Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> Generelt Gaming -> Telduspøl og list

Innlegg: 27
Síða [1] 2 >
Anayna


Going for pro





Innlegg: 405
# Tráður - 13/06/2008 klokkan 21:12
So var tað her, evnið sum øll vistu mátti koma fyrr ella seinni...
Eru telduspøl ein listagrein á sama stætti sum málningar, tónleikur, filmur og so víðari?

Hetta er eitt kjak, ið gongur rættiliga hart fyri seg millum listagranskarar í dag. Og so er tað enntá positivt feedback sum telduspølini fáa.
Um onki annað, so kunnu tey flestu í øllum førum verða samd um, at telduspøl kunnu verða ein listarligur miðil. Tað vil siga ein miðil fyri aðrar listagreinir. Mong spøl hava millum annað avbera góðan tónleik, design av figurum kemur allarhelst undir myndalist, og nøkur fá spøl hava enntá eina sera góða søgu.

So kann ein so spyrja seg sjálvan hvønn mun tað ger, um spøl verða kallað list ella ei...

Men hvat halda tit?


------------------
Offline
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 1 - 14/06/2008 klokkan 01:18
Ja, tricky question :p Tað kann væl samanlíknast við einum filmi við møguleikum. Hava tit kanska lisið okkurt Dunnaldur Dunna-bla (Man má vera føroyskur ? ;>), har man kann velja t.d. hvønn veg teir skulu koyra tá teir fara at ferðast? Grund konsepti líkist eitt sindur, men um tað ger tað til ein kunst eri eg tó ikki heilt sikkur uppá!?

Annars so kann map design eisini spæla ein leiklut!? Tað er í øllum førum eitt av teimum tingunum sum eg fokuseri nógv uppá.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
PSnake







Innlegg: 2869
# Innlegg: 2 - 14/06/2008 klokkan 02:00
Okami er eitt gott dømi uppá list í gaming



------------------
>:3 ??? - >9000!!! - :O ?!?!
OG Darl Souls


Offline
|
Anayna
Stovnaði tráðin


Going for pro





Innlegg: 405
# Innlegg: 3 - 14/06/2008 klokkan 16:24
Jep, Okami er eitt fínt dømi. Eg vanti at ein og hvør ið hevur spælt eitt tílíkt spæl sum Okami, Ico, Shadow of the Colossus og líknandi, kann síggja eitthvørt "listarligt" í spølum.

Annars BlizzM, so hevur tú fatur í onkrum. Tað at telduspøl eru interaktiv gera tey annarleiðis frá øllum øðrum miðlum. Tað interaktiva er jú tað sum ger at ein livir seg so mikið inn í spøl.


------------------


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 4 - 14/06/2008 klokkan 16:30
eg trúgvi líka so lítið uppá hugtakið "list" sum "móta" men veit sjálvandi hvat tit meina
haldi at um filmar og myndir kunnu kallast list kunnu spøl væl eisini

faktiskt haldi eg at antin er alt list ella er einki

burdi allars tikið Okami fram aftur...


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Anayna
Stovnaði tráðin


Going for pro





Innlegg: 405
# Innlegg: 5 - 14/06/2008 klokkan 16:40
Skilji væl hvat tú meinar við Tanerion.
Trupuleikin við hesum kjaki er at tað als ikki finst nøkur alment góðtikin definatión av list.
Og eiheldur ein av telduspølum...



------------------


Offline
|
HForce







Innlegg: 3327
# Innlegg: 6 - 14/06/2008 klokkan 16:49
Eg kom sjálvur í tankar um Okami beinanvegin eg kom inn á evnið.

Um filmur og tónleikur verður klassificerað sum "list", so er telduspøl uttan iva undir tí sama. Men so er tað jú sjálvandi hvat definitiónin av list er. Eg vildi mett hon er sera persónlig og ymisk frá persóni til persón. Nógv fólk halda til dømis at føroyskir málningar eru list av besta slagi, meðan eg haldi teir eru bara tey somu umhvørvini og fjøllini kleiggjaði á eitt lørred umaftur og umaftur. Eg vil heldur ikki siga at 7-kabala er list.

Men eg vildi so heilt sikkurt koyrt Okami, Shadow of the Colossus, Halo, MGS, osfr. undir at vera list.


Offline
|
PSnake







Innlegg: 2869
# Innlegg: 7 - 14/06/2008 klokkan 20:31
Hmmm, eg hevði nokk ikki sagt at Helo og MGS eru list... Ella, jú, kanska nakað sum bókalist og myndalist set saman...Kanska...

Men hevði heilt klárt sagt at Okami er list, og nú tit nevna tað, hevði eg safgt tað sama um Shadow of the Colossus. Eg havi ikki prøvað Ico, men eftur hvat eg havi lisið, skuldi tað verði av sama slagi sum hini bæði nevndu...


------------------
>:3 ??? - >9000!!! - :O ?!?!
OG Darl Souls


Offline
|
Anayna
Stovnaði tráðin


Going for pro





Innlegg: 405
# Innlegg: 8 - 14/06/2008 klokkan 22:28
Tað er áhugavert at tit kalla ávís spøl fyri list, meðan onnur ikki sleppa uppí.
Sjálvandi, um tú hyggur at tí typiska FPS, "Nazi-Drepari XXIV!", so er tað ringt at síggja list í telduspølum.

Men ein tílík niðurstøða er ikki heilt rættvís. Bara tí at vánaligir filmar, so sum "Scary Movie 4", ikki er list, so merkir tað ikki at miðilin filmur ikki er ein listagrein.
Eg haldi at tað sama er galdandi fyri spøl.

Annars PSnake, so spæli eg Ico beint nú. Tað er ordiliga gott, og so er tað enntá rættiliga viðkomandi fyri søguna í Shadow of the Colossus.
SotC er ein prequal.


------------------


Offline
|
Demigod


Going for pro




Innlegg: 463
# Innlegg: 9 - 14/06/2008 klokkan 23:18
Øll spøl eru list, ik bara nokur ta spøl verda gjørd verdur ta tekna nogv sum skal vera i ti, og er tekning ik list? 3D spøl eru lika nogv list sum 2D spølini, min meining er at øll spøl eru list


------------------
Nu hevur man so fingi eitt C++ diploma
http://transcript.gameinstitute.com?id=18617

Offline
|
PSnake







Innlegg: 2869
# Innlegg: 10 - 15/06/2008 klokkan 07:50
Eg haldi at siga øll, er eitt sindur nógv Nógvir málningar eru, eftur mínari metin, ikki eingong list. Photografi er fyri tað mesta av tíðini ikki list. à sama hátt eru ikki øll spøl list, in my opinion

Og Anayna, eg gjørdist bilsin, tá tú segði at Ico hevði at gera við Shadow of the Colossus. Vónaði at tað fór at forklára byrjanina hjá SotC...Men tú sigur tað fortsetir søguna... Hjálpti ikki beinleiðis XD

Men eg vil enn prøva tað!


------------------
>:3 ??? - >9000!!! - :O ?!?!
OG Darl Souls


Offline
|
Anayna
Stovnaði tráðin


Going for pro





Innlegg: 405
# Innlegg: 11 - 15/06/2008 klokkan 14:29
Sum áður nevnt finst ongin alment góðtikin definatión av list, men eg tori tó at siga, at ikki øll spøl eru list.
Hatta argumenti hjá tær, demigod, heldur tíanverri ikki rættiliga. Bara tí at listarligar tekningar verða gjørdar í samband við spæli, so merkir hetta ikki at endaliga úrslitið (spælið) er eitt listarverk.

Annars so finst enn eitt "listarligt" spæl sum eg púrasta gloymdi at nevna: Rez.
Tað kom upprunaliga út á PS2, men kann nú downloadast yvir xbox live. Ein og hvør við einari xbox skyldar sær sjálvum at spæla hetta spæl.
Ekstremt psykodeliskt...


------------------


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 12 - 15/06/2008 klokkan 14:47
men um man er totalt hardcore fær man sær tað til PS2
gjarna við tí serliga REZ trance vibratorinum ið nokk var gjørdur til fólk ið ikki fingu nóg nógvan bass úr anlegginum/sjónvarpinum tá tey spældu

men hasin neyðars vibratorurin bleiv eisini misskiltur og missbrúktur av nógvum kvinnuligum spælarum http://www.gamegirladvance.com/archives/2002/10/26/sex_in_games_rezvibrator.html

fínt til eitt hugnaligt kvøld við dámuni allíkavæl


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
FKay


Wannabe poster




Innlegg: 31
# Innlegg: 13 - 16/06/2008 klokkan 01:10
Hmmm list er ikki bara okkurt sum er væl gjørt. Tað er nakað sum fær ein at steðga á og bara.... hugsa!

Men eru telduspøl list? Sum sagt so eru onkur telduspøl list. Eg haldi at eg síggi tað oftast í spølum har ið "náttúr" scenur eru gjørdar, og hvussu kann eg ikki kalla vakurleikan hjá náttúruni list? Veit ikki rættuliga um spælið er list, men scenan er! Tí at hon sær júst líka, ella betri út, enn í veruleikanum

Eisini kann ein hugsa í Dexter style (Uber seria) CS er tað list? JA! Hugsa um alt blóðið sum er á vegginum eftir at ein gamari fer amokk!!!...... Hehe just kidding.... MEN HUGSA TAÐ ALLÍKAVÆL


Offline
|
Anayna
Stovnaði tráðin


Going for pro





Innlegg: 405
# Innlegg: 14 - 16/06/2008 klokkan 02:26
Endiliga onkur við einari definatión av list!
Jú, eitt listaverk skal kunna hugtaka fólk, men eg veit ikki rættiliga um eg eri samdur við nátturu samanberingini hjá tær.
Haldi sjálvur at, list er eitt mannaskapt hugtak ið bert kann festast til mannaskaptar lutir.

Men tit, halda tit at hetta yvirhøvur hava nakran týdning? Hevði nakað broyst um telduspæl brádliga vórðu kallað listaverk yvir nátt?
Sjálvur vóni eg, at um hetta hendi, so høvdu vit sæð fleiri annarleiðis og eksperimenterandi spøl. Í skrivandi løtu so finnast nógvir spældesignarar kring heimin, við áhugaverdum hugskotum, sum ikki sleppa at gera tey spøl teir vilja, tí at útgevarin ikki væntar at tað selur.

Synd og skom. ;(
Hetta fer tó allarhelst altíð at vera so, list ella ei.


------------------


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 15 - 16/06/2008 klokkan 02:36
haldi at øll ella flestu spølini hjá Studio Clover (Okami, Katamari, God Hand og hvat veit eg) kunnu kallast list útfrá kriteriium ið eg havi sæð á útlendskum spælsíðum/forum

og so vil líka nevna Onimusha spølini og Yakuza (bæði hava forresten eina geniala søgugongd)
tey kunnu næstan kallast filmslist... ja tit lósu rætt


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
PSnake







Innlegg: 2869
# Innlegg: 16 - 16/06/2008 klokkan 02:38
Onimusha var eitt genialt spæl, við flottum graffikki, og frá hvat eg minnist, eina góða søgu. Hevði kunna hugsa um tað sum filmlist.


------------------
>:3 ??? - >9000!!! - :O ?!?!
OG Darl Souls


Offline
|
FKay


Wannabe poster




Innlegg: 31
# Innlegg: 17 - 16/06/2008 klokkan 18:05
Um spøl vóru kallaði ein list og tú vilt at so fóru spølini møguliga verða meira experimenterandi, men soooo um hetta hevði verði ein standard, so hevði grafikkurin verði KUKKUR!!

Eg vil gjarna síggja nøkur abstrakt og ekspresionistisk (dugi ikki at stava tað) spøl, men eg vil eisini síggja nøkur spøl har grafikkurin er so nær veruleikan (sum er okkurt, eg haldi at fólkið, ið ger spølini, stremba eftir.)

Allíkavæl so haldi eg at meira av Metal Gear Solid - Snake Eater grafikki, um nakað er list so er tað tað spælið (Boss firght ftw ). Men um øll spøl eru soleiðis so verða tey einstøku upplivilsini ikki líka góð, tó tað er ein avleiðing (sum møguliga ikki er sonn fyri øll, men...).

P.S. Náttúran er list haldi eg. Málningar, bíløt og filmar brúka ofta náttúruna, og tað er sum oftast náttúran sum bergtekur meg "listarliga ".


Offline
|
Anayna
Stovnaði tráðin


Going for pro





Innlegg: 405
# Innlegg: 18 - 16/06/2008 klokkan 21:14
Ja, náttúru málningar eru list, men er tað myndin ella ímyndin sum hugtekur?
(Chew on that one )

Tú mást tó ikki misskilja meg. Eg haldi ikki at tað bert eru tey "løgnu" spølini ið eru list. Um ein realistiskur málningur kann kallast eitt listaverk, so kann realistiskur grafikkur eisini sleppa upp í spæl.


------------------


Offline
|
PSnake







Innlegg: 2869
# Innlegg: 19 - 17/06/2008 klokkan 15:42
Tað er eisini ein kunstur í sær sjálvum at undirhalda So um man vil forsvara øll spøl, so skuldi hattar rigga

Gott nokk er náttúran list, og náttúran er veruleiki, men haldi tó ikki at veruliekin í sær sjálvum er verueiki. Men um man gjøgnum veruleikan kann gera eitthvørt serligt, so er tað nakað annað.
Í øðrum orðum haldi eg ikki at Call of Duty spølini eru list XD


------------------
>:3 ??? - >9000!!! - :O ?!?!
OG Darl Souls


Offline
|
Demigod


Going for pro




Innlegg: 463
# Innlegg: 20 - 17/06/2008 klokkan 17:32
spøl eru list ti they eru flott, period. >.>


------------------
Nu hevur man so fingi eitt C++ diploma
http://transcript.gameinstitute.com?id=18617

Offline
|
Innlegg: 27
Síða [1] 2 >


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.