Næsta Nintendo console á veg
20/03/2015 klokkan 08:00 - HForce


Í gjár skrivaði eg, at Nintendo fer at gera spøl til smartphones. Men tað er opinbart ikki tí at tey heilt droppa consoles.

Nintendo hava nemliga kunngjørt, at tey eru í ferð við at menna ein heilt nýggjan platform, sum hevur fingið fyribils kotunavnið NX. Tey siga at talan er um eitt "brand new concept", sum altso saktans kann merkja okkurt annað enn ein "vanlig" console. Kanska Nintendo eisini vilja koma inná VR rákið?

Vit vita nokk øll at Wii U var eitt sindur av einum flopp (inb4 Tanerion). Tað verður spennandi at síggja um eitt nýtt system fer sama veg.

Viðmerkingar: 2
Síða [1]
Tanerion

26/06/2017

Stað: -
Innlegg: 1958
# 1 - 20/03/2015 klokkan 11:24

Konsollin er fín nokk. Tað eru bara mainstream forbrúkarar ið halda at grafikkur er alt ið eru trupulleikin.
Góðskan á spølunum er eisini fyri nógv tað mesta á høgum støði. Havi enn ikki angrað eitt einasta spæl ið eg havi keypt til konsollina og tað er meir enn eg kann siga um aðrar plattformar.
Og hetta sigi eg bestemt ikki tí eg eri ein fanboy tá eg sjálvur eri meira trúfastur móti Sony.
Góðskan á einari konsoll er definerað av góðskuni á spølunum og Wii U hevur í løtuni tey bestu spølini.

Veit heldur ikki hvussu tú definerar eit "flopp".
Konsollin seldi ikki so nógv áðrenn PS4 og Xbone komu út men sølan veksur allatíð. Hinar báðar konsollirnar selja sjúkliga nógv og Wii U selur kanska ikki heilt líka nógv men tað ger hana ikki til eitt flopp. PC Engine var ikki eitt flopp men Turbografx-16 var sjálvt um tær vóru akkurát sama konsoll. Mega Drive var heldur ikki eitt flopp sjálvt um hon ikki seldi líka so gott sum Super Nintendo.

Annars fínt fyri Nintendo men vónandi halda tey Wii U koyrandi í langa tíð afturat og geva sær góða tíð at menna nýggju konsollina.


Siðst broytt av Tanerion tann 20/03/2015 klokkan 11:25 (broytt 1x)
HForce

27/06/2017

Stað: -
Innlegg: 4351
# 2 - 20/03/2015 klokkan 13:04

Kanska ikki eitt "flopp" í vanligan forstand, men eg haldi at tey flestu eru sømd um at Wii U var taparin í hesari generatiónini.

Tá tað er sagt, haldi eg sjálvur eisini at hon sær út til at hava super spøl. Um eg skuldi valt eina nýggja konsol í dag, kundi eg saktans valt mær eina Wii U.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.