Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Annað -> Off-topic -> Løgtingsval 1/11/2015

Innlegg: 12
Síða [1]
JayVeeDee


The Free Man





Innlegg: 796
# Tráður - 27/08/2015 klokkan 14:01
Hvønn fara tit at velja?


Eg veit ikki heilt hvønn eg fari at velja, havi ongantíð verið nógv í politikki, men nú havi eg fingið áhuga fyri tí.

Hvat halda tit? Hvør fær tykkara atkvøðu?
Offline
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 1 - 27/08/2015 klokkan 15:25
Har er longu ein "tráður" um hetta um man trýstir á fleiri upplýsingar undir atkvøðugreiðsluni.
Vit eru longu nakrir ið hava svarað


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
JayVeeDee
Stovnaði tráðin


The Free Man





Innlegg: 796
# Innlegg: 2 - 28/08/2015 klokkan 00:13
oooh, rip
sorry >.< slett enduliga.


Offline
|
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 3 - 28/08/2015 klokkan 06:06
Tað er kanska slett ikki so býtt at halda diskussiónina her inni. Eg sløkki kanningina skjótt, í hvussu so er, tá valið er liðugt. Tað hevði verið cool um vit kunnu diskutera úrslitið eisini.


Offline
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 4 - 28/08/2015 klokkan 07:30
jaeh.. nå, men hettar við at stemma blankt, eg leggji ikki serliga nogv i hvussu blanka stemman verður tulkað.. men likamikið, fari allarhelst a val alikavæl


Offline
|
Ishkur


Geekboy





Innlegg: 1196
# Innlegg: 5 - 28/08/2015 klokkan 18:36
Man skuldi trúð, at hettar gjørdi tað lættari, men daman dámar ikki Odu, so eg veit ikki alíkavæl..

https://www.facebook.com/Gudloysi/photos/a.179404115412863.41741.140958475924094/1062490500437549/?type=1&theater


Offline
|
HForce







Innlegg: 3323
# Innlegg: 6 - 28/08/2015 klokkan 19:24
Hon skal ikki vita, hvussu tú atkvøður! Inni í boksini eru tað bara tú og atkvøðuseðilin.

Generelt haldi eg, at eg ofta eri meira høgravendur enn tey flestu. Eg atkvøddi td. Liberal Alliance til fólkatingsvalið, fyri at rykkja tað eitt sindur longur tann vegin. Men í Føroyum eru tað faktisk fólk sum ikki hava nokk, sjálvt um tey arbeiða hart. So har haldi eg ikki, at tað er so farligt, at rykkja tað eitt sindur til vinstru.


Offline
|
PatrickRothfuss


Wannabe poster





Innlegg: 24
# Innlegg: 7 - 28/08/2015 klokkan 19:49
@Ishkur

Oda er stak hamrandi fornuftig og fitt, so eg haldi ikki atkvøðan hevði farið til spillis, um tú gav henni hana.


Offline
|
PatrickRothfuss


Wannabe poster





Innlegg: 24
# Innlegg: 8 - 28/08/2015 klokkan 19:51
Her er okkurt, ið hon legði avtrat hasum bílætinum:

ÁTRÚNAĐUR OG POLITIKKUR MUGU HALDAST ATSKILD - EISINI Í FØROYUM
Sjálvandi skal pláss vera fyri trúgvandi politikkarum. Men eg haldi tó, at ansast skal eftir, tá átrúnađur verđur blandađur inní førda politikk. Mong hava sagt viđ meg, eftir at eg havi svarað spurningum um sekularisering: "uha, at tú torir at nevna sekularisering!" - men er tađ so radikalt? Kanska tað er í Føroyum, tí forholdini eru so smá, og vit øll allarhelst hava eina ommu, sum hevði hoppađ úr stólinum, hevđi mann nevnt tađ.
Men eg meini tað. Eg haldi t.d. at tað er skeivt, at okkara ungdómur er tvungin - hóast tađ er mikið hugnaligt - at syngja kristiligan morgunsang, tí eg haldi tađ undirminerar trúarfrælsi hjá børnum og rættin til sjálvi at velja teirra átrúnađarligu áskođan. Tað ger meg kanska nokkso radikala. Eg gangi eisini fult og heilt inn fyri fría fosturtøku - tí eg haldi ikki, at eg, ella nakar annar, skal sleppa at bestemma, hvat ein kvinna skal gera við sín egna kropp. Eg gangi eisini fult og heilt inn fyri, at mann skal kunna siga hvat mann hevur hug til at siga um religión, eisini negativ ting - tí eg gangi 100% inn fyri talu og skrivifrælsi. Og sum flestu av tykkum nokk vita, gangi eg eisini fult og heilt inn fyri borgarligari vígslu av samkyndum, tí eg gangi inn fyri mannarættindi og ikki minst javnrættindi.
Eg haldi, at tað er ein mangulvøra í føroyskum politikki at siga tingini akkurát sum tey eru. Antin tí mann er bangin fyri at missa atkvøđur ella mann vil tekkja øllum í senn. Tað haldi eg er spell, tí so veit veljarin í veruleikanum aldrin hvat hann fær. So ja, tað kann væl vera at mann er 'radikalur', men lat meg sláa eitt ting rimmarfast: eg vil til eina og hvørja tíđ heldur vera ein erligur politikkari enn ein tekkjandi politikkari. TAĐ er góđur politikkur, og TAÐ er gott umbođandi fólkaræði! smile-humørikon
Vel nýtt reytt blóđ á Ting 1. september!
Oda K. Strøm
Listi C


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 9 - 29/08/2015 klokkan 03:22
Eg atkvøði ikki fyri fólki ið eru fyri/ímóti trúgv ella fyri/ímóti loysing ella aðrari politiskt (í mínari meining) tómari ideologi ið reelt ikki fer at broyta samfelagið fyrr enn fólkið sjálvt broytir hugburð.

Eg vil bara hava at tey ringast støddu og tey eldru skulu hava tað gott. Veit um fleiri ið tildømis ikki halda at einligar mammur skulu fáa nakran fíggjarligan stuðul. Har eru enntá onkur serdeilis forkelað fólk ið halda at eingin illa staddur persónur skal fáa nakran fíggjarligan stuðul og bert tey ið hava arbeiði skulu yvirliva.

Fyri meg er tankin um at illa stødd fólk fáa ágóðan av mínum skattapengum ein stór motivatión fyri yvirhøvur at arbeiða og eg hevði snøgt sagt rýmt úr landinum um tað ikki var soleiðis longur. Eitt siviliserað samfelag tekur sær av teimum veikastu og tað hevði fyri meg verið ein alt ov stór skomm at búð í einum landi ið ikki gjørdi tað.

28/08/2015 klokkan 19:51 - Natsume:
TAĐ er góđur politikkur, og TAÐ er gott umbođandi fólkaræði!

Haldi ikki at man skal lata politikkarar sleppa at avgera hvat góður politikkur er


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Síðsta broyting av Tanerion klokkan 29/08/2015 klokkan 03:24 (1x Broytt)
Offline
|
PatrickRothfuss


Wannabe poster





Innlegg: 24
# Innlegg: 10 - 29/08/2015 klokkan 20:26
"Eg atkvøði ikki fyri fólki ið eru fyri/ímóti trúgv ella fyri/ímóti loysing ella aðrari politiskt (í mínari meining) tómari ideologi ið reelt ikki fer at broyta samfelagið fyrr enn fólkið sjálvt broytir hugburð."


Eg veit nú ikki. Haldi tað er fínt, at politikkarir eru sterkir ideologiskt, tí á tann hátt, veit ein, hvar teir eru, men so er problemið kanska, at teir eru fundemantalistiskir í ideologiini.

"Eg vil bara hava at tey ringast støddu og tey eldru skulu hava tað gott. Veit um fleiri ið tildømis ikki halda at einligar mammur skulu fáa nakran fíggjarligan stuðul. Har eru enntá onkur serdeilis forkelað fólk ið halda at eingin illa staddur persónur skal fáa nakran fíggjarligan stuðul og bert tey ið hava arbeiði skulu yvirliva."

Ja, tað eri eg samdir í.

"Haldi ikki at man skal lata politikkarar sleppa at avgera hvat góður politikkur er"

Ja, tað er upp til veljaran, men eg haldi ikki at tað, ið hon sigur, er skeivt


Offline
|
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 11 - 29/08/2015 klokkan 22:09
29/08/2015 klokkan 20:26 - Natsume:
Ja, tað er upp til veljaran, men eg haldi ikki at tað, ið hon sigur, er skeivt

Nú segði eg ikki tað ið eg segði í beinleiðis protest móti henni ella tær fyri ta saks skyld sjálvt um tað kanska bleiv útloyst av tí hon hevði at siga. Eg eri sikkurt einigur við henni um nógv men eg havi aldri í mínum vaksna lívi slept mínum prinsippum og tí fær hon bara ikki mína atkvøðu.
Líka so lítið sum mær dámar at fólk brúka trúgv til at vinna atkvøður so dámar mær heldur ikki at fólk brúka gudloysi til tað.

Men um eg skal vera ekstra kritiskur til stuttleikar so dámar mær einki at politikkarar ið ikki hava svarað hasum spurningunum fáa skeld tá teir eru rættuliga upptiknir í løtuni við at reklamera teirra sjónarmið í øðrum miðlum ið geva teimum størri eksponering enn Facebook síðan hjá Gudloysi (sjálvt Sonja J. Jógvansdóttir var so sein at svara at hon ikki kom á talvuna).
Og so undrist eg á hví hasi trý valevnini ið ikki svaraðu nøkrum spurningi greitt nokk yvirhøvur sluppu á talvuna (Rúni Johansen fekk helst automatiskt ja til samgongu við Miðflokkin tí hann er í honum).
Og so eisini tað ið ein nevnir í einari kommentar á síðuni at tað ikki er eftirfarandi at brúka fosturtøku sum mátistokk fyri hvussu sekuler fólk eru. Hennara svar til tað er: "fosturtøkuspurningurin er ein spurningur, sum ofta verður gruggaður við religiøsari próvførslu". Tað kann sigast um næstan alt annað so tað er væl líkamikið.

Hava tit annars lagt merki til at øll valevnini á plakatunum hjá Fólkaflokkinum síggja út sum um tey hava ljósareyða varrastift?


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Síðsta broyting av Tanerion klokkan 30/08/2015 klokkan 20:38 (2x Broytt)
Offline
|
PatrickRothfuss


Wannabe poster





Innlegg: 24
# Innlegg: 12 - 30/08/2015 klokkan 19:23
Sjálvandi er hatta ikki serliga eftirfarandi fyri, hvar tey standa principielt til ymisk mål, og eg skilji heldur ikki, hví tey koyrdi handan Hermansen á, tá ið hann bara hevur spurnartekin til alt har.

Hasin bólkruin ger nógv burtur úr at royna at fáa blasfemilógina vekk, men erligt talt, er tað ikki nakað, ið eg leggi í. Ja, eg haldi hon er tápulig, men hon verður ikki brúkt, og haldi tað eru størri mál, ið orkan skal fara til.

Eg velji heldur ikki útfrá, hvar politikkarin ella flokkurin liggur religiøst. Um viðkomandi klárar at argumentara frá einum skilagóum vinkli, so er tað bara fínt. Eg valdi annars Tjóðveldið.


Offline
|
Innlegg: 12
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.