Victory Command er 5v5 RTS
26/02/2015 klokkan 08:00 - HForce


RTS er ein av elstu sjangrunum vit hava, men tað ber enn til at koma við nýggjum vinklum til hana. Í Victory Command kemur tú at spæla saman við fýra øðrum spælarum í 5v5 dystum.

Tey kalla hetta fyri eitt "RTS Team Battle Arena", og tað minnir eisini eitt sindur um onnur MOBA spøl. Tó letur tað til at her kemur tú at stýra meira enn einum unit.

Grafiski stílurin hevur nakað "tekniseriu" -agtigt yvir sær, og tað líkist næstan Advance Wars.

Tú sært trailer fyri Victory Command niðanfyri, og tú kanst søkja um at sleppa í beta á teirra heimasíðu.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.