Cities: Skylines release date trailer
25/02/2015 klokkan 08:00 - HForce


Cities: Skylines er eitt city-building spæl, har tú hevur ábyrgd av einum býi. Tú skalt byggja og umsita hann, og geva øllum tínum íbúgvum ein so góðan bý at búgva í sum møguligt.

Spælið líkist kendu SimCity røðini, og kemur allarhelst at kappast við henni. Aftaná nógvu kontroversina sum síðsta SimCity spælið upplivdi, er kanska pláss fyri einum nýggjum líknandi spæli.

Cities: Skylines kemur út tann 10. mars á Windows, OS X og Linux.

Tú sært "release date reveal trailer" niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.