Spøl og harðskapur
Skrivað hevur Anayna tann 12/09/2008 klokkan 22:30 1

Harðskapur og Telduspøl?

Flestu foreldur vilja verja børn teirra. Verja teimum frá skaða, bæði kropsligan og sálarligan. Ein tann størsti vandin eru tó miðlarnir, og allur harðskapurin ið sæst í teimum. Tann vanligi Hollywood filmurin inniheldur jú óvanliga nógv dráp og morð. Hetta mann ikki vera gott fyri tey smáu.
Tey seinastu 40 árini hevur ein nýggjur vandi tó ment seg: tey harðligu telduspølini. Hesi spøl vísa ikki bara dráp og morð, men setur spælarin í støðuna hjá drápsmanninum. Hetta kann hava eina sera skaðiliga ávirkan á børn og ung.
Ella hvussu? Eru telduspøl veruliga so skaðilig?



Eitt LAN-party

Ljósini eru dempa, skíggjarnir flákra og maskinurnar hurra. Eini 30 unglingar, allir av kallkyni, sita við hvør sínari teldu. Tær eru allar samlar forbundnar við kaðali, og dreingirnir spæla sama spæl ímóti hvørjum øðrum. Teir spæla spøl so sum Warcraft, Counter Strike, Unreal Tournament og annað gott. Í CS og Unreal savna teir sær alskyns vápn, og nýta tey at drepa mótspælarin við; í hesum førinum eitt annað menniskja, ið situr við einari aðrari teldu, bert fáar metrar vek. Í Warcraft skapa teir ein mætan her, ið lýðir hvørt boð teirra, og endamálið er so sjálvandi at føra kríggj. Meira dráp.
Fyribrigdi verður nevnt eitt LAN-party, og varar ofta eitt heilt vikuskifti. Í hesum vikuskifti verða heilt nógvir digitalir skapningar dripnir, og enn meira polygon-blóð flýtur. LAN-party’s verða hildin regluliga um alt Føroyar. Ymiskir bólkar ella privat persónar skipa fyri hesum tiltøkum, ofta tey ungu sjálvi.
Eitt vikuskifti við interaktivum drápi og morði; hetta kann ikki vera gott fyri tey ungu sinnini. Men hvat er hetta? Huglagi í hesum tiltøkum er ikki myrkt og dapurt, sum ein kundi vænta sær í einum tílíkum dráp-festivali, men heldur beint tað umvenda. Fólk práta og hugna sær, drekka sodavatn og hjálpa til um onkur telda skuldi gingið fyri. Hov, vinmaður mín skeyt akkurát høvdið av figuri mínum í CS. Eg flenni, rópi í skemti eftir honum, at hann er alskyns ting, ið ikki mugu prentast, og lovið honum, at eg skal skjóta hann aftur.



Á denn harðskapur

Í hvørjum ættarliði eru tað menniskjur, ið vísa á feilirnir hjá tí yngra ættarliðinum. Hesu ferð er ákæran ikki tann, at tey ungu hava ov langt hár, men at tey eru ov harðlig. Her heima hoyra vit næstan regluliga um onkran, ið er bukaður eftir eitt vikuskifti. Globalt er støðan tó nógv meira álvarsom. Ræðusøgur, so sum við amerikonsku skúlunum, har ið næmingar skjóta frá hond, skaka okkum. Um ung har gera tað, hví so ikki ung her? Her í landinum hava vit onki skúla dráp, men vit hava tó ein sorlaðan barnagarð.
Tá ið tílíkar hendingar koma fyri, krevja fólk sjálvandi eina frágreiðing, ella enn betri: einum at geva skyldina. Fara vit yvir um atlantshavið, og hyggja at landinum hjá teimum fríu, teimum djørvu og teimum feitu, so er ongin ivi um hvør hevur skyldina. Hana eiga telduspølini.
Politikarar og sakførarar, so sum Jack Thompsen, Hillary Clinton og mangir aðrir hava í ósømiligar tíðir, boðað øllum vesturheiminum frá, at telduspøl eru atvoldin til harðskapin millum tey ungu. Serliga nógv hevur verið tosað um vældámdu spælrøðina Grand Theft Auto, har ið spælarin kann arbeiða fyri tey kriminellu, stjala og drepa.
Ein kundi til dømis hugt at 16 apríl 2007, tá ið størsta skúla drápi í amerikanskari søgu var framt. Hetta var dagurin tá ið Seung-Hui Cho drap 32 fólk og særdi fleiri onnur. Sama dag, enntá áðrenn nakar visti hvør drápsmaðurin var, var Jack Thompson í miðlunum og greiddi frá, at telduspøl vóru atvoldin til hesa hending.



Tað granskast á økinum

Tað ber tó ikki til hjá nøkrum, heldur ikki einum politikara, at ákæra telduspøl fyri at vera so skaðilig, uttan prógv. Amerikonsku politikararnir hava tó tílíkt prógv. The American Psychological Association (tann amerikanski felagsskapurin fyri sálarfrøðingar) hevur granska í sambandinum millum telduspøl og harðskap í meira enn 40 ár. Niðurstøða teirra er, at hesi bæði nærmast ganga hond í hond. Granskingin vísti, at telduspøl í stóran mun elvir til harðskap. Hetta er ein kanning, ið Hillary Clinton stundum sipar til.
Evropeiskar kanningar harafturímóti, hava havt heilt onnur úrslit. Patrick Kierkegaard, útlærdur á University of Essex, er ímillum tey lærdu, hvørs kanningar ikki hava funnið nakað samband millum telduspøl og harðskap. Harafturat vísa fleiri evropeiskir granskarar á, at granskingin ið var framførd av The American Psychological Association, hevði til endamáls at finna eitt tílíkt samband.
Tær evropeisku kanningarnar á hesum øki, hava tó ikki fingið nógvan ans frá miðlunum, og vanligi hugburðurin ímillum fólk er tann, at telduspøl eru skaðilig fyri børn.
Í ár var úrslitið frá einari nýggjari kanning úr Harvard tó kunngjørt, og tað var heldur óvæntað: tað er skaðiligt fyri børn, at ikki spæla telduspøl.




Síður: 1 2 >

Viðmerkingar: 6
Síða [1]
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 1 - 18/10/2008 klokkan 06:40

Fín grein :3

Hevði verði perfect, um hon hevði onkrar leinkir til kanningar innan hendan harðskap; serliga kanningarnar hjá Harvard of hatta langa navnið, ið var gjørt í Amerika
Sammi

12/07/2019

Stað: -
Innlegg: 839
# 2 - 18/10/2008 klokkan 15:23

keldur - or it didn't happen
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 3 - 18/10/2008 klokkan 19:12

2008-10-18 at 2:23 PM - Sammi:
keldur - or it didn't happen

HAHAHAHA XD So gneialt XD
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 4 - 18/10/2008 klokkan 21:48

Rætt hava tit.

Leinkir:

more... +-
Lonkja til bókina hjá Lawrence Kutner og Cheryl Olson:
http://www.grandtheftchildhood.com/GTC/Home.html

Lonkja til video interwiev sum X-play gjørdi við báðar rithøvundarnar:
http://www.g4tv.com/xplay/videos/21264/Face_Time_Lawrence_Kutner_and_Cheryl_Olson.html

Lonkja til úrslitið av granskingini hjá APA:
http://www.apa.org/science/psa/sb-anderson.html

Lonkja til generelt info á Virginia Tech og Seung-Hui Cho:
http://en.wikipedia.org/wiki/Virginia_Tech_massacre


Sig til um okkurt manglar. Eg skal vita um eg finni tað aftur.
Tit mugu orsaka at lonkjurnar ikki vóru har upprunaliga. Reint leti frá mínari síðu.
Takk fyri at tit tímdu at lesa.



Siðst broytt av Anayna tann 18/10/2008 klokkan 22:01 (broytt 1x)
dreaKan

07/08/2012

Stað: -
Innlegg: 349
# 5 - 22/10/2008 klokkan 15:43

Væl skrivað, góð grein.


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 6 - 12/07/2014 klokkan 09:10

kept his juicy couture outlet tongue insanity workout in converse shoes control reebok shoes from the past polo ralph few days louboutin is ray ban outlet again gone louis vuitton handbags into soccer shoes making toms shoes yet mont blanc another birkin bag controversial statement chanel handbags today. mulberry TRS chief KCR who attended salvatore ferragamo the coach outlet store wedding occasion hollister of coach factory outlet the Son and daughter of the oakley sunglasses Ex-MLA louboutin and oakley sunglasses TRS prada handbags leader herve leger Solipeta louboutin Ramalinga chi hair straighteners Reddy karen millen and blessed north face outlet the coach outlet newlywed marc jacobs couples. new balance shoes Later coach purses taking the ralph lauren mike mcm handbags and longchamp speaking valentino shoes he michael kors outlet said supra shoes that soccer jerseys tradition louis vuitton outlet online of wearing true religion outlet the coach outlet mangala ghd hair suitra true religion jeans is nowhere in true religion the Hindu epics and that longchamp outlet it a lululemon outlet part burberry of the bottega veneta Hindu tory burch outlet tradition nfl jerseys is asics running not longchamp at ray ban all.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.