Stars Wars: Battlefront trailer
19/04/2015 klokkan 08:00 - HForce


Tað fyrsta Star Wars: Battlefront kom út í 2004, og ein sequel kom út longu árið eftir. Spælið minnir nógv um tað góða gamla Battlefield spælið, við multiplayer matches har hvør síða berjist um at taka kontroll punktir á kortinum.

Tvey tey fyrstu spølini vórðu gjørd av Pandemic Games, men nú er váttað at eitt nýtt Star Wars: Battlefront kemur út í ár, ment av DICE og útgivið av EA. Spælið er sett til at koma út tann 17. november 2015, til Windows, Xbox One og PlayStation 4.

Spælið er primært multiplayer, men tað er váttað at tað kemur til at hava eina campaign mode, og offline bots til tey sum ikki hava tað gott við internetinum.

Tú sært ein > 2 minuttir langan reveal trailer niðanfyri. Hann er ekstremt flottur, og sigst at verða gjørdur við in-game engine, men vit fáa at síggja um gameplay pá nakran máta nærkast hesum.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.