Keyp av teldu - 2011
Skrivað hevur HForce tann 30/06/2011 klokkan 12:35 1

Hendan greinin er skrivað av Gaming.fo brúkaranum, BlizzM. Hon varð upprunaliga løgd út á forumið her.




CPU:
Fyrst og fremst skalt tú bestemma hvat fyri CPU tú skalt hava, antin ein AMD ella Intel. Intel er í løtuni tað besta valgi, men AMD hevur góðar CPU's fyri ein bíligari prís.
Fyri tey flestu er ein Intel i5-2500k, eitt gott keyp. Tey flestu chippini kunnu OC(overclockast) til minst 4 GHz. Um man brúkar programmir ið kunnu útnytta hyperthreading, so kann man fáa gagn av Intel i7-2600k. Legg merki til at eitt k stendur aftanfyri nøvnini, hesir eru stutt sagt teir CPU ið kunnu OC.

Um tú ætlar at brúka meiri enn 2 grafikkort, kann tað eventuelt verða betri at fáa sær ein i7-9xx pga fleiri PCI-e-lanes. Sì botnkort sektionina.

Eg eri ikki so vitandi innanfyri AMD heimin, men Phenom X4 9xx BE burdi veri eitt gott keyp. Bulldozer burdi komi út skjótt og vit vita enn lítið um performance hjá hesum CPU, so eventuelt bíða til juni, tá sigst hesin at koma út.

Botnkort:
Um tú velur at keypa ein i5-2500k ella i7-2600k, so skalt tú hava eitt P67 ella Z68, munurin er at Z68 kann OC chippi(CPU) og gagnýta tað integreraða grafikkorti(IGP=Integrated Graphic Processor frá nú av), samt SSD caching. Tvs um tú hevur ein lítlan SSD so kann mest brúkta data goymast á hesum ella okkurt í den dur, stuttsagt, um tú hevur ein SSD, so er hetta ein óneyðug funktion. Um tú velur eitt P67 botnkort, so keyp eitt har B3 er nevnt, tað merkir at tað er tann triðja revision, har var ein feilur áðrenn, ið ávirkaði nøkur SATA portur.
Um tú ætlar at brúka SLi(tvey ella fleiri nVidia kort samantvinna) ella crossfire(2 ella fleiri AMD kort samantvinna), so skalt tú hava eitt botnkort ið hevur support fyri tí, tað sært tú td. um korti kann hava 2x8 PCI-e. Tú fært ikki 2x16 PCI-e við hesum processarunum, so teoretiskt kann man missa 5% performance, men í praksis er "negligible". Sí LGA-1155 - Wikipedia

i7-9xx. Her skalt tú hava fatur í eitt X58 botnkort, fyrimunurin er fleiri PCI-e lanes, tvs. kann taka meiri trafik og klárar betri fleiri grafikkort og annars útstýr í krevur hesar banar. Sí LGA-1366 - Wikipedia

Enn einaferð, eg kenni lítið til AMD, men teir núverandi CPU hjá teimum brúka AM3 chipset. Bulldozer fer at brúka AM3+ chipsett.

RAM
Um tú velur at fara við tí nýggjari generationina av Intel CPU, so skalt tú hava dualchannel ram, tað vísir seg at tað ikki ger so nógvan mun, jú dýrari og betri performance RAM ríkt RAM set tú keypir, ikki í hesari generationini. So ein góð loysn er at keypa td. Corsair XMS3, GeIL, sí 4 GB - EDBPriser.dk ella 8 GB - EDBPriser.dk. Legg tær í geyma, LGA-1155 CPU eru dual channel og tískil skulu 2x2 ella 2x4, 2x8 GB ram sett til. Um tú velur ein i7-9xx so skalt tú brúka ram sum eru 3x2, 3x4 GB etc, pga 1366 brúkar tripplechannel ram.
1600 MHz burdi verið fínt og eventuelt ikki meiri enn 1.5 V um tú velur ein sandybridge CPU(i5-2500k/i7-2600k), 1.5 B er rekomendera av Intel. Eg havi sjálvur eitt sett av XMS3 rated til 1.65V men havi sett til 1.5 V og tað hevur ikki ávirka stabilitetin. So um tú torir inn at pilka eitt sindur við BIOS/UEFI, so er hetta ein fín loysn og tað er ikki trupult at broyta tað.
4 GB ram er ríkiligt til spøl, men hevur tú nokk av peningi, so skaðar tað ikki at hava 8 GB, so er tú eitt sindur future proofed.
Eg veit ikki hvat AMD CPU brúka, men tað er nøkulunda líka, hald eyga við um talan er um triplechannel ella dual channel, annars burdi tey kunna brúka sama slag av ram.

Goymsla - SSD og HDD
SSD økir ikki um performance í spølum!, men tað kann lækka loading tíðir á teimum tó. Annars so loada programmir og WIndows etc nógv skjótari við einum SSD, so tað kann 100% anbefallast! Um tú fyrst venur teg við SSD, so fert tú aldrin aftur til bert at brúka ein HDD! Men tað er ein vansi, teir eru dýrir, so best er at fáa sær eina kombination av HDD og SSD. Ein SSD við 30, 60 ella ca 100 GB til títt OS og mest brúktu programmir og so ein vanligan HDD til rest.
Nøkur boð uppá HDD @ 1 TB:
Samsung F3 - EDBPriser
Seagate Barracuda - EDBPriser
WD Caviar Blue - EDBPriser

Nøkur boð uppá SSD. Intel 510, Vertex 3 og Crucial M4 eru tey nýggjastu modellini, minnist meg rætt, so nokk best at velja eitt av teimum.

Grafikkort
Her eru stutt sagt tveir vegir at fara, nVidia ella AMD. Her eru tey nýggjastu kortini hjá báðum:
hjá nVidia:
GTX580
GTX570
GTX560
GTX590

Hjá AMD:
HD6970
HD6950
HD6990

GTX590 og HD6990 eru dual GPU, tvs tey koyra við tveimum GPU á einum borðið.

Hvat er so tað besta at keypa? Tað er eitt sindur ringt at siga, tað er ymiskt frá spæl til spæl, og upploysn á skermi og so víðari. Eg havi valt at vísa á nøkur benchmarks:

Metro 2033 - 1680 x 1050 - DX11 High Quality + 0xAA/16xAF
Metro 2033 - 1920 x 1200 - DX11 Very High Quality + Analytical AA/16xAF
Metro 2033 - 2560 x 1600 - DX11 Very High Quality + Analytical AA/16xAF

Her sæst hvussu tey ymisku kortini virka undir teimum ymisku upploysningum og hvussu SLi og Crossfire skalera, tvs. um tú hevur tvey grafikkort so kann man fáa meiri performance. Tað sæst td. at GTX580 klárar seg gott á lægri upploysn, men kemur tú hægri upp, so fær tað trupuleikar pga tað "bert" hevur 1.5 GB VRAM, í mun til HD6950*/HD6970 ið hava 2 GB.

Kanna eventuelt benchmarks í teimum spølum tú spælir og hygg hvørji kort klára seg gott. Og tak eventuelt hædd fyri um tú ætlar at brúka SLi ella crossfire í framtíðini. Og um tú vilt hava PhysX, so er tað lættasta at fáa sær eitt nVidia kort, men tað er møguligt at brúka eitt AMD kort, og so eitt bíligari nVidia kort sum dedikera PhysX kort. PhysX - Wikipedia

AMD/ATi kort - EDBPriser - bert tey nýggjastu modellini tvs. 6000 serian
nVidia kort - EDBPriser - bert tey nýggjastu modellini tvs. 5xx serian

Tað er ikki býtt ella skeivt at keypa eina eldri version, td. eitt HD5870 ella GTX480 um tú heldur tað er betri bang for buck!

*HD6950 reference kortini kunnu í nógvum førum unlockast til eitt 6970 via einum custom BIOS. Tað er tó ikki møguligt við øllum kortum, og eg haldi bert at man kann brúka reference kort til tað, og bert 2 GB ram versionina. Um tú vilt hava meiri information um hetta, so kanst tú bara spyrja, eg havi sjálvur prøva tað við mínum og tað virkaði heilt gott.

Streymforsýning
Her er ikki so nógv at siga. 650W burdi verið fínt til single GPU setups og møguligvís eitt sindur av OC, men um tú ætlar at brúka fleiri grafkkort í framtíðini er tað eitt gott hugskot at fáa sær eina kraftigari PSU beinaveg. Eg havi td. eitt OC @ 4.5 GHz og Xfire HD6950 atm og tað koyrir fínt við einari 850W PSU, men eg má siga, hevði eg keypt PSU í dag, hevði eg fari eftir eina 1000W+ PSU fyri at verða eitt sindur framtíðarsikraður!
Eitt annað ið er vigtigt, er at keypa eitt gott merki. Eg kenni ikki so nógv til tey ymisku merkini, men Corsair, Antec og Seasonic plaga at verða góð merki. Les eventuelt hetta: PSU-guide - TechPowerUp.com

Køling
CPU koma sum oftast við einum kølara, men eg kann bert rekomendera at tit skifta hann út áðrenn tit nakrantíð hava brúkt hann! Her kann man antin velja luft ella vatnkøling. Tò er luft køling eitt sindur lættari at fáast við og teir bestu luft kølarnir eru nøkulunda líka góðir sum teir vanligu vatnkølarnir(H50, H70).

Man kann gott køla aðrir komponentir, sum td. grafikkort etc, men tað er kanska lættast at finna útav tá tú hevur keypt og bygt telduna, um tú heldur tað er neyðugt.

Nakrir CPU kølarar ið burdu veri góðir:
Noctua NH-D14
Corsair H50
Cooler Master Hyper 212 Plus
Arctic Cooling Freezer 7 Pro Rev.2
Thermaltake Frio

Kabinet
Hetta er eitt meiri subjektivt evni, so vil ikki siga alt for nógv, men kanna eventuelt ummæli av ymiskum kabinettum, hvørji eru góð til vatnkøling og hvørji eru betri til luftkøling etc. Og tað er altíð lekkurt við góðari "cable-management", tvs. tú kanst lættliga leiða káblar soleiðis at man ikki sær teir og samstundis eru lættir at koma til etc. Nøkur merkir ið plaga at verða góð eru Lian Li, Antec, Cooler Master, NZXT og Corsair

Hentar leinkir
AnandTech
Tom's Hardware
TechPowerUp (TPU)
CPUID

PS! Eg havi einki internet heima atm(haldi eg) og eg má fara heim nú, so fái ikki rættlisið tað. Og tað vildi veri veldigt um onkur við erfaring tímir at skimma tað ígjøgnum, so okkurt bullshit ikki stendur eftir! Ella um tit halda okkurt manglar at skrivast. Og um tit vilja leggja okkurt aftrat, royni so og haldi tí somu notationina, so kann eg bara brúka quote á tykkara comment, og kopiera tað!

Síður: -

Viðmerkingar: 2
Síða [1]
Khaos

05/02/2013

Stað: -
Innlegg: 1
# 1 - 05/02/2013 klokkan 17:10

I'm thinking about getting a Desktop, PC. With the following specifications;

Acer Aspire M3985

Intel Core i7 3770 <CPU

8GB RAM & 1 TB Hardrive/storage <RAM/Storage

NVIDIA GeForce GT640 GPU with 4GB RAM <GPU

What do you think?

-Note that I do not play anything that requires more than WoW. I play a lot of MW2, but BF3 for the Xbox.


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 2 - 12/07/2014 klokkan 09:08

kept his longchamp tongue soccer jerseys in control from the past coach factory outlet few new balance shoes days is again coach purses gone into ray ban outlet making ghd hair yet another juicy couture outlet controversial statement toms shoes today. TRS coach outlet chief soccer shoes KCR supra shoes who coach outlet attended polo ralph the michael kors outlet wedding louis vuitton handbags occasion of longchamp the Son true religion outlet and louis vuitton outlet online daughter of the Ex-MLA and coach outlet store TRS salvatore ferragamo leader chanel handbags Solipeta oakley sunglasses Ramalinga asics running Reddy mcm handbags and chi hair straighteners blessed the newlywed couples. Later nfl jerseys taking the mont blanc mike insanity workout and louboutin speaking mulberry he marc jacobs said reebok shoes that louboutin tradition of wearing lululemon outlet the converse shoes mangala prada handbags suitra tory burch outlet is bottega veneta nowhere hollister in north face outlet the true religion Hindu oakley sunglasses epics karen millen and louboutin that true religion jeans it valentino shoes a birkin bag part of ralph lauren the longchamp outlet Hindu tradition is not ray ban at burberry all. herve leger

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.