Spæl ummæli: Ico
Skrivað hevur Anayna tann 16/11/2008 klokkan 16:38 1

Nú kom høvið at spæla Ico umsíðir. Eg havi longi ynskt mær at spælt tað, men eg helt at eg ongantíð fór at finna tað, nú so mong ár eru liðin síðan tað kom út á fyrsta sinni.
Men jú. Nett sum eg eri í ferð við at keypa Super Mario Galaxy, dregur okkurt eygu míni niður í eina tilboð kurv, fylt við alskyns gomlum spølum, ið ongin leggur nakað í. Heitið á spælinum, ið lá ovast, fekk hjartað mítt at steðga á eitt lítið bil. Tað var Ico. Fyri 100 kr. Eg skræddi tað úr kurvini, langaði tað á diskin, og við gleðitárum í eygunum skinklaði eg út úr handlinum. Ekspedienturin var ikki sørt skakkur...

Mín frøði yvir hetta spæl er kanska eitt sindur ring at skilja fyri tey, sum onki kenna til Ico. Spælið er, um ein verður noyddur at greina tað, eitt action-adventure spæl, við stórum denti lagdan á adventure. Tú stýrir einum drongi (Ico), sum skal leiða einari gentu úr einum slotti, og tú verður noyddur til samstundis at verja hana.
Tað er tó ikki tí, at eg eri so spentur eftir at spæla tað. Ico fekk sera góð ummælir, og hevur fingið ein kult status ímillum spælarar kring heimin, á sama hátt sum Killer 7, Earthbound, Rez, Okami og onnur hava. Hetta er eitt av teimum fáu spølunum, ið fólk hava dømt sum list.
Harafturat, so er hetta fyrsta spælið, sum tað sokallaða Team Ico gjørdi. Seinna spælið bar heiti Shadow of the Colossus, og tørvar onga lýsing.

Amerikanska forsíðan av spælinum til vinstru, europeiska til høgru.


Tað er als ikki lætt at ummæla eitt spæl sum Ico, 7 ár eftir tað kom út. Ummælarar kring heimin hava róst tað til skýggjar, og hálovað tað sum tað endaliga prógvið fyri at telduspøl eru ein listagrein. Um eg sigi, at spælið er nakað uppblást fjas, so døma fólk meg at vera ein FPS-elskandi idiot, sum ikki skilur tað. Eg kann enntá viðganga, at einasta orsøkin at eg ynskti mær spælið, er tí at ummælarar elskaðu tað.
Heilt erligt, so letur spælið ikki til at vera serliga áhugavert. Lýsingin aftast á hylstrinum meylar okkurt svass um tvær syrgiligar lagnur, og spælið sjálvt handlar bert um leiða eina hjálparleysa gentu við anoreksia út úr einari fornleivd.

Tað er altso við einum ávísum afturhaldni, at eg legði spælið í mína aldrandi PS2. 7 tímar seinni havi eg rokkið endanum á tí, og havi samstundis endurfunnið vón mína fyri mannaættini. Ico er fantastiskt.
Tú spælir sum ein drongur við hornum, sum verður førdur til eitt elligamalt slot ímóti sínum vilja. Her verður hann fongslaður í einum slag av stein krukku, ein út av hundrað. Tað letur til, at ætlanin er at hann skal doyggja har, men hann megnar tó at flýggja, og tað varir ikki longi fyrr enn tú finnur fram til Yorda, eina merkiliga hvíta gentu. Saman skulu tit bæði rýma úr fongslinum.
Søgan er sera einføld, men tað krevst ongin Hideo Kojima fyri at vekja kenslur í spælaranum. Heldur er hon einføld á sama hátt sum gamlar sagnir eru einfaldar, og tó fangandi og spennandi. Tað skaðar heldur onki at tað eru nøkur twist á søguna her og har.

Fyri at føra Yorda úr borgini skalt tú heilt einkult leiða hana. Hetta verður gjørt við antin at halda á R1 knappin ella, um tú broytir hetta í menu’ini, við at trýsta á R1. Alt spælið dregur tú altso hesu hjálparsleysu gentu aftaná tær. Hetta er rættiliga originalt, og riggar eisini heilt væl.
Men hvat er ein gátufør borg uttan gátur? Ico kundi kanska eisini verða nevnt eitt puzzle-spæl, tí her er nokk at taka fatur í. Nógvar ymiskar gátur eru at loysa, og fleiri teirra eru enntá rættiliga krevjandi. So krevjandi, at tann amerikanska útgávan av Ico var gjørd lættari fyri teir amerikonsku spælararnar. Tær evropeisku og japansku útgávurnar innihalda tó tær upprunaligu gáturnar.
Tú fert eisini at nýta nógva tíð uppá at berjast ímóti teimum skugga líknandi skapningunum, sum royna at fanga Yorda. Fyrsta vápn títt er eitt einkult træpetti, men sum frálíður finnur tú ymisk svørð, sum er væl meira drápilig.
Bardagarnir kennist tó heldur klossutir. Hetta er hvørki Devil May Cry ella Ninja Gaiden. Á hinari síðuni so er hetta heldur ikki meiningin. Ico er bert ein vanligur drongur, og ongantíð sæst hetta betur enn í bardøgunum. Hann sveiggjar við vápni sínum, á ein næstan láturligan hátt, og tað letur til at tú drepur skuggarnir av tilvild. Hetta er tó eitt kompliment.
Tá ið tú spælir sum Tommy Testosterone, sum í flestu spølum, og drepur 800.000 pekingnesarar, so kennist hetta ikki longur sum nakað serligt. Tá ið tú spælir sum lítli veiki Ico, og megnar at drepa ein einstakan skugga, so kennist hetta stórt.


Síður: 1 2 >

Viðmerkingar: 4
Síða [1]
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 1 - 17/11/2008 klokkan 00:42

trúði at tú langt síðani hevði spælt hatta...

fínt ummæli sum eg vóni fær fólk at keypa spælið um tey renna eg í tað
sindur seint fyri meg allíkavæl tí eg keypti tað beinavegin tað kom í handlarnar tá tað var (keypti tað fyri Gekkapengar)

mær dámar tað enn so hatta var eitt fínt keyp
eri annars glaður fyri okkara europeiska cover og at gáturnar ikki eru lættari (tað er ikki SO ringt)

siti eisini ofta og lurti eftir soundtrackinum
fekk næstan tár í eyguni fyrstu ferð eg kláraði spælið við hasum musikkinum og øllum
HForce

08/11/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 2 - 17/11/2008 klokkan 13:20

Ah, eg havi leingi ynskt at spælt hetta spælið! Eg minnist tá tað kom út, las í bløðum og alla staðni hvussu gott tað var. Havi vilja roynt tað øll hesi árini.

Ordiliga gott ummæli.
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 3 - 17/11/2008 klokkan 15:17

Takk fyri tit báðir, og takk fyri at tit tímdu at lesa.

Og tú hevur púra rætt, Tanerion. Tað er langt síðani eg spældi tað, men eg gloymdi púrasta hetta ummæli burtur. Eg fann tað aftur á telduni hjá mær, hálvliðugt, nú ein dagin.
Syndarligt at tað bara skuldi liggja har, so eg setti meg við Ico umaftur, og skrivaði ummæli liðugt.


01/01/1970

Stað: -
Innlegg: 41
# 4 - 12/07/2014 klokkan 09:04

kept his longchamp tongue soccer jerseys in control from the past coach factory outlet few new balance shoes days is again coach purses gone into ray ban outlet making ghd hair yet another juicy couture outlet controversial statement toms shoes today. TRS coach outlet chief soccer shoes KCR supra shoes who coach outlet attended polo ralph the michael kors outlet wedding louis vuitton handbags occasion of longchamp the Son true religion outlet and louis vuitton outlet online daughter of the Ex-MLA and coach outlet store TRS salvatore ferragamo leader chanel handbags Solipeta oakley sunglasses Ramalinga asics running Reddy mcm handbags and chi hair straighteners blessed the newlywed couples. Later nfl jerseys taking the mont blanc mike insanity workout and louboutin speaking mulberry he marc jacobs said reebok shoes that louboutin tradition of wearing lululemon outlet the converse shoes mangala prada handbags suitra tory burch outlet is bottega veneta nowhere hollister in north face outlet the true religion Hindu oakley sunglasses epics karen millen and louboutin that true religion jeans it valentino shoes a birkin bag part of ralph lauren the longchamp outlet Hindu tradition is not ray ban at burberry all. herve leger

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.