Verð ein ordiligur sjórænari í Blackwake
09/11/2014 klokkan 08:00 - HForce


Eg minnist tá eg spældi Sid Meyer's Pirates!, spælið har tú ert ein skipari umborð einum sjórænara skipið. Tú kanst rekruttera fleiri til títt crew, leypa á skip og søkka ella fanga tey, og yvirhøvur skapa shenanigans allastaðni tú fert. Men tað er eitt top-down spæl, og tú følir allíkavæl ikki, at tú ert mitt í øllum action.

Eitt nýtt spæl eitur Blackwake, og verður fíggjað á Kickstarter. Tað snýr seg eisini um naval battles, har tú ert partur av einum crew umborð á einum skipi, sum berjist móti øðrum skipum. Tú hevur ikki eitt top-down view og stýrir skipinum, men ert ein einkultir crew limur við einum first-person perspektivi.

Tú rennur runt á skipinum og skjýtir kanónir. Skipið verður stýrt av einum spælara við róðrinum. Tú kanst eisini board'a hini skipini og fara yvir til melee combat.

Tú kanst stuðla Kickstarter projektinum her, og tú sært teirra video niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.