Samrøða við Kristionnu Winther Poulsen | |
Skrivað hevur HForce tann 28/10/2011 klokkan 10:55 | 1 |
Kanst tú fortelja okkum heilt stutt um teg sjálva? Eg eiti Kristianna Winther Poulsen, og eg stilli upp fyri Sjálvstýrisflokkin. Eg eri 42 ár og útbúgvin innan franskt umframt Business. Eg arbeiði í KT-fyritøkuni Globi sp/f, og vit arbeiða við internet-loysnum og við KT-loysnum. Eisini undirvísi eg í fronskum á Studentaskúlanum, og seinastu 4 árini havi eg verið forkvinna í Javnstøðunevndini. Hvat fyri politikk førir tú? Eg vil arbeiða fyri at skapa eitt fjølbroyttari vinnulív, so at vit umframt okkara høvuðsvinnu eisini fáa aðrar vinnuvegir. Hetta er neyðugt fyri bæði búskapin og fyri, at fleiri ung skulu síggja eina meining í at búgva í Føroyum. Eisini vil eg arbeiða fyri, at samfelagið verður útbygt, so at okkara tænastur til íbúgvarnar eru so góðar sum gjørligt. Eg hugsi her um vælferðartilboð, um útbúgvingartilboð, um bústaðartilboð osfr. Hvørjar royndir hevur tú við telduspølum? Eg havi ein 11 ára gamlan son, sum er garvillur við telduspølum. Eg royni at fylgja við í tí, sum hann upplivir á internetinum. Men tá eg sjálv var ung, høvdu vit hestavognar í staðin fyri bilar, so vit høvdu sjálvsagt ikki telduspøl ![]() Ofta verður sagt at summi telduspøl “oyðileggja ungdómin”. Hvat heldur tú um hetta? Tað kann vera ein trupulleiki við ov nógvum harðskapi í slíkum spølum, sum í øðrum miðlum, og hesin harðskapur hevur størri ávirkan á summi enn á onnur. So tað hevur týdning, at foreldrini fylgja við í, hvat børnini spæla, og at tey tosa við børnini um hetta. Men tey flestu ungu hava eina góða javnvág millum lívið í cyperspace og lívið millum okkum onnur, og tey verða tí neyvan ‘oyðiløgd’ av telduspølum, tí tey eru kritisk og væl fyri, og kunnu skilja ímillum, hvat er veruligt, og hvat er spæliverðin. Kennir tú til kompetetiva telduspæling? Hvussu kundi landið skapt betri karmar fyri tílíkum? Vit hava íverksetarastuðul, har fólk við einum góðum hugskoti kunnu fáa hjálp til at koma ígongd við verkætlanir, sum hava útlit til at gerast vinnuligar. Hesin møguleikin eigur at verða styrktur, so at vit kunnu skapa betri grundarlag undir nýggjum vinnum. KT-vinnan er ein áhugaverdur møguleiki. Heldur tú at Føroyar kundu fingið ein kappingarføran spæl-ídnað? Hvat skal vinnulívið og landið gera fyri at skapa karmar um hetta? Ísland hevur ein kappingarføran spæl-ídnað, og tey forvinna nógvan pening uppá at menna og útflyta telduspøl. So hetta kann eisini bera til í Føroyum. Tað krevur, at vit finna talentini, og geva teimum umstøður at skapa nakað stórt. Við íverksetarastuðli eigur hetta at bera til, og so mugu verkætlanirnar vera so góðar, at íleggjarar síggja eina orsøk til at seta pengar í. |
Síður: - |
Viðmerkingar: 7
Síða [1] |
|
![]() ![]() ![]() Stað: - Innlegg: 1782 |
# 1 - 28/10/2011 klokkan 12:45
púra beint! tað er hoyrt! |
![]() ![]() Stað: - Innlegg: 204 |
# 2 - 28/10/2011 klokkan 12:46
Sera skila gott. |
![]() ![]() ![]() Stað: - Innlegg: 555 |
# 3 - 28/10/2011 klokkan 14:21
Áhugavert men c'mon hvat við at spyrja fleiri valevnir hvat tey halda um gaming, í staðin fyri at hava eina "lýsing" av einum valevni.. x A |
![]() ![]() ![]() Stað: - Innlegg: 4377 |
# 4 - 28/10/2011 klokkan 14:29
Nú havi eg ikki tíð at útspyrja øll valevni, men um tú ella okkurt valevni tú kennir hevur eina meining um gaming, so send mær endiliga eitt "lesarabræv". |
![]() ![]() Stað: - Innlegg: 7 |
# 5 - 28/10/2011 klokkan 20:33
Eg giti at øll valevnið høvdu meir ella minni skrivað tað sama. Kanska ikki Jenis ![]() |
![]() ![]() Stað: - Innlegg: 1815 |
# 6 - 29/10/2011 klokkan 17:02
HUXA! xD |
![]() ![]() ![]() Stað: - Innlegg: 1352 |
# 7 - 30/10/2011 klokkan 20:33
foxy lady |
Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar. |