Dokumentarseria um menningina av DOOM


Í fyrstu helvt av árinum kom fjórða DOOM spælið út. Tað var eitt sindur av einari endurføðing fyri røðina, og eitur tí hóskandi bara DOOM.

Tað fyrra spælið í røðini gjørdi nógv burturúr, at spakuliga introdusera teg fyri hugtakinum um demons áðrenn tað varð blakað eftir tær. Uppá nógvar mátar var tað eitt av fyrstu horror-survival FPS spølunum sum vit kenna tey í dag.

Men tað nýggjasta fór aftur til røturnar. Einki diskret, bara milliónir av ódjórum til tín at skjóta, spreingja og annars smildra sundur.

Skjótt kemur ein dokumentarseria um menningina av DOOM. Tú sært ein teaser fyri seriuna niðanfyri.

24/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Dupult XP og Stardust í Pokémon GO


Frá í dag og eina viku fram fært tú dupult XP og Stardust fyri alt sum tú gert í Pokémon GO! Hetta merkir, at tú til dømis fært 1.000 XP fyri at útvikla ein Pokémon.

Fleiri góð tíðindi: hetta verður dupult einaferð afturat, um tú brúkar eitt Lucky Egg. So um tú hevur eina rúgvu av Pidgeys og Weedles, so er nú rætta tíðin til at brúka eitt Lucky Egg og útvikla alt í senn, fyri 2.000 XP per Pokémon tú útviklar.

Tíðin við dupultum XP og Stardust er byrjað í dag, og heldur áfram til og við tann 30. november.
23/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

The Last Guardian kemur um tvær vikur


Um góðar tvær vikur kemur The Last Guardian út til PlayStation 4. Spælið er í familju við Ico frá 2001 og við Shadow of the Colossus frá 2005. Tað er eisini gjørt av sama persóni, Fumito Ueda.

Í The Last Guardian stýrir tú einum ungum dreingi sum møtir eina stórum flúgvandi ódjóri, sum tú eftir øllum at meta gerst vinur hjá. Spælið er nakað seinkað, og eg skrivaði til dømis fyrr í ár, at tað kom út tann 25. oktober.

The Last Guardian kemur út tann 9. desember til PlayStation 4. Tú sært ein trailer fyri spælið niðanfyri.

22/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Star Wars Battlefront fingið eina Ultimate Edition


Fyri hálvum øðrum ári síðani varð Star Wars Battlefront avdúkað. Spælið er sett í Star Wars universinum, har tú tekur rolluna sum ein vanligur soldatur, ella í summum førum sum ein serlig hetja, til dømis Luke Skywalker ella Darth Vader.

Spælið hevur fingið nýtt innihald síðani tá, til dømis møguleikan at leypa á ella verja kempustóru Death Star. Nú er komin ein sokallað “ultimate edition” av spælinum, sum hevur alt innihaldið sum er gjørt til spælið.

Star Wars Battlefront: Ultimate Edition er útgivið til PC, PlayStation 4 og Xbox One. Tú sært ein stuttan trailer fyri tað niðanfyri.

21/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Ger tína egnu venjing í Rocket League


Rocket League hevur nakrar innbygdar “tutorials”, har tú kanst læra heilt grundleggjandi hvat skal til fyri at stúta ein stóran bólt við einum bili.

Skjótt kanst tú skapa tínar egnu tutorials við einum innbygdum systemi, har tú kanst bestemma hvar bilurin skal standa, hvar bólturin skal vera, og hvønn vegin og hvussu skjótt bólturin skal fara.

So um tú vilt samanseta nøkur avbjóðandi skot fyri at venja tíni málsmanns-evnir, ella nakrar hvassar vinklar fyri at venja títt mál-skot, so kanst tú skjótt skapa akkurát hvat tú vilt.

Umframt at gera tínar egnu venjingar, so kanst tú deila tær við onnur. Tú kanst lesa meira um hvussu hetta riggar á heimasíðuni hjá Rocket League.
20/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Killing Floor 2 launch trailer


Zombie-spælið Killing Floor 2 er komið út á PC og consoles, seks spælarar kunnu spæla kooperativt fyri at yvirliva zombie apokalypsuna.

Spælið minnir uppá nógvar mátar um stóru succesina Left 4 Dead, men hevur nokk ein nakað ógvusligari stíl, og tað er heldur ikki líka lætt at bara smildra seg gjøgnum eina hordu av zombies. Spælið hevur eisini 6v6 multiplayer, har liðini skiftast um at spæla sum menniskju ella zombies.

Killing Floor 2 er komið út til PC og PlayStation 4 (eisini PS4 Pro). Tú sært launch trailer niðanfyri.

19/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Super Mario Run kemur til iPhone 15. desember


Fyri tveimum mánaðum síðani skrivaði eg um Super Mario Run, komandi spælið við ikoniska frontfigurinum Mario, og tað fyrsta av slagnum sum kemur til smartphones. Endiliga.

Super Mario Run kemur til iPhone tann 15. desember, og til Android telefonir seinni. Tú kanst royna spælið ókeypis, men alt spælið kostar so $10 um tú vilt meira enn eina ókeypis demo.

Nakað av gameplay úr Super Mario Run er niðanfyri.

18/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Planet Coaster kemur út í dag: launch trailer


Ein nýggjur avbjóðari í “theme-park simulator” sjangruni er Planet Coaster, og spælið kemur út í dag.

Vit kenna nokk best sjangruna frá góða gamla Rollercoaster Tycoon, men nógv bendir á, at toymið aftanfyri Planet Coaster hevur stýr á at blása nýtt lív í umsitingar-simulatorin sum vit kenna og elska.

Vit hava sæð nakað líknandi fyrr, tá ið Cities Skylines tók krúnuna hjá SimCity sum dominerandi býar-bygging spælið.

Planet Coaster kemur út í dag, og tú sært launch trailer niðanfyri.

17/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Kategori Arkiv Síða < 1 2 3 ... 5 [6] 7 ... 223 224 225 >