fleiri øðrum læknum. Eftir hetta gerst kona Albert, Elizabeth (Helena Bonham Carter) desperat, og finnur ein heldur alternativa læknan Lionel Logue (Geoffrey Rush). Albert er frá byrjan skeptsiskur, men tá heldur løgnu metodurnar hjá Logue vísa seg at hjálpa nakað, gongur hann við til at lata læknan viðgerða seg.
Filmurin er tó ikki einans um ein stamara, sum skal læra seg at tosa. Vit eru stødd í Onglandi stutta tíð áðrenn Annan Heimsbardaga, so vit fáa eisini eitt sindur av politiskum intrigum við á ferðini, men tað sum filmurin av røttum leggur stóran dent á, er søgan um hvussu Prins Albert bleiv Kong George VI.

Ímeðan Albert roynir at sleppa av við talubrekinum hjá sær, fjasar Krúnprinsurin við ein amerikanskan socialit, sjálvt um kongshúsið og forsetisráðharrin royna at steðga hesum. Tá so kongurin doyr, gerst Edward regentur, og er nú uppsettur upp á at gifta seg við Wallis Simpson. Hetta ber við sær eina stóra grundlógarkreppu, tí Wallis er fráskild tvær ferðir. Alt endar so við at Edward sigur trúnuna frá sær, og gerst George VI. Hetta er alt sera áhugavert fyri okkum, sum kanska ikki vistu tað áðrenn.
Sum heild er søgan í filminum góð, og leikritið er vælskrivað, men ofta tykist filmurin ov formulariskur. Vit vita hvat fer at henda, og hvussu tær ymsu konfliktirnar til endans fara at loysa seg. Vit kunnu tó ikki siga tað sama um leikaraframførslurnar, tí tær flestu eru frálíkar. Ein stórur vandi hjá einum sjónleikara, sum skal stama, er at hann kann koma til at gera ov nógv burturúr, men tað ger Firth als ikki, hannar rakar seymin beint á høvdið. Rush er eisini frálíkur, sum tann løgni læknin við sjónleikaraambitiónum. Hann ger kanska stundum ov nógv burturúr, men í rolluni hjá honum riggar tað bara heilt væl. Bonham Carter er heldur ikki vánalig, og tað er helst væl uppiborið at øll hesu trý vórðu Oscar-tilnevnd.
Um mann skal nevna nakað annað, so kann mann sjálvandi nevna kostumur og slíkt, og filmurin megnar eisini sera væl at yvirbevísa hyggjaran, at vit eru also stødd í Onglandi í 30'unum.
Tá so Oscar náttin byrjar 27. februar, kunnu vit uttan iva staðfesta at filmurin er favorittur at vinna stórt, og filmurin er heldur ikki vánaligur. Hann er tó ikki besti filmur í ár. Hann er ein typiskur Oscar-filmur.

Síður: -

Viðmerkingar: 1
Síða [1]
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 1 - 17/10/2011 klokkan 14:14

Eg var a ongan hatt imponeradur av honum. Hevdi generelt sympati fyri manninum, men eg nytti enn meiri at siggja evil dead 2 fyri nokrum dogum sidani enn King's Speech.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.