Kom í gongd við streaming
Skrivað hevur HForce tann 29/05/2016 klokkan 15:19 1



Hendan greinin er gjørd í samstarvi við Føroya Tele.


Hóast øll ikki heilt skilja hví, so eru fleiri og fleiri sum hyggja at øðrum spæla spøl á platformum sum Twitch. Nógvir streamers hava eftirhondini eisini skapt eina karrieru burturúr tí, men fyri tey flestu er tað ein eyka stuttligur máti at spæla spøl uppá. Nógvir streamers fáa nemliga regluligar hyggjarar at interagera við, og tað kann følast sum í gomlum døgum, tá vinfólk samlaðust at skiftast um at spæla single-player spøl.

Um tú vilt í gongd við streaming sjálv/ur, so skal ikki so nógv til. Tú skalt bara hava eina hampuliga teldu og okkurt software, so ert tú koyrandi.

Twitch
Har eru fleiri platformar, har tú kanst streama tíni spøl, eitt nú YouTube Gaming og Hitbox. Tann kendasti og mest brúkti platformurin er tó Twitch. Um tú vilt røkka flest hyggjarum og brúka platformin, sum tey flestu eru von við, so er best at velja Twitch.

Fyri at brúka Twitch skalt tú fyrst gera tær ein brúkara. Seinni skalt tú knýta tín brúkara at tí software, sum tú streamar við. Meira um hetta seinni.

Teldan og internet
Tað er ikki neyðugt at hava eitt beist av einari teldu fyri at streama, men hon skal helst hava eitt sindur yvir miðal av hestakreftum. Tú skalt bæði koyra spælið í hampuligum kvaliteti og ferð, men tað krevur eisini eitt sindur eyka av telduni at faktiskt streama tað. Sjálvi viðmæla Twitch, at tú hevur:

CPU: Intel Core i5-4670 ella tilsvarandi
RAM: 8GB DDR3 SDRAM
GPU: Eitt kort sum kann brúka DirectX 10 ella hægri. Annars siga Twitch, at grafikkortið ikki hevur so nógv at siga. Men aftur, tú skalt helst megna at koyra títt spæl nóg væl, til at hyggjarar tíma at síggja tað.


Fyri at kunna streama í hampuligum kvaliteti, noyðist tú at hava eina hampuliga upload ferð. Í Føroyum ber tað til at fáa upp til 5mbit upload, og tað burdi veri nokk. Tú skalt helst hava minimum 3mbit fyri at kunna vísa títt spæl í einari ok upploysn, so tú burdi valt antin haldið við 4mbit upload ella við 5mbit upload.



Software
Tá ið tú hevur tín Twitch brúkara, skalt tú onkursvegna upptaka tín skerm og síðani vísa tína upptøku beinleiðis gjøgnum Twitch. Hetta gert tú við einum programmi, sum er ment til endamálið. Nógv brúka Xsplit, men í seinastuni er OBS blivið meira brúkt. Hetta er av tí, at OBS er heilt ókeypis, meðan tú skalt gjalda eina mánaðarliga upphædd fyri at brúka nakrar av funktiónunum í Xsplit. Programmini eru sum heild bæði líka væl egnaði, so her sleppur tú best avstað við at brúka ókeypis loysnina, OBS.

Tú kanst heinta OBS ókeypis niður á teirra heimasíðu. Fyri at vísa tínar upptøkur á tínari Twitch kanal, skalt tú síðani knýta tína OBS installatión at tínum brúkara. Hetta gert tú við tínum Stream Key, ein kota sum er unikk fyri tín Twitch brúkara. Tú mást ongantíð vísa hesa kotu fyri nøkrum øðrum. Um tú gert, kann viðkomandi vísa hvat sum helst á tínari Twitch kanal.

Fyri at finna tín Stream Key, logga inn á Twitch. Finn fyrst títt Dashboard, og trýst so á Stream Key knappin. Trýst so á Show Key fyri at síggja tína unikku kotu.



Tá ið tú hevur hesa kotuna, skalt tú tasta hana inn í tínar OBS stillingar. Hetta gert tú við at opna OBS programmið, og fara inn á Settings. Her frá fert tú til Broadcast Settings. Í feltinum "Streaming Service" velur tú Twitch / Justin.tv, og í feltinum "Play Path/Stream Key" tastar tú tín unikka Stream Key inn.

Her eru nógvar aðrar innviklaðar stillingar. Fyri eina detaljeraða gjøgnumgongd av øllum hesum stillingum kanst tú lesa hesa officiellu grein hjá Twitch.

3, 2, 1, takeoff!
Tú ert klár/ur at opna fyri tínum fyrsta stream á Twitch. Opna OBS, og trýst á Start Streaming, og so er títt stream live á Twitch. Har er ein innbygd seinking á umleið 20 sekund, so ikki far í panikk, um tú ikki sært teg sjálva/n beinanvegin.

Hóast títt stream er har, merkir tað ikki, at fólk hyggja. So minst til at siga fólki frá, tá ið tú streamar. Skriva tað á Facebook, ring til tínar vinir og banka uppá hurðina hjá nábúgvanum. Tey fyrstu, sum koma at hyggja eru nokk vinfólk og kenningar, men um tú gert tær ómak og blívur við, kanst tú fáa fleiri onnur fólk at hyggja eisini.

Samanumtikið
Hesin fyrsti partur í greinarøðini dekkaði nøkur av mest grundleggjandi tingunum fyri at koma í gongd við at streama á Twitch. Næsti partur snýr seg um nøkur tól og amboð tú kanst brúka fyri at gera tín stream betur.



Hendan greinin er gjørd í samstarvi við Føroya Tele.

Føroya Tele hevur ymisk breiðbandshald – alt eftir tínum tørvi. Hevur tú spurningar viðvíkjandi uppsetan av tínum breiðbandshaldi ella um, hvussu tú kemur í gongd við at streama, ert tú vælkomin at venda tær til supportina hjá Føroya Tele á tel. 80 80 80. Vit vegleiða tær fegin.

Síður: 1 2 3 >

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.