Valve headsett ókeypis til útviklarar
29/03/2015 klokkan 08:00 - HForce


Fyri næstan einum mánaði síðani kunngjørdu Valve, at tey eru í ferð við at menna og útgeva eitt virtual reality headsett saman við HTC. Headsettið kemur at eita HTC Vive.

Vive kemur at kappast við Oculus Rift, sum hevur havt Developer kits úti hjá útviklarum í longri tíð. Tað kostar eitt sindur at fáa fatur á einum Oculus Rift developer kit, men Valve gera nakað annað. Tú kanst nemliga fáa hendur á einum HTC Vive developer edition, heilt ókeypis.

Ætlanin er at opna fyri umsóknum í næstu viku, men tað verður ikki sagt nágreiniliga hvørjar treytirnar fyri at fáa fatur á einum kit eru. Tú kanst síggja fleiri upplýsingar, og allarhelst søkja tá tað verður opnað, á heimasíðunum fyri HTC Vive:

htcvr.com
steampowered.com

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
isakhejnesen

26/06/2015

Stað: -
Innlegg: 21
# 1 - 30/03/2015 klokkan 16:05

Geldur teg eisini fyri web útviklarir
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 2 - 30/03/2015 klokkan 16:12

30/03/2015 klokkan 16:05 - isakhejnesen:
Geldur teg eisini fyri web útviklarir


Nokk ikki, men tað skaðar ikki at søkja.
isakhejnesen

26/06/2015

Stað: -
Innlegg: 21
# 3 - 30/03/2015 klokkan 17:42

ye, hevði tó ikki givið nogva meining.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.