Skype á PSP


Nú ber til at tosa gjøgnum Skype á tínum PSP! Sony hava útgivið version 3.90 uppdateringina, sum hevur hesa funktiónina.

Hetta ljóðar spennandi, men har eru ringar nýggheitir fyri nógv av okkum. Skype riggar bara á tí nýggja PSPinum, PSP Slim. Hetta er tí funktiónin hevur brúk fyri tí eyka RAMinum sum er í PSP Slim.

Ein PSP "lock-on" mikrofon kemur skjótt út, so mann kann tosa. Inntil tá ber til at brúka mikrofonina sum fylgdi við SOCOM.

Sum vanligt, tú kanst downloada uppdateringina gjøgnum Network Update á tínum PSP, ella her.
30/01/2008 klokkan 14:07 - HForce

Super Smash Bros. Brawl
[img]http://www.infendo.com/wp-content/uploads/2007/10/225_super-smash-bros-brawl-logo-top-1011.jpg[/img] Nú er Super Smash Bros. Brawl til Nintendo Wii útkomið í Japan! Hetta er eitt av teimum heilt stóru spølunum til Wii, og nógv fara uttan iva at keypa consoli fyrst og fremst fyri hetta spæli.

Her í Føroyum bíða vit bara spent til tað verður útgivið úti í heimi.

Trýst [url=http://www.1up.com/do/newsStory?cId=3165717]her[/url] fyri myndir og video av spælinum!
30/01/2008 klokkan 13:40 - HForce

Update: Gaming.fo


Nú hevur Gaming.fo veri uppi í eina góða viku!
Eg haldi tað hevur gingið alright, og eg vóni at tað fer bara at ganga frameftir.

Tað næsta vit vilja gera er at skipa fyri tiltøkum. Vit hava kontakt við Elding, og hava ætlanir um at skipa fyri onkrum stuttligum tiltaki har. Vit mangla bara at fáa nøkur ting ordnaði fyrst.

Viðvíkjandi heimasíðuni. Eg veit har eru ymisk ting sum ikki riggað heilt sum tey skulu. Til dømis at "Seinastu Tíðindir/Innlegg" til høgru bert ganga upp til 4, ikki til 9 sum tey eiga. Hann sum ger heimasíðuna hevur fingið ein lista av ymsum fixum sum skulu gerast. hann er bara for sløvur til at hava gjørt tey enn. Eg blívi við at pressa hann.

Hvussu halda tit annars tað gongur? Hvat burdu vit gjørt fyri at gjørt tað betur? Kom endiliga við uppskotum. Og minst til, vit hava eisini eina "Feedback" sektión í forums, so tað er bara at koma við hugskotum!
29/01/2008 klokkan 12:27 - HForce

ESWC kunngerð DotA reglar


Tað hevur veri nógvur spenningur um at Electronic Sports World Cup (ESWC) hava avgjørt at halda eina Defense of the Ancients (DotA) kapping. Teir hava nú kunngjørt reglarnar:

  • - Map Version 6.48b
  • - Extended League mode (-xl format, -ap in game)
  • - Pit Lord, Undyin, Dark Seer, Templar Assassin, Sacred Warrior, Storm Spirit, og Faerie Dragon eru ikki loyvdir.


- Fullir Reglar (7 síður)
29/01/2008 klokkan 07:10 - HForce

Birdbay Linkers í Fuglafirði


Fríggjakvøldið 25. januar og til sunnumorgunin 27. er linking (lan-party) í Lonini í Fuglafirði.

Ongar almennar kappingar vera hesaferð, men ofta plaga spælararnir sjálvir at finna uppá okkurt og eisini er Nintendo Wii er bjóðað við at undirhalda

Eisini er ein innanduratími leygarkvøldið kl. 23-24, ókeypis fyri teir, ið eru við á linkingini. Kostnaðurin fyri linkingina er 150,- fyri tvey kvøld og 100,- fyri eitt.

Meira upplýsingar eru á BirdbayLinkers.com

- Fyriskipararnir
24/01/2008 klokkan 20:33 - bugvi

Optimera heilan við Fps-Brain
[/size] [/i]
Nú er tað møguligt at optimera heilan hjá sær til spæl við tablettum. Hetta vil virkið, Tomarni, verða við, ið er fari undir at framleiða hesar tablettur.

Fps-Brain, sum vøran er navngivin, skal, eftir Tomarni at døma, betra um reaktións- og konsentratiónsevnini hjá tær. Tú skalt taka tablettina ein tíma áðrenn hon virkar, og varðar upp til seks tímar.

Sagt verður á heimasíðuni, at vøran ikki er psykiskt- ella mentalt bindandi og nýtur einans ISO 9001 góðkendar ingrediensur. Gaming.fo hevur hugt ígjøgnum listan av ingrediensum, og fyri tað mesta sær tað út til at vøran er samansett av ymsum vitaminum og eitt sindur at pulvur kaffein. Tó verður einki sagt um bivirkningar.

Prísurin fyri eina dós av Fps-Brain er 19,00€.

[img]http://img242.imageshack.us/img242/8603/fpsbrainiu8.jpg[/img]
[i][size=6]Kelda: http://www.fpsbrain.com/index.php?page=start&switchLanguage=english
24/01/2008 klokkan 15:36 - dreaKan

18 óuppdagaðar gaming síður
Vit kenna øll IGN, Gamespot og aðrar stórar gaming síður, men um tær tørvar at opna horisontin eitt sindur og síggja meira av hvat interneti hevur at bjóða okkum gamers í form av spennandi heimasíðum, so er ein nýggjur heitur listi av 18 kvalitets og ópuudagaðum síðum at síggja beint her:

http://www.dailybits.com/18-undiscovered-websites-every-gamer-should-know/
24/01/2008 klokkan 12:43 - Sammi

GTA4 preview


Eftir at har hevur verið stilli í 6 mánaðar hevur IGN nú fingið hendurnar á fleiri nýggjum in-game screenshot'um av GTA4 og hevur eisini skriva eina longri preview grein um hesu komandi episku útgávuna:

http://www.gamepro.com/microsoft/xbox360/games/previews/158048.shtml

24/01/2008 klokkan 12:36 - Sammi

Kategori Arkiv Síða < 1 2 3 ... 220 221 222 [223] 224 225 >