Magic: The Gathering
Skrivað hevur PSnake tann 15/06/2008 klokkan 11:04 1

Verið Vælkomin, Kortspøl og Spælarir


Tað er ringt at siga, nær fyrsta spælið bleiv gjørt. Og tað er líka so ringt at vita, hvussu tað var. Men ein kann meta um, at tað fyrsta spælið bleiv til um somu tíð, ið menniskjan bleiv til. Tað tók nøkur fá milliónir ár, at fáa tað á ein skerm.
Fyri at vera meiri beinrakin inntil ár 1948, tá ið Thomas T. Goldsmith Jr. og Estle Ray Mann skaptu eitt spæl, ið var um at skjóta fjarstýrdar rakettur.

Eftir at spøl vóru so útviklaðu, vóru tað nakrir menn í virkinum The Allegheny Card Co., ið hildu tað verða genialt at fara eitt fet aftureftur. Tað gjørdu teir við at gera eitt kortspæl, og tað róptu teir The Baseball Card Game. Men tað nyttaði einki og... Nei, tað er ikki satt.
Men tað var so byrjanin til CCG spøl. CCG stendur fyri Collectible Card Game, ið er eitt spæl um at samla kort. Men tað kortspælið er ikki tað vit kenna til í dag. Og tað er tað, ið vit kenna til í dag, ið eg vil nevna. Fyri at koma beint til sakina, vil eg stutt ummælað tey ‘stóru’ samlikort spølini.
Her má tað so sigast, at tað stórsta er Magic: The Gathering.



Mynd er frá milehighcomics.com


Magic: The Gathering

Tað kann kjakast, um ella ikki, at hettar samlikortspælið, er tað besta samlikortspælið, ið er. Hví tað? Tí at hettar spælið hevur vunnið fleiri virðislønir frá ikki bara Mensa fyri top fimm heilaspøl, men eisini Games Magazine, har tað er komið í teirra Hall of Fame.
Men hví so væl dámt?

Eg havi sjálvur roynt tað, og má siga at tað er eitt sera væl tilgjørt spæl. Strategiskt tí at í spælinum eru 6 sløg av kortum. Fyrst eru Monster kortini. Ein kann so gita seg til, at hesi eru ikki (vanliga) lítlar veikar rottur, ella vanlig fólk. Hví tað?
Tí tey hava ikki stórir búffar á yvirarmunum! Og hvør vil ikki síggja ein dinosaur, ella Arnold Schwartzenegger á einum kortið, heldur enn ein kettling. Ikki so? Tey verða nýtt til at leypa á og verja, og onkuntíð til onnur ting eisini.


[img]http://img146.imageshack.us/img146/1249/mtgsorcerycopyej1.jpg[/img] [hr][size=12]Tey næstu eru Sorcery kort. Sorcery er á føroyskum kunsturin at Gykla ( í talumálið: At Ganda ). Hesi eru kort, ið tú brúkar og síðani fara beinleiðis úr spælinum. Meiri um hettar seinni. Hvat hesi gera kann verða so nógv ymiskt. Til dømis kundi eitt Sorcery kort í einum svørtum deckið* ( meiri um litirnir seinni ) dripið eitt monster hjá mótstøðumanninum. Í einum bláum deckið, kundi tað verði, at steðga honum frá at brúka eitt kort. [/size]


[hr][size=12]Tey triðu eru so Instant kortini. Instant merkir her beinan vegin. Hesi kortini eru líka sum Sorcery kort, einasti munurin er, at tey kunnu nýtast beinanvegin til ein og hvørja tíð, har ið Sorcery kort bert kunnu nýtast í sínum egna túri.[/size] [img]http://img440.imageshack.us/img440/2416/mtginstantcopyyo2.jpg[/img]





Síður: 1 2 3 >

Viðmerkingar: 7
Síða [1]
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 1 - 16/06/2008 klokkan 15:31

Flott.

Minnist tá mann spældi MTG konstant, good times.
Vagnur

12/12/2014

Stað: -
Innlegg: 259
# 2 - 16/06/2008 klokkan 16:16

eg elskaði hetta spælið!!
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 3 - 16/06/2008 klokkan 16:20

Man burdi spæt tað onkuntíð aftur Eg havi einki gott deck. Bara 2 starter deck. Men hevði enn verði stuttligt
Sjurdur

26/09/2010

Stað: -
Innlegg: 170
# 4 - 16/06/2008 klokkan 21:44

eg spældi hattar altíð fyrr
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 5 - 17/06/2008 klokkan 15:45

Hví steðgaði tú?
BowseR

11/01/2016

Stað: -
Innlegg: 228
# 6 - 15/08/2008 klokkan 17:44

GJ


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 7 - 12/07/2014 klokkan 09:05

kept his longchamp tongue soccer jerseys in control from the past coach factory outlet few new balance shoes days is again coach purses gone into ray ban outlet making ghd hair yet another juicy couture outlet controversial statement toms shoes today. TRS coach outlet chief soccer shoes KCR supra shoes who coach outlet attended polo ralph the michael kors outlet wedding louis vuitton handbags occasion of longchamp the Son true religion outlet and louis vuitton outlet online daughter of the Ex-MLA and coach outlet store TRS salvatore ferragamo leader chanel handbags Solipeta oakley sunglasses Ramalinga asics running Reddy mcm handbags and chi hair straighteners blessed the newlywed couples. Later nfl jerseys taking the mont blanc mike insanity workout and louboutin speaking mulberry he marc jacobs said reebok shoes that louboutin tradition of wearing lululemon outlet the converse shoes mangala prada handbags suitra tory burch outlet is bottega veneta nowhere hollister in north face outlet the true religion Hindu oakley sunglasses epics karen millen and louboutin that true religion jeans it valentino shoes a birkin bag part of ralph lauren the longchamp outlet Hindu tradition is not ray ban at burberry all. herve leger

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.