Samrøða: Tórur av Kák Olsen
Skrivað hevur HForce tann 26/10/2008 klokkan 17:58 1

Tað er blivið alt meira vanligt hjá ungum fólkum at taka lut í politikki. Ein sum stillar upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu tann 11. novembur, er Tórur av Kák Olsen. Hann stillar upp fyri Tjóðveldi, hóast hann bert er 20 ára gamal.
Eg havi sett mær fyri at spurt hendan unga mann nakrar spurningar um seg sjálvan, og hansara politisku ætlanir.


Tú ert bara 20 ár, og tú stillar upp til býráðsvalið fyri Tjóðveldi. Hvussu ber tað til?

Eg havi altíð verið sera áhugaður í politikki. So tað hevur altíð verið ein ætlan hjá mær at stilla upp onkuntíð.
Og nú havi eg eisini hildið væl eyga við Føroyskum politikki í seinastuni og eg eri serstakliga ónøgdur við úrslitini í seinastuni. Og einasti mátin at broyta úrslitið er at blandað seg uppí og royna at venda skútuna hin vegin. Nú er mann kanska ikki so gamal sum hini á listanum, men skal nakað nýtt henda má eisini nakað nýtt inn.

Hvørjar eru tínar politiskar ætlanir? Hvat kunnu vit vænta at síggja frá tær, um tú verður valdur?

Eg havi hugsað nógv um vinnuviðurskiftini í kommununi og ungdómsviðurskiftini. Men skal nakað gerast við hesar umstøðurnar, so skulu pengar til, og tí trúgvi eg, at grundarlagið fyri einari væl koyrandi kommunu er skil í pengakassanum. Fíggjarligt skynsemi er tískil tað týdningarmesta sum eg havi í huganum. Klára vit at skapa skilagóðar fíggjarligar karmar í kommununi, klára vit at betra um øll tey viðurskiftini vit halda halta eftir í samfelagnum.
Og verði eg valdur so verður tað ovast á listanum. Fíggjarligt skil, sum hevur vinnu, útbúgving og trivna í hásæti.



Tú ert skrásettur her á Gaming.fo. Hvat heldur tú um síðuna? (Thor_Bishmark)

Hehe. Ja, tað eri eg. Eg eri ótrúliga væl nøgdur við heimasíðuna. Hon verður regliga dagførd og hevur eitt livandi og gott kjakforum. Sum heild ein av teimum heilt góðu gaming síðunum á netinum.

Hvussu leingi hevur tú spælt telduspøl, og hvørji dámar tær best?

Eg havi spælt teldu síðani 1994, hehe. Tá kom fyrsta teldan inn í húsið. Eg eri ein gamal RTS'ari, so CIV rekkjan hjá Sid Meier, WarCraft spølini, AOE 1 og 2 og Starcraft (vónandi eisini 2arin). Eg fáist tó mest við FPS'arir nú, so sum TF2 og Half-Life.

Heldur tú tað ber til politiskt at betra um korini fyri eini gaming mentan í Føroyum? Hvussu?

Tað er ringt at finna nakað sum politikur kann gera fyri at betra um gaming viðurskiftir í Føroyum, men ein politisk hugburðsbroyting er altíð gagnandi. So hevur eisini politiskur góðvilji nógv at siga, tá man skal skipa fyri stórum tiltøkum, hølir og annað skal til, veitst tú. Tó, forðingin er at fáa politikkarar at skilja og síggja mentanarliga virði sum gaming mentanin hevur fyri landið. Gaming er eftir hondini blivin ein stórur ídnaður, sum kann skapað inntøkur bæði fyri land og kommunu. So tað týdningarmesta arbeiði har er at broyta fatanina hjá politisku skipanini av hvat gaming er og hvat gaming kann geva samfelagnum.

Síður: -

Viðmerkingar: 9
Síða [1]
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 1 - 26/10/2008 klokkan 18:37

Hey Tórur :3

Nei, visti ikki av tú vart so áhugaður í politikkið, tað má eg siga.
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 2 - 26/10/2008 klokkan 19:20

Fínt interview. Tað er gott at so mikið nógv ymiskt tilfar verður koyrt her á síðuna.

Eg kundi tó gott tonkt mær at sæð fíggjing frá statinum til spæl framleiðarar. Á sama hátt sum staturin fíggjar listaskúlum og so víðari.
Kanska ikki í Føroyum, men bara onkunstaðni. Game development iz big businezz.
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 3 - 26/10/2008 klokkan 21:30

Nordic Game Conference ella okkurt sovorðið hava júst latið stóran stuðul til nordiskar spæl framleiðarar.
Thor_Bishmark

03/06/2009

Stað: -
Innlegg: 91
# 4 - 28/10/2008 klokkan 00:39

Jújú, Kartin! Man skal altíð verða áhugaður í sínum nærumhvørvið!
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 5 - 28/10/2008 klokkan 02:23

fái ikki valt teg men harragud mást tú gera gaming meira vælumtókt so føroyar ikki verður eftirbátur enn eina ferð
hygg bara at: http://arstechnica.com/news.ars/post/20080124-growth-of-gaming-in-2007-far-outpaces-movies-music.html
og: http://www.businessweek.com/innovate/content/aug2007/id20070813_120384.htm

har eru jú pengar at fortjena um føroyingar byrja at framleiða spøl
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 6 - 28/10/2008 klokkan 21:18

GO TÓRUR, GO TÓRUR!
Seti nokk mína atkvøðu við teg ella onkran annan ... sjálvsstýrismann o_O
Thor_Bishmark

03/06/2009

Stað: -
Innlegg: 91
# 7 - 29/10/2008 klokkan 14:50

hehe... takk, takk.

@Tanerion.
Hatta passar, men tað eru so fá fólk eldri enn 30 sum skilja hvat liggur aftanfyri spølini!
Demigod

05/12/2009

Stað: -
Innlegg: 598
# 8 - 30/10/2008 klokkan 23:59

Vote for Tórur! Vote for Tórur!
Burdi stilla meg vi einum skilti onkustadni i havn


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 9 - 12/07/2014 klokkan 09:04

kept his longchamp tongue soccer jerseys in control from the past coach factory outlet few new balance shoes days is again coach purses gone into ray ban outlet making ghd hair yet another juicy couture outlet controversial statement toms shoes today. TRS coach outlet chief soccer shoes KCR supra shoes who coach outlet attended polo ralph the michael kors outlet wedding louis vuitton handbags occasion of longchamp the Son true religion outlet and louis vuitton outlet online daughter of the Ex-MLA and coach outlet store TRS salvatore ferragamo leader chanel handbags Solipeta oakley sunglasses Ramalinga asics running Reddy mcm handbags and chi hair straighteners blessed the newlywed couples. Later nfl jerseys taking the mont blanc mike insanity workout and louboutin speaking mulberry he marc jacobs said reebok shoes that louboutin tradition of wearing lululemon outlet the converse shoes mangala prada handbags suitra tory burch outlet is bottega veneta nowhere hollister in north face outlet the true religion Hindu oakley sunglasses epics karen millen and louboutin that true religion jeans it valentino shoes a birkin bag part of ralph lauren the longchamp outlet Hindu tradition is not ray ban at burberry all. herve leger

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.