The Hobbit - Ummæli
Skrivað hevur Gaffer tann 10/01/2013 klokkan 22:22 1

The Hobbit



Longd: 2 t. 49 min. Aldursmark: 11 ár

Tað er løgið at hugsa sær, at tað longu eru níggju ár síðan síðsti partur av Ringanna Harra-trilogiini ruddaði borð við Oscar úttdeilingina og kundi seta seg undir liðina hjá Ben Hur, sum ein av trimum filmum, sum vann heili 11 virðislønir. Mann kundi kanska samanborið bíðitíðina eftir afturkomuni til Miðgarð við The Phantom Menace, men vit kunnu í hvørt fall gleðast yvir at The Hobbit: An Unexpected Journey er ein nógv betri filmur enn tann fjórði í Star Wars-røðini.
Leikstjórin Peter Jackson hevur valt at byrja hesa nýggju Tolkien-trilogu á ein sindur forkunnugan hátt. Filmurin byrjar faktiskt beint áðrenn The Fellowship of the Ring, í tí at vit síggja Ian Holm, sum gamla Bilbo, seta seg niður at festa allar sínar upplivingar á blað. Tað er ígjøgnum hetta “framing-device” at vit koma 60 ár aftur í tíðina, tá ungi Bilbo (Martin Freeman) setur seg uttandurða at fáa sær ein royk eftir morgunmat. Hetta fór sjálvandi ikki at verða ein dagur, sum hvør annar, tí Gandalf (Ian McKellen) kemur framvið, og Bilbo verður shanghaiðaur til at halda eina døgurðamáltíð fyri trettan dvørgum. Tað er tó eisini her at filmurin rennur seg í teir fyrstu trupulleikarnar, tí tað tekur alt ov langa tíð hjá Bilbo at halda veitslu, og so fara á ferð við dvørgunum at endurvinna Erebor, gamla kongaríkið undir Fjallinum, frá drekanum Smaug. Áðrenn vit koma til alt hetta, hava vit longu sæð eina heilt fantastiska sekvens, um hvussu dvørgarnir misti Fjalli, so filmurin missir nakað av ferð. Hetta er ein trupulleiki, sum stingur seg upp gjøgnum allan filmin, so tí kann spurningurin um mann klárar at sita gjøgnum allan filmin, verða ein spurningur um hvussu kendur mann er í Tolkien. Summi vilja elska tað, summi ikki. Alt hetta eykatilfarið, sum ikki er at finna í uppruna bókini er heldur ikki tikið úr tunnari luft, tí Tolkien legði eina rúgvu av skrivaðum tilfarið eftir sær, sum ikki bleiv útgivið fyrr enn aftaná hann var deyður. Hetta viðførir so eisini, at filmurin gerst væl myrkari enn bókin, sum jú er ein barnabók.

Hetta skal tó ikki skiljast sum at filmurin gerst keðiligur og seinur, tí tað er hann ikki, tað hendir altíð okkurt. Bilbo møtir bæði trøll, orkar, álvar, grótrisar og ein ávisan Gollum. Filmurin er milt sagt fyltur við action sekvensum, har tann eina kanska minnir eitt sindur ov nógv um eina úr LotR.
Tað ber tíverri ikki til hjá undirritaða at viðmerkja teimum nýggju “48 myndunum um sekundi” ella 3D effektirnar, tí filmurin varð sæddur í góðum gomlum 2D. Nýggja verkið hjá Jackson er tó eins flott sum teir gomlu Ring-filmarnar við nógvum flottum effektum og landlagsmyndum av Ný Sælandi, og tónleikurin hjá Howard Shore situr sum altíð, beint í oyra. Nýggja høvuðslagið er líka eyðkent, sum tað gamla, sum vit eisini hoyra okkurt til, í tíð og ótíð.
Ringt er tó at meta um nakar av leikarunum sker burturúr, tí teir eru so nógvir í talið. Freeman og McKellen gera sítt arbeiði sum Bilbo og Gandalf, men bara Thorin, Dwalin, Balin og Bofur eru minniligir av dvørgunum. Sigast skal eisini at høvuðsskurkurin Azog er eitt sindur av einum “blandaðum posað”, sum onglendingar vildu tikið til. Vit møta eisini onkrum av persónunum úr LotR: Frodo, Elrond, Galadriel og Saruman men hetta eru lítið meir enn cameos.
Samanum sæð kann sigast at Jackson og kompaní eru sloppin væl frá hesum fyrsta av trimum filmum, og tey hava megna at samantvinan filmin innan eina samanhangandi søgu, so tað ikki virkar sum um at filmurin bara endar í ongum, men tað fór sjálvandi at vera ómetaliga torført at liva upp til teir fyrstu tríggjar filmarnar, um ikki ómøguligt.

Síður: -

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.