Variatión kemur til Rocket League við Steam Workshop


Mennarin av Rocket League hevur skapt nógv nýtt innihald til spælið, síðani tað varð útgivið. Við nýggjum maps og enntá totalt nýggjum spæli-mátum, so er Rocket League alt annað enn keðiligt.

Men skjótt kann nýtt innihald eisini koma frá tær sjálvum. Spælið kemur nemliga at rigga saman við Steam Workshop skjótt, soleiðis at tú skjótt og lætt kanst skapa banar og deila teir við heimin, og ikki minst royna banar hjá øðrum.

Fyri stuttum hoyrdu vit um, at Rocket League fær eina funktión, har tú kanst gera tínar egnu “tutorials” inni í sjálvum spælinum. Við hesum tíðindinum ljóðar tað til, at Rocket League í stórri mun kemur til at rigga við íkasti frá fjepparum.
27/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Verð ein hemmiligur agentur í virtual reality


Tú kennir ikonisku scenuna. Hemmiligi agenturin situr spentur fastur til eitt borð, meðan ein lasari spakuliga nærkast og er um at skera hetjuna í helvt.

Skjótt kanst tú verða hendan hetjan. Spælið I Expect You To Die er eitt virtual-reality spæl, har tú verður blakað/ur í umstøður har lasarar, bumbur og alt møguligt farligt er úti efti tær, og tú mást yvirliva. Men eg vænti at tú doyrt.

Spælið kemur til Oculus Rift og PlayStation VR fyri fyrst. Tú sært ein trailer fyri I Expect You To Die niðanfyri.

26/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Ókent first-person spæl frá Blizzard


Sambært starvslýsingum hjá Blizzard, so er fyritøkan í gongd við at menna eitt spildurnýtt first-person-shooter spæl. Tvær lýsingar leita eftir fólki til eitt “unannounced project that utilizes a robust first-person engine”.

Higartil er Overwatch einasta first-person spælið sum legendariska Blizzard nakrantíð hevur útgivið. Tað er ekstremt væl móttikið, og kanska hetta hevur givið teimum mót uppá at royna við meira.

Hetta projektið kann sjálvandi bara vera nýtt innihald til Overwatch, men tey meira spentu av okkum satsa sjálvandi uppá, at StarCraft: Ghost enn er ein møguleiki. Tað spælið varð ment av Blizzard fyri nógvum árum síðani, men tey komu ongantíð so langt sum at vilja útgeva tað.
25/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Dokumentarseria um menningina av DOOM


Í fyrstu helvt av árinum kom fjórða DOOM spælið út. Tað var eitt sindur av einari endurføðing fyri røðina, og eitur tí hóskandi bara DOOM.

Tað fyrra spælið í røðini gjørdi nógv burturúr, at spakuliga introdusera teg fyri hugtakinum um demons áðrenn tað varð blakað eftir tær. Uppá nógvar mátar var tað eitt av fyrstu horror-survival FPS spølunum sum vit kenna tey í dag.

Men tað nýggjasta fór aftur til røturnar. Einki diskret, bara milliónir av ódjórum til tín at skjóta, spreingja og annars smildra sundur.

Skjótt kemur ein dokumentarseria um menningina av DOOM. Tú sært ein teaser fyri seriuna niðanfyri.

24/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Dupult XP og Stardust í Pokémon GO


Frá í dag og eina viku fram fært tú dupult XP og Stardust fyri alt sum tú gert í Pokémon GO! Hetta merkir, at tú til dømis fært 1.000 XP fyri at útvikla ein Pokémon.

Fleiri góð tíðindi: hetta verður dupult einaferð afturat, um tú brúkar eitt Lucky Egg. So um tú hevur eina rúgvu av Pidgeys og Weedles, so er nú rætta tíðin til at brúka eitt Lucky Egg og útvikla alt í senn, fyri 2.000 XP per Pokémon tú útviklar.

Tíðin við dupultum XP og Stardust er byrjað í dag, og heldur áfram til og við tann 30. november.
23/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

The Last Guardian kemur um tvær vikur


Um góðar tvær vikur kemur The Last Guardian út til PlayStation 4. Spælið er í familju við Ico frá 2001 og við Shadow of the Colossus frá 2005. Tað er eisini gjørt av sama persóni, Fumito Ueda.

Í The Last Guardian stýrir tú einum ungum dreingi sum møtir eina stórum flúgvandi ódjóri, sum tú eftir øllum at meta gerst vinur hjá. Spælið er nakað seinkað, og eg skrivaði til dømis fyrr í ár, at tað kom út tann 25. oktober.

The Last Guardian kemur út tann 9. desember til PlayStation 4. Tú sært ein trailer fyri spælið niðanfyri.

22/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Star Wars Battlefront fingið eina Ultimate Edition


Fyri hálvum øðrum ári síðani varð Star Wars Battlefront avdúkað. Spælið er sett í Star Wars universinum, har tú tekur rolluna sum ein vanligur soldatur, ella í summum førum sum ein serlig hetja, til dømis Luke Skywalker ella Darth Vader.

Spælið hevur fingið nýtt innihald síðani tá, til dømis møguleikan at leypa á ella verja kempustóru Death Star. Nú er komin ein sokallað “ultimate edition” av spælinum, sum hevur alt innihaldið sum er gjørt til spælið.

Star Wars Battlefront: Ultimate Edition er útgivið til PC, PlayStation 4 og Xbox One. Tú sært ein stuttan trailer fyri tað niðanfyri.

21/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Ger tína egnu venjing í Rocket League


Rocket League hevur nakrar innbygdar “tutorials”, har tú kanst læra heilt grundleggjandi hvat skal til fyri at stúta ein stóran bólt við einum bili.

Skjótt kanst tú skapa tínar egnu tutorials við einum innbygdum systemi, har tú kanst bestemma hvar bilurin skal standa, hvar bólturin skal vera, og hvønn vegin og hvussu skjótt bólturin skal fara.

So um tú vilt samanseta nøkur avbjóðandi skot fyri at venja tíni málsmanns-evnir, ella nakrar hvassar vinklar fyri at venja títt mál-skot, so kanst tú skjótt skapa akkurát hvat tú vilt.

Umframt at gera tínar egnu venjingar, so kanst tú deila tær við onnur. Tú kanst lesa meira um hvussu hetta riggar á heimasíðuni hjá Rocket League.
20/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Kategori Arkiv Síða < 1 2 3 4 [5] 6 ... 222 223 224 >