The Elder Scrolls VI er endiliga kunngjørt


Tað eru sjey ár síðani, at seinasta spælið í The Elder Scrolls røðini kom út. Tað var sjálvandi Skyrim, sum aftaná sína útgávu í 2011 er blivið port'að til allar hugsandi maskinur, og hevur enntá fingið eina remastered útgávu til nýggjastu konsoles.

Nú er næsta spælið í røðini avdúkað. Tað hevur enn einki navn annað enn The Elder Scrolls VI. Tú sært ein stuttan teaser fyri spælið niðanfyri, sum ikki vísir okkum serliga nógv. Vit síggja eitt opið landslag við fjøllum, sum Elder Scrolls kennarar fortelja líkist mistonkiliga nógv High Rock, økið vestanfyri Skyrim.

Tú sært tann nýggja teaser niðanfyri.

11/06/2018 klokkan 06:00 - HForce

Spyro trilogy kemur aftur sum remastered útgáva


Ein av mínum heilt tíðligu spæl upplivingum var Spyro the Dragon á PlayStation 1. Eg veit at vit eru nógv sum hava góð minnir um tað spælið, og skjótt kanst tú dyrka tína nostalgi í HD.

Spyro kemur nemlig aftur í form av Spyro Reignited Trilogy, ein remastered útgáva sum inniheldur spølini: Spyro the Dragon, Spyro 2: Ripto’s Rage! og Spyro: Year of the Dragon.

Spyro Reignited Trilogy verður útgivið tann 21. september til PlayStation 4 og Xbox One. Tú sært avdúkingina niðanfyri.

06/04/2018 klokkan 06:00 - HForce

God of War sjónvarpslýsing


Eftirhondini hava vit bíðað eina góða løtu eftir næsta spælið í God of War røðini, sum hesuferð bara eitur God of War. Tað eru longu tvey ár síðani, at eg skrivaði um ein langan trailer fyri spælið, sum vísti fram eina nordiska setting.

Spælið fylgir enn tí ikoniska Kratos, men nú hevur hann eisini sonin Atreus uppá sleip. Teir báðir berjast í einum ævintýri við íblástri frá norrøna guðalæru.

Ein nýggj sjónvarpslýsing fyri spælið er komið út. Tú kanst síggja hana niðanfyri, og tú kanst njóta sjálvt spælið God of War tann 20. apríl á PlayStation 4.

19/03/2018 klokkan 06:00 - HForce

Møgulig Warcraft 4 avdúking kemur skjótt


Enn er kompetetiva scenan í Warcraft 3 ikki heilt deyð. Og áhugavert nokk, so vísir tað seg at nógvir av teimum planleggja at fara til USA til eitt enn hemmiligt men væntandi stórt tiltak, har okkurt verður avdúkað.

Vit vita ikki nógv um hetta tiltakið enn, annað enn at tað helst gongur fyri seg síðst í mánaðinum, og at fleiri top Warcraft 3 spælarar eru bjóðaðir við. Hetta førir sjálvandi til nógva spekulatión.

Søgur ganga um at Blizzard kannar møguleikan at gera eitt Warcraft 3 remaster (sum tey gjørdu við Starcraft), eitt Warcraft RTS spæl til smartphones, og sjálvandi Warcraft 4.

Tað eru nógv (ikki minst eg) sum vildu givið sítt vinstra bein fyri eitt Warcraft 4, men tað kann vera ein avbjóðing hjá Blizzard at fletta tað inn í støðugt mennandi søguna hjá World of Warcraft.

Hvat væntar og vónar tú at síggja á tiltakinum?
18/02/2018 klokkan 06:00 - HForce

Final Fantasy XV: Pocket Edition launch trailer


Tað er eitt sindur yvir eitt ár síðani, at Final Fantasy XV kom út til PlayStation 4. Nú er komin ein nýggj útgáva av spælinum út, hesuferð til mobilar eindir sum smartphones og tablets.

Sjálvandi ber ikki til at endurskapa grafikkin frá PS4 á hesum lítlu tólum, so spælið er munandi minkað í grafiskum kvaliteti. Eisini hava allir figurarnir fingið ein sokallaðan "chibi" stíl, har tey síggja so mega-fitt út.

Tú sært launch trailer fyri Final Fantasy XV: Pocket Edition niðanfyri.

11/02/2018 klokkan 06:00 - HForce

Stórar broytingar til Nuke í CS:GO


Tað er komin ein uppdatering til Counter-Strike: Global Offensive, sum nertir við nógv økir av spælinum. Tú sært fullar release notes á CS blogginum. Men stórsta broytingin fyri nógvar seriøsar spælarar er ivaleyst broytingar til banan de_nuke.

Millum annað er catwalk uttanfyri totalt fjernað. B-site hevur eisini fingið nakrar broytingar, og á A-site er vindeyga út til squeaky fjernað.

Tú kanst trýsta her fyri at síggja eitt mynda album sum vísir tær ymsu broytingarnar til de_nuke.
09/02/2018 klokkan 06:00 - HForce

Nýggjur story trailer fyri God of War


Fyri tveimum árum síðani sóu vit ein langan gameplay trailer fyri spælið God of War, sum kemur út í ár. Ein nýggjur story trailer er nú komin, sum hintar til hvat Kratos gongur og ger á ellisárum.

Nýggjasta spælið í røðini hevur enn Kratos í høvuðsrolluni, og hann er blivin familjumaður. Spælið gongur fyri seg í einum norðurlendskum landslagi, og sær út til at vera nógv baserað á norrøna mytologi.

God of War kemur út tann 20. apríl í ár. Tú sært nýggja story trailer niðanfyri.

25/01/2018 klokkan 06:00 - HForce

Tú kanst byggja leikur við Nintendo Labo


Nintendo er kent fyri at vera innovativt, og ofta veit mann ikki ordiliga hvat mann skal halda tá mann sær hvat tey finna uppá. Tað sama er galdandi fyri teirra nýggjastu avdúking, Nintendo Labo: tað sær út til at kann verða mega feitt, men tað kann eisini fella til jørðina.

Nintendo Labo er eitt nýtt "spæl" (fyri mangul av einum betri orði) til Nintendo Switch. Tú keypir eitt byggi-sett frá Nintendo, sum tú kanst brúka til at byggja ymiskar leikur úr pappi: eitt hús, ein fiskitráða, ein robottur, o.s.fr. So setir tú tínar Switch Joycons í nýggju leikuna fyri at aktivera hana.

Til dømis kanst tú byggja eina robott-drakt, sum ger at tínar rørslur verða gjørdar av einum stórum robotti á skerminum. Ella tú kanst byggja eitt stýri-hjól og pedalir til ein bil.

Hesar leikurnar eru gjørdar av Nintendo og verða bygdar av tær, men tað verður eisini sipað til, at tú kanst finna uppá heilt nýggjar mátar at brúka Nintendo Labo uppá, sjálvt um vit mangla detaljur uppá tað.

Nintendo Labo verður tøkt í Evropa tann 27. apríl. Tú sært avdúkingina niðanfyri.

18/01/2018 klokkan 06:00 - HForce

Kategori Arkiv Síða < 1 [2] 3 4 5 6 ... 225 226 227 >