Valkyria Chronicles kemur út til PC
03/11/2014 klokkan 08:00 - Tanerion


Aftaná at hava verið eksklusivt til PS3 síðan 2008 so hendi tað endiliga.

Valkyria Chronicles er eitt taktiskt RPG ið hóast tað nú hevur seks ár á baki enn er líka gott sum fyrsta dagin.
Tað er stórt sæð eitt turn-based strategispæl har experience man vinnur í bardøgum kann brúkast í venjingarlegum.
Man má velja fólkini man vil hava við sær alt eftir hvør uppgávan er.
Og man má enntá taka hædd fyri um tey hava allergi, eru samkynd, rasistisk, náttblind, bygdafólk, romantisk og mangt annað um man vil hava tey at fungera optimalt saman við restini av herdeildini hjá sær.

Vónandi selur tað væl so at Sega eisini fer at umhugsa at útgeva hini spølini í røðini.

Tað verður tøkt á Steam tann 11. November.

Gamal launch trailer av PS3 versiónini:


Viðmerkingar: 10
Síða [1]
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 1 - 03/11/2014 klokkan 13:39

Dámdi væl fyrsta spælið, men gav upp tá man skuldi berjast móti hasum stóra tanksinum og valdi bara at youtube'a restina av søgunið. :p
2'arin er hugnaligt nokk, men hon fangar meg ikki heilt so nógv sum tann fyrsta.
Havi leingi bíða til tey geva út 3'arin av røðini á enskum, men tað fer neyvan at henda.
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 2 - 03/11/2014 klokkan 14:17

Kláraði tí missiónina í fyrstu roynd
Tað var rættuliga avbjóðandi allíkavæl.
Men tá man hevur spælt so nógv Ring of Red sum eg so tekur man eisini sína tíð at umhugsa strategiir áðrenn man ger nakað.
SlitheringToungue

18/12/2014

Stað: Space
Innlegg: 69
# 3 - 03/11/2014 klokkan 19:47

Fara tots at fáa mær Valkyria. Elskaði demo'ið tá tað kom út á PS3

Btw Ring of Red sær út sum eitt feitt spæl :3
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 4 - 03/11/2014 klokkan 20:12

03/11/2014 klokkan 19:47 - SlitheringToungue:
Btw Ring of Red sær út sum eitt feitt spæl :3

Tað er nógv meira kompliserað enn tað sær út tá man kemur longri inn í spælið og man má finna út av nógvum sjálvur.
Har er ein rættuliga intens risk/reward skipan tá man skal sikta eftir mótstøðufólkum har man má bíða fyri at hava betri kjans at raka men um man bíðar ov leingi risikerar man at blíva raktur sjálvur og so má man aftur bíða eitt sindur longri áðrenn siktið er nóg gott til at skjóta.
Og bert herdeildir ið eru livandi aftaná missiónina fáa XP so um onkur doyr er tað best at bara royna missiónina umaftur.
Og seinni í spælinum kunnu missiónirnar taka tímar at gjøgnumføra.
Tað kundi sjálvandi eisini hava at gera við at eg altíð hugsaði meg so væl um áðrenn eg gjørdi nakað (viðhvørt upp til 10-15 minuttir).
Men jú um man hevur tíð at spæla minimum eina missión um dagin og um man hevur tol til at royna umaftur um man ger ein brølara so kann spælið avgjørt viðmælast
Valkyria Chronicles burdu fólk í øllum førum keypt.
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 5 - 03/11/2014 klokkan 21:50

Eg havi faktiskt einki sæð til Valkyria Chronicles fyrr enn nú, men tað sær áhugavert út.
Ishkur

29/06/2018

Stað: -
Innlegg: 1352
# 6 - 04/11/2014 klokkan 09:36

Eigi tað, kanska spælt í 2 tímar.. GARBAGE! Tvætl, meeeen eigi ov nógv spøl, so tað verður einaferð..
SlitheringToungue

18/12/2014

Stað: Space
Innlegg: 69
# 7 - 04/11/2014 klokkan 11:33

Ring of Red sounds like my kind of game :3

Havi brúkt tímar omaná tímar at vinna Total War Shogun 2 á ringasta difficulty, og uttan missa nakað serligt. So mær dámar væl at sita leingi og finna tann allar besta strategi'in eg kann. Havi yvir 100+ campaigns, men havi bara enda nakrar heilt fáar.


Siðst broytt av SlitheringToungue tann 04/11/2014 klokkan 11:38 (broytt 1x)
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 8 - 04/11/2014 klokkan 13:08

04/11/2014 klokkan 09:36 - Ishkur:
Eigi tað, kanska spælt í 2 tímar.. GARBAGE! Tvætl, meeeen eigi ov nógv spøl, so tað verður einaferð..


Ja, eg kenni tað. Eg havi í langa tíð ikki ordiliga følt meg rættvísgjørdan í at keypa nakað nýtt spæl, tí eg havi eitt huge Steam library sum eg mangli at spæla ígjøgnum.

Eigi enntá nøkur konsol spøl sum eg ikki havi nortið við enn.
Ishkur

29/06/2018

Stað: -
Innlegg: 1352
# 9 - 04/11/2014 klokkan 15:34

Eg blívi við at keypa lol.. keypi ikki vanligvís á steam, men gog.com og amazon.. Síggji meg sjálvan meira og meira sum ein samlara hehe
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 10 - 04/11/2014 klokkan 16:42

04/11/2014 klokkan 11:33 - SlitheringToungue:
Ring of Red sounds like my kind of game :3

Um man sum sagt bara hevur tíð og tol og dugur at seta set inn í allar funktiónirnar so er tað eisini eitt av bestu strategispølunum ið eru til

04/11/2014 klokkan 15:34 - Ishkur:
Síggji meg sjálvan meira og meira sum ein samlara hehe

Geri eg eisini.
Men eg royni at fáa kroyst nøkur spøl inn um eg knappliga finni eitt sindur av tíð til tess.
Spældi tildømis Wii U versiónina av Bayonetta í alla nátt (við Samus cosplay) og skal royna at fáa gongd á tveyaran í morgin aftaná arbeiðstíð.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.