Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> Generelt Gaming -> GamingFO MINECRAFT Servari v/ poll

Vilt tú rinda uml 50 kr hálvárl. fyri fø mc serv?
Ja
Nei
Innlegg: 248
Síða [1] 2 3 4 5 6 ... 11 12 13 >
dekanfari







Innlegg: 1473
# Tráður - 21/07/2011 klokkan 20:18
Tosað hevur verið um at gjørt ein paid servara (sum spælarar gjalda fyri) til Minecraft, so at vit kunnu fáa ein góðan servara, sum klárar hvørt av sínum. Ætlanin er, at servarin skal hava nøkur mods, sum gera spælið 'ríkari' (m.a. YogBox), hóast tað ikki er avgjørt hvørji mod vera brúkt. Tí vil eg bert vita, um tað eru fleiri her, sum kundu hugsa sær at verið við, um vit fóru undir at lána ein game-servara.

Prísirnir eru áleið hesir (frá Brohoster.com):

20 spælarar (1024 mb), 240 $ árliga = 63 kr. um ári pr. spælara
30 spælarar (1536 mb), 362 $ árliga = 63 kr. um ári pr. spælara

Til ber eisini at gera tað hálvárliga, men tá kostar tað eitt lítið sindur meira (34+34 = 68 kr fyri eitt ár).


^^ droppað, av tí, at tað einans er hostað í Amerika ^^

Alternativ: http://www.fragnet.net/game-servers.php

24-48 spælarar (2048 mb), 384 $ árliga = millum 67-100 kr. um ári pr. spælara
+ man fær 10 slots Mumble/TeamSpeak við ókeypis.

Somuleiðis her ber til at gera tað hálvárliga, so tað verður 204 + 204 $ = 408 $ býtt við 20-30 spælarar = 71-106 kr. um ári pr. spælara

Megabyte'ini í klombruni vísir til RAM. 1536 mb verður tilrátt, um man vi hava plugins o.a. koyrandi á servarinum.

Eg tosaði við ein vinmann í gjár, og hann segði, at hann møguliga kundi fáa nakrar danskarar við í servaran. So vit skuldu havt ein møguleika at fingið upp ímóti 20-30 spælarar.

Um nakar hevur okkurt hugskot ella tips (aðrar hosting síður?) eru tit vælkomin at skriva. Annars er hesin tráðurin mest ætlaður til at recruit'a spælarar, sum vilja gjalda eitt sindur, fyri at fáa ein góðan, stabilan Minecraft servara, sum vit so desperat mangla.


Síðsta broyting av dekanfari klokkan 02/08/2011 klokkan 03:54 (1x Broytt)
Offline
Slinkey


L33T




Innlegg: 1594
# Innlegg: 1 - 21/07/2011 klokkan 21:03
Um eg fari at betala fyri tað, skal eg hava admin rights :3


------------------

Bunny's Creed

Offline
|
Rolf


Going for pro





Innlegg: 458
# Innlegg: 2 - 21/07/2011 klokkan 21:46
Eg vil persónliga hava so fáar admins sum yvurhøvur møguligt á servarinum, tí tað endar altíð við at tað verður misbrúkt. Annars hevði eg væl tíma at betalt hasa miniskuli upphæddina.


Offline
|
Sammi







Innlegg: 639
# Innlegg: 3 - 21/07/2011 klokkan 22:23
Brohoster.com er ikki ein møguleiki, tí so frætt sum eg dugi at síggja so hava teir einans US baseraðar servarar. Í Føroyum er best at leiga servarar í UK, tí at tað gevur lægst ping (og er bíligari enn nakað man kundi leiga í FO).

Hetta er annars eisini ein møguleiki:
http://www.verygames.co.uk/product/18/Minecraft_Server/Minecraft_VQS

Liggur um 200 pund fyri eitt ár.


Offline
|
Bergur


King for a day





Innlegg: 331
# Innlegg: 4 - 21/07/2011 klokkan 22:32
Eg haldi ikki tað er eitt gott hugskot at bjóða øðrum enn føroyingum inn á servaran, tí tað oyðileggur samanhaldið, ognarkensluna og sambandið gjøgnum hetta forumið.

Haldi ikki at tað skulu vera fleiri admins, hóast øll koma at gjalda eins nógv. Haldi at man rindar fyri sítt pláss, ikki fyri ein part av avgerðarrættinum.

Servarin skal vera demokratiskur, mods, resets og broytingar vera gjørd demokratiskt gjøgnum ein tráð her á síðuni. Tó hevur admin, ein grundleggjandi rætt til setup og smávegis broytingar.

Mín ímynd av einum servara (eftir at hava slept dreyminum um ein pvp servara), er ein klassiskur Minecraft servari, við mods, ið fremja og menna Minecraft gameplay. Altso, bara mods, ið eru í tráð við stílin og tónan í vanilla spælinum.

Trupulleikar:
1. Fólk vera svøk, um nakað tey hava goldið fyri verður griefa.
2. Fólk vera svøk, um tey vera bannaði frá nøkrum tey hava goldið fyri.


------------------
There doesn't seem to be anything here

Offline
|
HForce







Innlegg: 3319
# Innlegg: 5 - 21/07/2011 klokkan 23:23
http://www.verygames.co.uk/cash4clan.vg

Haldi hatta er ein máti at "donate'a" til ein verygames brúkara. Dekanfari ella Bergur kunnu seta ein brúkara upp, og so starta servaran tá ið fólk hava donate'að nóg mikið.


Offline
|
Bergur


King for a day





Innlegg: 331
# Innlegg: 6 - 22/07/2011 klokkan 00:02
Ella... Halgir, so kunnu vit taka ímóti pengnum og síðan fara underground, nýtt navn, nýggjan identitet. Keypa okkum eitt slott í Dubai og liva í luksus restina av lívinum!


------------------
There doesn't seem to be anything here

Offline
|
HForce







Innlegg: 3319
# Innlegg: 7 - 22/07/2011 klokkan 00:58
2011-07-21 at 9:02 PM - Bergur:
Ella... Halgir, so kunnu vit taka ímóti pengnum og síðan fara underground, nýtt navn, nýggjan identitet. Keypa okkum eitt slott í Dubai og liva í luksus restina av lívinum!


Um tú ert heppin, fært tú ráð til hetta slottið:



Offline
|
BigBlackDuck


Poststar





Innlegg: 664
# Innlegg: 8 - 22/07/2011 klokkan 01:21
Eg vil ikki gjalda um danskarir eru við.


------------------




Offline
|
HForce







Innlegg: 3319
# Innlegg: 9 - 22/07/2011 klokkan 01:25
Tit kunnu seta eitt mark fyri donations, og so tá tað er komið inn, launch'a tit. So geva fólk tað sum tey gjarna vilja, og tey sum ikki kunnu, noyðast ikki.


Offline
|
BigBlackDuck


Poststar





Innlegg: 664
# Innlegg: 10 - 22/07/2011 klokkan 01:37
Halgir +1


------------------




Offline
|
Quou


Going for pro





Innlegg: 417
# Innlegg: 11 - 22/07/2011 klokkan 02:09
Eg síggji bara beinanvegin ein BigBlackDuck vid fullum bags av Brick Block's. Har hann stendur og fyllur alt hini hava bygt vid bricks ella okkurt annad lort. Aftaná hann hevur gjørt tad fer hann yvir til onkran og drepur hann, so loggar hann av. Next day, same shit

Um eg skuldi goldid fyri hettar noydist eg ikki at vera admin, men um tards ikki uppføra seg orndiligt so er tad bara teirra bad.


------------------
Get rich or die farming.

Offline
|
HForce







Innlegg: 3319
# Innlegg: 12 - 22/07/2011 klokkan 03:02
Mann má bara hava nakrar reglur, og ein admin sum sleppur at enforce'a tær.


Offline
|
Bergur


King for a day





Innlegg: 331
# Innlegg: 13 - 22/07/2011 klokkan 20:24
Donantion hugskotið virkar fínt, Halgir, men eg haldi kortini at øll skulu gjalda t.d. 50kr fyri ½ ár, fyri at vera whitelistað, tykist bara rætt onkursvegna.

Reglur mugu til, men tað er bara so torført at halda skil á tí. Hvussu skal man vita hvør hevur skyldina, tá eingi vitni eru online?

Hvat er ein passandi revsing? 14 daga útivísing? Lógloysi? Premaban? IRL bót?


------------------
There doesn't seem to be anything here

Síðsta broyting av Bergur klokkan 22/07/2011 klokkan 20:29 (1x Broytt)
Offline
|
Blizzmaster


Geekboy





Innlegg: 1313
# Innlegg: 14 - 23/07/2011 klokkan 03:07
Tað burdi bori til at logga hvat hendir, td. hvørja ferð TNT verður spront og hvør setti tað í gongd, og so har í frá avgjørt hvør hevur sprongt td.


------------------
PCGamingWiki

Offline
|
Bergur


King for a day





Innlegg: 331
# Innlegg: 15 - 23/07/2011 klokkan 17:08
Rokni bara við at tað verður ein sera langur og torførur loggur at kanna, tí griefing umfatar jú so at siga alt sum man kann gera í Minecraftia.


------------------
There doesn't seem to be anything here

Offline
|
dekanfari
Stovnaði tráðin







Innlegg: 1473
# Innlegg: 16 - 31/07/2011 klokkan 18:42
bara 9 sum vilja gjalda? tá verður tað eitt sindur dýrari at læna ein servara..


Offline
|
Slinkey


L33T




Innlegg: 1594
# Innlegg: 17 - 01/08/2011 klokkan 00:05
That is why I want my admin rights!

No worries I am fair.
And I promise if I get admin powers I WILL BAN BIGBLACKDUCK!


------------------

Bunny's Creed

Offline
|
Rolf


Going for pro





Innlegg: 458
# Innlegg: 18 - 01/08/2011 klokkan 00:13
2011-07-31 at 3:42 PM - dekanfari:
bara 9 sum vilja gjalda? tá verður tað eitt sindur dýrari at læna ein servara..


So kundu vit bestilt ein 10 spælara servara? tað skuldi ikki verið nógv, um nakað, dýrari.


Offline
|
dekanfari
Stovnaði tráðin







Innlegg: 1473
# Innlegg: 19 - 01/08/2011 klokkan 00:41
ja, fyri ein 10 spælara servara (512 mb) kostar tað uml 52 kr í part hálvárliga (10 spælarar).

men fyri ein servara við 1024 mb kostar tað uml. 87 kr. í part hálvárliga. tað er nokk neyðugt (um ikki meira) um servarin skal hava mods afturat sær.


Offline
|
Rolf


Going for pro





Innlegg: 458
# Innlegg: 20 - 01/08/2011 klokkan 00:44
tvs tað bleiv ikki dýrari allikavæl? tí um vit vóru 20, skuldu vit brúkt 30 slot servara osv


Offline
|
Innlegg: 248
Síða [1] 2 3 4 5 6 ... 11 12 13 >


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.