Prát við ein non-gamer 2: Ólavur í Búrstovu
Skrivað hevur HForce tann 28/11/2011 klokkan 12:17 1

Hey Ólavur. Tú ert annar persónur eg tosi við í “Prát við ein non-gamer” røðini. Eg ætli mær at finna útav hvat tú heldur um telduspæl og fólkini sum spæla tey.
Kanst tú fortelja okkum stutt um teg sjálvan?

Eg eri 18 ára gamal og gangi á Føroya Studentaskúla í Hoydølum. Afturat tí eri eg parteigari og reki mentunarheimasíðuna Röddin.fo við nøkrum vinfólkum, og eri eg eisini klaver- og klarinettspælari í rokkbólkinum Gipsy Train.

Hvørjar upplivingar hevur tú við telduspølum? Hevur tú spælt nakað sjálvur?
Tú, til eg var um eini 15 ár, spældi eg heilt nógv Counter-Strike: Source. Við heilt nógv meini eg millum fimm og tíggju tímar um dagin í tvey-trý ár.

Hvat heldur tú um fólk sum brúka fleiri tímar um dagin uppá at spæla hesi spølini? Er tað spill av tíð, ella kemur tað kanska ann uppá hvørji spøl mann spælir?
Sum við øllum øðrum haldi eg, at tænir eins tíðarnýtsla ikki einum endamáli, skuldi mann heldur latið vera við at gera tað. Eg haldi, at tað er ótrúliga ringt at siga. Tænir tað einum endamáli sum t.d. ætlanum um at gera/hava tað til yrki, ella ætlanirnar hjá einum fevna um førleikar innan spøl og spælheimin, er tað sjálvandi sjálvsagt at brúka tíð uppá tað. Hin vegin, verður tað brúkt sum umbering fyri at gera nakað betri, haldi eg tað veruliga vera tíðarspillu av aðrari verð. Tá meini eg ikki við, at ein spælir nakrar fáar tímar um dagin, men eru tað veruliga nógvir tímar, og tað gongur út yvir onnur ting, ein ”átti” at brúkt tíðina uppá, haldi eg tað vera býtt.

Kennir tú nakað til síðuna Gaming.fo? Hvat heldur tú um tílar síður, og um fólkini sum brúka tær?
Hevði verið skomm at sagt, at eg kenni nógv til hana, men jú, eg kenni til hana. Hvat eg skuldi hildið um fólk, sum brúka tílíkar síður, veit eg ikki heilt. Tey eru væl eins á eini tílíkari síðu og onnur, sum brúka aðrar netverkssíður.

Eg fari skjótt avstað til Dreamhack í Svøriki, har 10.000 nørdar fara at sita og spæla teldu saman. Er tað ordiliga cool, ella ordiliga lame? Hevði tú nakrantíð umhugsað at roynt nakað líknandi?
Eg hevði ikki farið sjálvur, stutt sagt, tí tað ikki fellur innan mítt áhugafelt. Eg dugi tó at síggja, hví onkur við áhuganum innan økið hevði farið – heimsins størsta tiltak fyri telduspælarar er ikki einki.

Hvat heldur tú um kritikkin sum spøl ofta fáa fyri at gera fólk ógvuslig ella sosial ódugnalig? Man nakað hald vera í tílíkum tosi?
Eg haldi, at fólk gera órætt, tá tey tvíhalda um, at tað er ein klár definitión uppá knappliga ógvusligan atburð hjá fólki. Við ”røttu” umstøðunum kann ein og hvør gerast serliga ógvusligur ella sosialt ódugnaligur. Ja, eg haldi, at spøl kunnu vera viðvirkandi til tað, men viðvirkandi sum í at ringur uppvøkstur, torførar og skelkandi upplivingar hava nógv størri ávirkan. Afturat tí kundi eg ímynda mær, at spæl av telduspølum lættliga kann nýtast sum friðskjól fyri einum heimi, sum ein persónur hevur alvorligar trupulleikar við. So partvíst ja og partvíst nei: Partvíst ja, tí tað kann vera ein av fleiri orsøkum til truplan atburð og partvíst nei, tí umhvørvið um ein persón brúkar telduspøl sum umbering fyri atburðin hjá viðkomandi – tá orsøkin veruliga liggur hjá umhvørvinum sjálvum, og telduspølini sum sagt bara eru eitt friðskjól frá tí sama.

Telduspøl verða eisini spæld professionelt, har fólk liva fulla tíð av at íðka sokallaðan eSport. Er tað frískligt, ella for nógv av tí góða?
Eg haldi, at tað er ein ótrúliga áhugaverd vinna. Veit ikki, eg seti tað ikki ordiliga í samband við ”vanliga” frítíðarspæling, men síggi tað meira sum eina vinnu og eitt ”fulltíðarstarv” burturav.

Um tað perfekta spælið varð gjørt til júst tín, hvussu hevði tað so verið?
Sjitt, hatta er ein ringur spurningur. Eg haldi ikki, at tað hevði verið eitt perfekt spæl til mín, av tí at eg ikki ordiliga havi áhuga fyri at seta meg við eina teldu og gera nakað, sum eg ikki fái brúkt beinleiðis í mínum gerandisdegi/í mun til mínar framtíðarætlanir.

Síður: -

Viðmerkingar: 13
Síða [1]
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 1 - 28/11/2011 klokkan 15:25

áhugaverd samrøða. virkar sum ein fornuftigur ungur maður
Choles

01/02/2014

Stað: -
Innlegg: 695
# 2 - 28/11/2011 klokkan 17:56

talv er eisini "gaming" men ja har burdi hann trena eitt sindur meira.. 0 - 3 er ikki tann score
Vega

28/03/2014

Stað: -
Innlegg: 555
# 3 - 28/11/2011 klokkan 18:19

Ja sera fornuftigur dude'ir. Orðar hatta við tíð/gaming perfekt


Too bad hann er ein hipster =/
BigBlackDuck

19/09/2015

Stað: -
Innlegg: 696
# 4 - 29/11/2011 klokkan 01:58

"Tú, til eg var um eini 15 ár, spældi eg heilt nógv Counter-Strike: Source. Við heilt nógv meini eg millum fimm og tíggju tímar um dagin í tvey-trý ár.


Um hann ikki er gamer, so eri eg so slett ikki :/
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 5 - 29/11/2011 klokkan 05:15

2011-11-29 at 12:58 AM - BigBlackDuck:
Um hann ikki er gamer, so eri eg so slett ikki :/


skápsgamari
og eftir klæðunum at døma fer hann at leypa út hvørja løtu
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 6 - 29/11/2011 klokkan 08:03

Fyrrverandi gamer.
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 7 - 29/11/2011 klokkan 13:16

ella gjørdi hann bara sum so mong onnur og eksperimenteraði eitt sindur tá hann var yngri
Choles

01/02/2014

Stað: -
Innlegg: 695
# 8 - 30/11/2011 klokkan 22:21

2011-11-29 at 12:16 PM - Tanerion:
ella gjørdi hann bara sum so mong onnur og eksperimenteraði eitt sindur tá hann var yngri


náná
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 9 - 22/12/2011 klokkan 05:46

>prát við ein non-gamer
>millum fimm og tíggju tímar um dagin í tvey-trý ár.
Siljavich

31/07/2015

Stað: -
Innlegg: 348
# 10 - 23/12/2011 klokkan 20:13

Haldi ikki man kann kalla hann ein Non-gamer - sum PSnake segði ">prát við ein non-gamer
>millum fimm og tíggju tímar um dagin í tvey-trý ár."
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 11 - 04/01/2012 klokkan 02:20

Sue me.
Hann hevur ikki game'að í langa tíð, so tað má vera í lagi, siga vit. :>
Arrow

03/11/2013

Stað: -
Innlegg: 238
# 12 - 10/06/2012 klokkan 09:55

haha, samd við Vega! "too bad hann er ein hipster".. kundi eisini ljóðað sum um, at hann faktiskt plagdi at vera góður til at spæla CS. eg haldi at TAÐ er too bad, tí at tónleikurin hjá honum milt sagt suxar!! spell at lata tað talentið, sum var í dreinginum fara til spillis =P


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 13 - 12/07/2014 klokkan 09:05

kept his longchamp tongue soccer jerseys in control from the past coach factory outlet few new balance shoes days is again coach purses gone into ray ban outlet making ghd hair yet another juicy couture outlet controversial statement toms shoes today. TRS coach outlet chief soccer shoes KCR supra shoes who coach outlet attended polo ralph the michael kors outlet wedding louis vuitton handbags occasion of longchamp the Son true religion outlet and louis vuitton outlet online daughter of the Ex-MLA and coach outlet store TRS salvatore ferragamo leader chanel handbags Solipeta oakley sunglasses Ramalinga asics running Reddy mcm handbags and chi hair straighteners blessed the newlywed couples. Later nfl jerseys taking the mont blanc mike insanity workout and louboutin speaking mulberry he marc jacobs said reebok shoes that louboutin tradition of wearing lululemon outlet the converse shoes mangala prada handbags suitra tory burch outlet is bottega veneta nowhere hollister in north face outlet the true religion Hindu oakley sunglasses epics karen millen and louboutin that true religion jeans it valentino shoes a birkin bag part of ralph lauren the longchamp outlet Hindu tradition is not ray ban at burberry all. herve leger

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.