Prát við ein non-gamer 3: Marianna Højsted Horsdal
Skrivað hevur HForce tann 01/02/2012 klokkan 19:09 1

Hey Marianna. Her í “prát við ein non-gamer” royna vit at fáa meiningar frá “vanligum fólkum” um okkum sum kanska spæla ið so nógv telduspøl. Kanst tú byrja við at siga okkum eitt sindur um teg sjálva?
Hey, eg eri ein 16 ára gomul genta, og gangi mítt fyrsta ár á Føroya Studentaskúla í Hoydølum. Eg eri fyri tað mesta upptikin av skúlanum, vinum og tónleiki.


Hevur tú nakað serligt av upplivingum við telduspølum? Hevur tú spælt sjálv, ella hava fólk rundanum teg verið spent um tílíkt?
Eg havi sum so ongantíð verið sera upptikin av telduspølum, men við hvørt havi eg spælt spælið “Heroes” í eina tíð, og so eisini “Sims,” men spølini hava ongantíð fylt nógv av mínari tíð. Eg eigi ein lítlabeiggja, ið eisini hevur verið nokkso upptikin av “Heroes”, heldur meira enn eg, og so eisini av spælinum “Age of Empires”.


Nógv av okkum brúka heilt nógvar tímar um dagin uppá telduspøl. Spøl sum til dømis World of Warcraft eru kend fyri at fanga fólk í telduni. Heldur tú hetta er spill av tíð?
Eg veit ikki ordiliga, um eg kann siga, at hetta er spill av tíð, tí eg veit um nógv, sum hava ment seg nógv fakliga, serliga í enskum, av at spæla telduspøl. Men eg kann siga tað á tann hátt, at ein, ið spælir við máta, t.v.s. ikki nýtur alt ov nógvar tímar til tað, kann spæla telduspøl, uttan at ov nógv tíðarspilla kemst burturúr. Hetta sigi eg, tí spælir ein ov nógv, kann tað ávirka ein sálarliga og sosialt, og tá kemur tað undir tíðarspillu eftir mínum tykki.


Á heimasíðuni Gaming.fo hava vit ymisk tíðindi um spøl, og brúkarar sum kjakast um spøl. Hvat heldur tú um tílíkar síður, og um fólkini sum brúka tær?
Eg haldi, at hetta virkar, sum ein góð heimasíða, har fólk, ið hava felags áhugamál kunna kjakast og práta saman.


Telduspøl eru ofta frammi í miðlunum sum rótin til alt ónt. Opinbart halda fólk at tey gera fólk sosialt handicappaði og enntá elva til drápsmenn. Hvat heldur tú um tílíkar útsagnir? Eru tær burturvið, ella er nakað um tað?
Eg haldi, at hetta í miðlunum kann ofta vera eitt sindur ógvuslig og ekstrem dømi, tey koma við, og eg vænti heilt víst ikki, at øll, ið nýta nógva tíð til telduspøl, gerast sosialt handicappaði ella drápsmenn. Eg vænti, at nógv tann størsti parturin eru heilt vanlig fólk, meðan tað bert er í nøkrum einstøkum førum, at eitt menniskja, ið hevur framt eitt dráp ella er sosialt handicappaður, møguliga kann vera ávirkað eitt sindur av einum telduspæli.


Summir av heimsins bestu telduspælarum eru vorðnir professionellir, og íðka sokallaðan “eSport” á sama hátt sum onnur íðka fótbólt. Er tað spennandi, ella eitt sindur fjollut?
Tað er heilt víst spennandi fyri tey. Eg haldi ikki, hetta er fjollut, men hetta er samstundis ikki innan míni áhugamál.


Hvussu hevði júst tað perfekta spælið til tín sæð út?
Hatta er torført at svara, men eg haldi, at spøl, sum “Heroes” og “Sims” eru spøl, ið kundu mint um perfekt spøl til mín.

Síður: -

Viðmerkingar: 6
Síða [1]
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 1 - 01/02/2012 klokkan 20:29

Stak fornuftig genta
Rolf

18/12/2013

Stað: -
Innlegg: 499
# 2 - 01/02/2012 klokkan 23:03

Hon er so hvussu er diplomatisk ;p
Choles

01/02/2014

Stað: -
Innlegg: 695
# 3 - 02/02/2012 klokkan 16:33

heroes.. meinar hon við heroes of might and magic (3) ?
Hellfighter

04/03/2016

Stað: -
Innlegg: 8
# 4 - 02/02/2012 klokkan 16:40

2012-02-02 at 3:33 PM - Choles:
heroes.. meinar hon við heroes of might and magic (3) ?


Ja hon ger.
Slinkey

10/02/2016

Stað: -
Innlegg: 1815
# 5 - 03/02/2012 klokkan 10:39

Ella roynir hom ikki at trakka á "land-mines"


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 6 - 12/07/2014 klokkan 09:06

kept his longchamp tongue soccer jerseys in control from the past coach factory outlet few new balance shoes days is again coach purses gone into ray ban outlet making ghd hair yet another juicy couture outlet controversial statement toms shoes today. TRS coach outlet chief soccer shoes KCR supra shoes who coach outlet attended polo ralph the michael kors outlet wedding louis vuitton handbags occasion of longchamp the Son true religion outlet and louis vuitton outlet online daughter of the Ex-MLA and coach outlet store TRS salvatore ferragamo leader chanel handbags Solipeta oakley sunglasses Ramalinga asics running Reddy mcm handbags and chi hair straighteners blessed the newlywed couples. Later nfl jerseys taking the mont blanc mike insanity workout and louboutin speaking mulberry he marc jacobs said reebok shoes that louboutin tradition of wearing lululemon outlet the converse shoes mangala prada handbags suitra tory burch outlet is bottega veneta nowhere hollister in north face outlet the true religion Hindu oakley sunglasses epics karen millen and louboutin that true religion jeans it valentino shoes a birkin bag part of ralph lauren the longchamp outlet Hindu tradition is not ray ban at burberry all. herve leger

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.